Nakrar vælferðatænastur verða misbrúktar

- Eg standi fast við, at nakrar av vælferðartænastunum verða misbrúktar av teimum fáu, ið hugsa: hvussu fái eg best burtur úr skipanini, ístaðin fyri at hugsa: hvat kann eg gera, sigur Hanus Samró, 23, sum bjóðar seg fram fyri Fólkaflokkin til næsta løgtingsval

Hann trein ósmæðin á pallin fyri tveimum mánaðum síðani og segði, at føroyingar rinda ov nógv fyri rúsdrekkamisnýtarar og tann reyvasíða ungdómin, sum ikki orkar at arbeiða. Hanus Samró, sum seinastu árini hevur verið formaður í ungmannafelagnum hjá Fólkaflokkinum, Huxa, skrivaði í lesarabrævi, at nakrar vælferðartænastur verða misbrúktar.
Nú ætlar hann sær í løgtingið. 23 ára gamli havnarmaðurin, sum lesur stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum, dámar lítið, at landið forbjóðar, og hann ætlar sær at sláa manngarð um liberalu hugsjónina, samstundis sum hann skal umboða yngra ættarliðið, verður hann valdur.


Fólkaflokkurin sterkur á valdegnum
Hví bjóðar tú teg fram fyri Fólkaflokkin, og ikki fyri Framsókn?
- Svarið er ógvuliga einfalt. Eg taki undir við grundhugsjónini hjá Fólkaflokkinum.

Veljarakanningar vísa, at Fólkaflokkurin missir undirtøku millum veljarnar. Hvat ger flokkurin galið?
- Veljarakanningar kunnu vera villleiðandi, tí Fólkaflokkurin plagar ikki at standa seg væl, men á valdegnum er flokkurin millum teir størstu. Tá ið tað er sagt, so hevur flokkurin verið heldur tungur í vendingini, tá ið tað kemur til nútímans tøkni. Tað eru vit farin undir at menna. Fólkaflokkurin er komin á Facebook, ein nýggj heimasíða er á veg, men næstu veljarakanningarnar fara at vísa, um tað er nógmikið. Mín partur skal heldur ikki liggja eftir, tí eg fari at gera mítt til, at Fólkaflokkurin eisini verður ein flokkur fyri ungdómin.

Hanus eggjar til kapping
Hvat dámar tær hugskotið fyri færri og størri skúlaeindum?
- Við fáum, men størri skúlum, gerst tað bæði betri og bíligari, tí kostnaðurin av lærarum fyri hvønn næming lækkar. Næmingar sleppa út um bygd/bý, teir sleppa at sosialisera við børnum úr øðrum bygdum/býarpørtum, teir hava ikki sama lærara frá fyrsta til sjeynda flokk, men lærararnir gagnnýta sítt serøki, so at nakrir lærarar taka sær av fyrsta og øðrum flokki, aðrir av triðja og fjórða og so víðari. Sostatt fáa næmingar fjølbroyttari frálæru. Eg hoyrdi eisini í tíðindunum, at triðja hvør króna í fólkaskúlanum fer til sernámsfrøði, og tað er ein greið ábending um, at skúlaskipanin er skeiv. Heldur enn at skipa flokkar eftir bústaði, áttu flokkar at verið skipaðir eftir førleikum. Við núverandi skúlaskipan verður eldhugurin hjá góðu næmingunum køvdur, meðan veikaru næmingarnir ikki orka at fylgja við.
Heldur enn at køva kappingina skulu vit eggja øllum næmingum til kapping, hvør eftir sínum førimuni. Hvørt fak skal verða býtt sundur í tríggjar bólkar: tey dugnaligu, miðal og mennandi. Hetta sigi eg av egnum royndum í Hollandi, tí eg havi aldri havt tað so gott, sum tá ið eg var í mennandi flokkinum. Eg var ikki nóg stinnur til miðal, og eg var av tí sannføring, at tað ikki loysti seg at lesa, tí at eg skilti einki kortini. Men so skjótt eg fór ein førleika niður, hómaði eg ein glotta, tí eg skilti okkurt hóast alt. Tað skal loysa seg at arbeiða, og tískil skal ein gularót innførast í nýggju skúlaskipanina, so at næmingar, ið hava ment seg so mikið, at teir eru ov dugnaligir til at vera í mennandi flokkinum, verða fluttir upp til miðal.
Hetta brýtur tó frá gomlu hugsjónini um, at hvør bygd skal hava sín skúla, at miðað verður í móti miðal góðum næmingum, men eg eri av tí sannføring, at skjótari vit sleppa av við snævurskygdu áskoðanina, skjótari klúgva vit upp eftir PISA-stiganum.

