skyldkonu. Tað kom fram í rættinum, at hann hevði biðið gentuna um einki at siga fyri mammuni, tí so fór mamman at gerast kedd. Hetta skuldi vera teirra loynidómur. Hann segði, at gentan fleiri ferðir hevði biðið [...] lovað ikki at gera tað aftur, og so gjørdi hon ikki meira. Hon vildi bara tað besta fyri hann. Torført var hjá ákæranum at draga svarini úr kvinnuni, sum ikki fekst at svara greitt, um hon ynskti at taka upp [...] apríl byrjaði hann at gera seg inn á hana. Hann segði í rættinum, at gentan vildi tað sjálv, men tað samsvaraði ikki við tað, sum gentan hevur sagt fyri politinum og vinkonunum, sum vitnaðu í rættinum
serstakliga fyri at fremja gransking og menning á føroyskum øki. Mannagongdin er at vinnan tilførir kunnleika, ikki bert um evni sum hava beinleiðis við oljuídnaðin at gera, men eisini um evni sum sum hava týdning [...] virksemi, sum vit hava so harðliga fyri neyðini. Kjartan Hoydal kom eisini inn á spurningin um arbeiðsmegina. -Onkur óttast, at oljuvinnan fer at stjala fólk og íløgur frá øðrum vinnum í Føroyum. Fer at avlaga [...] síggja møguleikarnar fyri at fáa eina stóra vinnu aftrat okkara fiskivinnu, alivinnu og tænastuvinnu, heldur enn at óttast segði nevndarformaðurin, sum at enda vísti á, at sambært partafelagslógini er hø
úlanæmingar kring alt Danmark út at arbeiða fyri at geva ein dag av teirra útbúgvingartíð, fyri at onkur annar í einum øðrum landi fær møguleika fyri eisini at nema sær eina útbúgving. Síðan 1997 [...] styttri tíðarskeið. Vit í OD ynskja at stuðla og hjálpa á tann hátt, at londini sjálvi fáa ein møguleika fyri at menna seg og á tann hátt í longdini vónandi megna at klára seg sjálvi uttan nakra hjálp. [...] Hetta vil siga, at teir hava arvað skuld frá foreldrum teirra, sum teir ikki sleppa burtur úr, fyrr enn teir hava arbeitt fyri hesa í mong ár. Øll inntøkan fyri arbeiði teirra fer til at gjalda skuldina
væl, sum ein dreymur, og eisini so høgt, at tað er lætt at syngja við sum konufólk. Herfyri sang Vanja á gospeltúrinum við Norrønu. Hvørt kvøld var jamsession, og tað eina kvøldið byrjaði onkur at spæla [...] heilt við uppá tað, og vendir sær til bólkin, sum játtar. Eg ringi síðan til Vanju at fortelja henni, at Sosialurin hevur gjørt avtalu um, at hon sleppir at hitta stóru fyrimyndirnar tá teir koma av pallinum [...] eitt sindur og er ordiliga takksom, fyri at Sosialurin hevur skipað fyri, at hon sleppur at hitta Europe. Hon sigur, at ,amma hennara bara flenti tá hon hoyrdi, at hon skuldi hitta Europe, og segði "nú skuldi
einum samfelag, har tað at vera sálarsjúkur oftast merkir tað sama sum at vera ?svakur?. Í hesum viðfangi er eisini vert at nevna, at tað jú ikki er so øgiliga langt síðani, at sálarliga sjúk í Føroyum [...] Alisa og Salua sær fyri, sjálvar at byrja at granska í hesum evninum - í fyrsta umfari fyri at skapa opinleika um hendan torføra spurning, men ikki minst fyri at skunda undir at nakað ítøkiligt verður gjørt [...] til at fjala út yvir loyndarmálið hjá hesum børnunum. Sum úrslit av uppalingini og í solidariteti við foreldrini duga børn hjá sálarsjúkum ofta ómetaliga væl at krógva, at støðan í heiminum er, sum hon
