Annika Hedegaard Isfeldt
Hvørt ár fara miðnámsskúlanæmingar kring alt Danmark út at arbeiða fyri at geva ein dag av teirra útbúgvingartíð, fyri at onkur annar í einum øðrum landi fær møguleika fyri eisini at nema sær eina útbúgving. Síðan 1997 hevur Studentaskúlin í Hoydølum eisini luttikið í peningasavnanini. Vanliga er sera stór undirtøka fyri tiltakinum og nógvur peningur verður sendur til OD-skrivstovuna í Danmark, har tey umsita peningin, ið síðani verður sendur til landið, sum hjálpin fer til tað árið.
Ikki bráðfeingishjálp
Hvørt ár møtast næmingar úr øllum OD-bólkunum eitt vikuskifti í desembur á einum tilvildarligum skúla í Danmark á stórmøti, har fundast verður um, hvussu gingist hevur við innsavnanini tað árið og hvat møguliga kann gerast betur í komandi ár. Á hesum fundinum verður eitt nýtt land eisini valt, ið hjálpin skal fara til komandi ár. Ymiskir felagsskapir leggja verkætlanir og hugskot fram fyri savnaðu OD-bólkarnar. Eftir at hava hoyrt ymiskt um hesar, skulu bólkarnir hvør sær atkvøða fyri tí landi, teir ynskja, hjálpin skal fara til tað komandi ár. Eitt av høvuðsendamálunum við OD er at veita menningarhjálp heldur enn bráðfeingishjálp. – Hugskotið aftan fyri hetta er, at vit ynskja at kunna hjálpa í longri tíð. Sjálvandi er tað týdningarmikið við bráðfeingishjálp, men sum vit øll vita, hjálpir bráðfeingishjálpin bert eitt styttri tíðarskeið. Vit í OD ynskja at stuðla og hjálpa á tann hátt, at londini sjálvi fáa ein møguleika fyri at menna seg og á tann hátt í longdini vónandi megna at klára seg sjálvi uttan nakra hjálp.
Guaraní-indiánarirnir eru skuldarslavir
Á stórmøtinum í fjør avgjørdi ein stórur meiriluti av OD-bólkunum at hjálpin í ár skuldi fara til guaraní-indiánararnar í Bolvia. Guaraní-indiánarirnir eru ein undirtryktur bólkur av fólki í Bolivia, sum livir undir sera ringum korum. Aloftast hava indiánarirnir í fleiri ættarlið búð og arbeitt á haciendaunum. Teir hava tí ongantíð vitað um nakað annað enn hetta undirkúgaða lívið. Í nútímans máli vildi man nevnt indíanararnar “skuldartrælir”. Hetta vil siga, at teir hava arvað skuld frá foreldrum teirra, sum teir ikki sleppa burtur úr, fyrr enn teir hava arbeitt fyri hesa í mong ár. Øll inntøkan fyri arbeiði teirra fer til at gjalda skuldina aftur til haciendaeigararnar og teir fáa tí onga løn útgoldna.
Við verkætlanini í Bolivia ætlar OD at broyta livikorini hjá guaraní-indiánarunum. Við at byggja skúlar og útbúgva lærarar, vil OD royna at geva guaraní-indiánarunum møguleika fyri at nema sær útbúgving og harvið fáa eina aðra framtíð við frælsi til at kunna gera egnar framtíðarætlanir.
Gartnaraarbeiði, vasking ella kommunuarbeiði
Nakrar vikur áðrenn sjálvur OD-dagurin verður, koma OD-bólkarnir runt at hoyra, hvør ætlar sær at luttaka á hesum degi. Aftur í ár eru sera nógv, ið hava meldað seg til hetta. OD-bólkurin í Hoydølum hevur seinastu dagarnar gjørt nógv við at fingið skil á øllum pappírunum og funnið arbeiðspláss. Tað er eitt stórt arbeiði at skipa fyri einum so umfatandi tiltaki, sum OD-dagurin er, men hetta gera vit í bólkinum við gleði. Ein av fyrimununum við OD er, at peningurin sæst aftur. Skrivstovan í Danmark arbeiðir nógv við upplýsan av fólki um, hvussu gingist hevur við verkætlanunum, ið hava verið. Tað kann ofta kennast eins og man ongantíð sær pengarnar aftur, tá ið man stuðlar einum hjálparfelagsskapi, men soleiðis er ikki í OD. Øll, sum arbeiða innan hendan felagsskap, eru sjálvboðin og hetta ger, at huglagið altíð er gott, tá ið vit arbeiða, sigur ein av gentunum úr OD-bólkinum í Hoydølum.
Vanliga er ikki ringt hjá okkum at finna arbeiðspláss, tí fyritøkurnar kring Føroyar eru aloftast glað um at kunna stuðla og hjálpa okkum. Herfyri høvdu vit eitt stórt listarligt OD-tiltak í Posthúskjallaranum, har vit royndu at upplýsa fólk meira um felagsskapin. Hetta var sera væleydnað og gjørdi, at fleiri fyritøkur ringdu niðan á skúlan fyri at fáa onkran út at arbeiða.
Arbeiði á OD-degnum kann vera alt millum himmal og jørð. Tað eru mong, ið bara velja at rudda ella lúka fyri mammu ella ommu teirra, men tað eru eisini fleiri, ið fara út at hjálpa størri fyritøkum eins og Føroya Tele, Tórshavnar Kommunu og Hjálpirót.
Seinasta ár savnaði OD-bólkurin í Hoydølum umleið 127.000 kr. inn og nú verður áhugavert at vita, hvussu stór peningaupphæddin verður í ár.