Steðgað við tosi um bygdamenning
Fólkafráflyting er ein tann størsta avbjóðingin ha føroyska samfelagnum. Hvussu heldur tú, at vit steðga fólkafráflytingini?
- Fráflyting er sunn. Hon víðkar sjónarringin, gevur íblástur, og hon breiðkar um altjóða netverkið. Fráflyting er ikki av tí ónda, hon er lívsneyðug fyri Føroyar. Men hon er bara góð, um samfelagið fær ágóðan av tilflyting. Eg ætli mær ikki at endurgeva útbúgvingar og granskingar ramsuna, ið núverandi politkarar duga í svøvni, men tað eru tó tríggir faktorar, ið eru týdningarmiklir:

1. Dyrka og menna núverandi útbúgvingar, so at lesandi í Føroyum fáa somu fíggjarligu sømdir sum tey í Danmark
2. Byggja kollegium.
3. Steðga við at tosa um bygdamenning, sum um fráflyting er eitt serligt bygdafyribrigdi, men ásanna, at Føroyar eru ein útjaðari.

Tú hevur skýrt ungdómar at vera dovnir. Hvat saknar tú í føroyska ungdóminum?
- Eg standi fast við, at nakrar av vælferðartænastunum verða misbrúktar av teimum fáu, ið hugsa: hvussu fái eg best burtur úr skipanini, ístaðin fyri at hugsa: hvat kann eg gera. Eg fari ikki at samanbera meg við John F. Kennedy, tað er heldur tíðliga, men hann segði tað ógvuliga beinrakið: "ask not what your country can do for you -- ask what can you do for your country." Hetta eru heldur hvøss orð. Eg eri ímóti, at tænastur verða misbrúktar, tí at tey, ið veruliga hava tørv, fáa ikki neyðugu tænastuna, tí eingir pengar eru eftir.

Dámar framfýsni
Saltsiloin á Drelnsi er ein íløga í útjaðaran, meta summi. Hvat heldur tú um verkætlanina Salt? Hvønn útjaðarapolitikk stuðlar tú?
- Tað er samtykt á løgtinginum, so tað er býtt at nýta orku uppá nakað, ið eg ikki kann ávirka. Mær dámar væl, at fólk í Suðuroynni vísa framfýsni, tí tað hava vit tørv á. So eg kann bara siga, at eg vóni, at Saltsiloin ber seg, tí skuldi tað hent seg, at hon ikki gjørdi tað, so fari eg ikki at atkvøða fyri eini bjargingarætlan. Eg taki ikki undir við nøkrum útjaðarapolitikki, so leingi sum vit ikki viðganga, at Føroyar eru ein útjaðari.


Krabbameinsfelagið mælir til, at tað skal vera bannað ungum undir 18 ár at taka sól, tí tað elvir til krabbamein. Hvat heldur tú um tað hugskotið?
- Eg kenni ikki smálutirnar í málinum, so tað er torført at svara, men mær dámar lítið, tá ið landið byrjar at forbjóða, tí tað hoyrir ikki heima í liberalu hugsjónini.

Helst verða sjálvstøðugar
Hvussu umráðandi er tað fyri teg, at Føroyar verða fullveldi?
- Ov nógv orka verður nýtt uppá spurningin, tí tað tykist, sum fullveldi verður sett í samband við ekstrema nasjonalismu, har dentur verður lagdur á morreyða troyggju og ullintar undirbuksur. Tað er trongligur hugsanarháttur, ið hoyrir fyrndini til.
Sum liberalur borgari taki eg undir við, at Føroyar gerast sjálvstøðugar, men um tað eitur fullveldi, sjálvstýri ella eitt triðja, tað sigur mær einki, bara tað verður gjørt við fyrivarni. Tá ið tað er sagt, so er tað umráðandi, at Føroyar samstarva við aðrar tjóðir, tí landafrøðiliga liggja vit so væl fyri, at tað er rættiliga sannlíkt, at Føroyar kunnu gerast snúningspunkt, hvat viðvíkur flutningi millum Amerika og Norra. Professarin hjá mær í logistikki á Erasmus University segði tað ógvuliga gott, tá ið hann greiddi frá størstu kappingarneytunum hjá Rotterdam havn. Hann segði, at størsta hóttanin móti Rotterdam var havnin í Hamburg, í Hirtshals, og so peikaði hann á Føroyar. Fyri at møguleikin kann realiserast, verða vit noydd at samstarva við aðrar tjóðir. Tað hevði verið best, um tað var sum sjálvstøðug tjóð, men um tað er við ella uttan Danmark, tað er ikki so týdningarmikið, bara tað verður gjørt.

Hvør er tín politiska fyrimynd, og hví?
- Eg havi ikki beinleiðis politiska fyrimynd, men eg síggi upp til Franklin D. Roosevelt, tí hann megnaði at gerast amerikanskur forsætisráðharri, hóast kropsligt brek.


FAKTA UM HANUS SAMRÓ

Aldur: 23 ár
Bústaður: Hoyvík
Yrki: Lesur stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum, stjóri og partaeigari á Sp/F Ó og formaður í ungmannafelagnum HUXA
Fyrrverandi yrki: Vikarur í Eysturskúlanum og Hoyvíkarskúla
Útbúgving: International Baccalaureate prógv á International School of The Hague, Holland