seinasta árið. Onkur vil nokk siga, at nú skal tað almenna halda aftur við íløgunum, men vit mugu bara staðfesta, at sera trupult er at stýra búskapinum eftir almennu íløgunum, tí veruleikin er, at hetta eru [...] er altíð áhugavert at hyggja aftur á aftur og staðfesta, hvat orsøkirnar eru til, at tað nú aftur gongur rætta vegin. Tað er nokk onki at ivast í, at tað eru fleiri faktorar, sum gera seg galdandi í [...] leggur trýst á arbeiðsmarknaðin og fyri at vaksa um samfelagskøkuna, skulu vit gera enn meira fyri at økja um útboði av arbeiðsmegi. Umráðandi er, at fáa tey, sum onkursvegna eru dottin uttanfyri, innaftur
líka sum ligið í luftini, at tað fór at eydnast NSÍ at svara aftur, og nú er 1-1. Málskjútti var miðvallarin Árni Frederiksberg, sum setti bóltin í málið, eftir at AB verjan ikki hevði megnað at rudda [...] løtu, so kunnu vit ikki siga annað, enn at tað at enda koppaði okkum til fyrimunar, og at vit harvið vóru hepnir. Hetta var ikki ein av okkara bestu dystum. Tað órógvaði okkum, at vit gjørdu so nógv mistøk [...] Sjálvandi er tað hugaligt at vinna fulla úrtøku, tá ið tað ikki hevur gingið heilt sum ætlað, men um vit taka samanum, so haldi eg ikki, at tað er við síðuna av, tá ið eg sigi, at vit eiga eitt betri lið
løgtinginum, so tað er býtt at nýta orku uppá nakað, ið eg ikki kann ávirka. Mær dámar væl, at fólk í Suðuroynni vísa framfýsni, tí tað hava vit tørv á. So eg kann bara siga, at eg vóni, at Saltsiloin ber seg, [...] fyri tveimum mánaðum síðani og segði, at føroyingar rinda ov nógv fyri rúsdrekkamisnýtarar og tann reyvasíða ungdómin, sum ikki orkar at arbeiða. Hanus Samró, sum seinastu árini hevur verið formaður í [...] tíðindunum, at triðja hvør króna í fólkaskúlanum fer til sernámsfrøði, og tað er ein greið ábending um, at skúlaskipanin er skeiv. Heldur enn at skipa flokkar eftir bústaði, áttu flokkar at verið skipaðir
-Satt at siga vænti eg, at fleiri av hesum bólkum fara at vinna enn meira fram. Hetta kemst ikki minst av, at fleiri av hesum víðgongdu bólkinum gera eitt rættiliga stórt sosialt arbeiði, sum vit í v [...] haldi, at tað er heilt ótrúligt, at føroyskar kvinnur ikki hava somu grundleggjandi rættindi sum danskar kvinnur- til eitt nú fosturtøku. Tú kanst heilt einfalt heldur ikki bera teg soleiðis at, sum fleiri [...] regmentum. Her verður sharia býtt í tvey. Sharia, sum tað andaliga og sharia, sum lóg - tað verðsliga, greiðir hann frá Tey, sum finnast at Naser Khader, halda, at hann er góðvarin, tí eftir teirra meting er
hava framvegis nógv at geva og nógv at læra yngra ættarliðið, sigur Wanja. Hon heldur, at tað er løgið, at tað skal vera neyðugt at prógva, at tað at vera gamal ikki er tað sama sum at vera sjúkur. ? Kanningar [...] tað hevur at halda mótinum uppi, og at royna at síggja allar broytingarnar við positivum brillum. ? Nógvar kanningar hava staðfest, at gleði og positivur hugsunarháttur hava ómetaliga nógv at siga fyri heilsuna [...] 12%, sum verða tikin fram. Og tað er ógvuliga spell, tá heili 80% hava so ómetaliga nógv at geva samfelagnum, heldur Wanja. Hon vísir á, at heilin er sum ein databasa. Innlæran byggir á vitan, sum er goymd