Atlants Kolvetni fleiri bein at standa á

Við at hækka partapeningin og geva útlendskum íleggjarum møguliga at tekna partapening roynir Atlants Kolvetni at hava fleiri bein at standa á og eisini arbeiða uttan fyri Føroya økið

 


Aðalfundur



Aðalfundurin hjá Atlantic Petroleum seinasta fríggjadag var tann triði felagnum. Í formansfrágreiðing síni staðfesti nevndarformaðurin Kjartan Hoydal, at bæði í 1998 og 1999 var samanfatingin: Eitt hendingaríkt ár. Og tað sama kann sigast um 2000


-Eg tori at siga, at hóast nógv er hent tey bæði fyrstu árini, so er lopið upp aftur størri í 2000, og vit hava rokkið at kalla øllum teimum fyrstu málunum vit settu okkum, kanska fyrr enn væntað.


Føroya Samtakið saman við Amerada Hess, British Gas og Dong, søkti 17. mai 2000 Føroya Landsstýri um leitingarloyvi á føroyska landgrunninum. Undan hesum legði Atlants Kolvetni stóra arbeiðsorku í at styrkja tann partin sum í loyvistreytunum stóð undir grein 4. Føroya Landsstýri seldi ikki leitingarloyvi á uppboði. Tað verður gjørt sumstaðni í meira búnum oljuøkjum. Hinvegin setti Oljumálastyrið ávis krøv um, at tey samtøk, sum søktu loyvi, átóku sær ávísar skyldur mótvegis føroyska samfelagnum.


Í hesum sambandi setti Føroya Samtakið (Faroes Partnership) sær miðvís endamál og AK var ein virkin partur í at seta hesi mál. Í oljuídnaðinum, sum byggir á vitan og nýskapan, er gransking og menning (GoM) ein týðandi partur av virksemi og íløgum. Komandi avbjóðingarnar á djúpum vatni og undir torgreiddum umstøðum krevja nýskapandi arbeiðshættir og framhaldandi batar. Tað er eisini av størsta týdningi at hava nágreiniligan kunnleika um karmarnar í samfelagi og ídnaði, sum arbeitt verður innan, og at knýta tøtt samstarvsbond í hesum umhvørvinum.


Umframt at hugsa um føroyskar granskingarstovnar í samband við GoM og virksemi yvirhøvur, setti the Faroes Partnership sær serstakliga fyri at fremja gransking og menning á føroyskum øki. Mannagongdin er at vinnan tilførir kunnleika, ikki bert um evni sum hava beinleiðis við oljuídnaðin at gera, men eisini um evni sum sum hava týdning fyri samfelagið, sum the Faroe partnership verður ein virkin løgfrøðiligur borgari í.


Endamálið er lata sín lut í eini burðardyggari hækking í virkisførinum í øllum samfelagnum til frama fyri Føroyar.

Føroya Samtakið fekk leitiloyvi á einum øki, sum verður mett at hava stórar møguleikar. Alt bendir á, at borurin verður settur í fyrst í september ár vísti Kjartan Hoydal á og helt fram:


-Í oktober 1999 fór onnur kapitalhækkingin hjá felagnum fram. Nú stendur fyri framman ein ógvuliga stór kapitalhækking, sum ikki bert stendur núverandi partaeigarum í Atlants Kolvetni í boði, men øllum føroyingum og eisini útlendskum íleggjarum. Atlants Kolvetni roynir á henda hátt at hava fleiri bein at standa á og eisini arbeiða uttan fyri Føroya økið, sum ætlanin var alla tíðina.


Vit vita ikki um olja verður funnin undir Føroyum, sum tað loysir seg at vinna og fáa til høldar, men bjartskygni hjá øllum oljufeløgum, sum hava fingið loyvi, er stórt


Ávirkan

Sambandið við altjóða oljuvinnuna hevur longu havt ávirkan á føroyskt vinnulív og leitingartíðin fer at økja um hesa ávirkan og geva eitt fíggjarligt íkast til føroyska búskapin. Alt bendir á, at oljan kann gerast veruleiki fyrr enn vit høvdu roknað við.


Hetta reisir spurningar um, hvussu hetta fer at ávirka føroyska samfelagið til tað betra og tað verra. At hetta fær ávirkan kann eingin ivast í, men eftir mínum tykki eru fleiri grundir fyri at halda, at ávirkanin framhaldandi verður lika positiv, sum hon hevur verið higartil


Fyri tað fyrsta. Umsitingin av oljumálum er eitt dømi um, at myndugleikarnar hava haft eina hepna hond og ein umsiting, sum ikki er stór í vavi, hevur megnað at seta greiðar vinnuligar karmar. Ætlanin at binda almennar inntøkur frá oljuvinnuni í ein grunn og ikki sleppa teimum inn í almennu nýtsluna ber somleiðis á rætta borðið. At vinnulívið í Føroyum við Atlants Kolvetni hevur megnað at lyft uppgávuna at fáa Føroyar inn í oljuvinnuna og útvegað føroyskum vinnulívi ein part av einari møguligari oljuvinnu er kanska tað mest positiva. Tey stóru vinnufeløgini hava við einum fínum orði diversifiserað og skapar hetta eisini eina betri javnvág millum alment og privat virksemi, sum vit hava so harðliga fyri neyðini.


Kjartan Hoydal kom eisini inn á spurningin um arbeiðsmegina. -Onkur óttast, at oljuvinnan fer at stjala fólk og íløgur frá øðrum vinnum í Føroyum. Fer at avlaga lønarlag og príslegu í Føroyum. Eg haldi ikki tað er so einfalt. Føroyar eru longu í dag av ein partur av einum altjóða arbeiðs- og peningamarknaði. Sama um oljuvinnan fer at vaksa í stórum lopum, so er hetta ein veruleiki, sum ikki sleppst undan. Vit vera noydd til at brynja okkum til hetta og avbyrging er eingin loysn. Føroyskt vinnulív kemur sum vinnulívið í grannalondum okkara at sanna, at tað er kappingin um fólkið, sum avger hvør vinnur og hvør tapir í føroyskum vinnulívi. Oljuvinnan kann gera, at henda kapping kemur skjótari enn væntað, men vit mugu undir øllum umstøðum fyrireika okkum upp á hetta.


Mentanarliga hava álopið frá sjónvarpinum um fylgisveinar langt síðani lagað niður allar garðar, sum føroyingar hava hildið seg kunna goyma seg aftan fyri.


Sum heimurin er dánaður í dag, so eru vit partur av heiminum og oljuvinnan er bert enn eitt dømi um hetta. Eg haldi vit heldur eiga at síggja møguleikarnar fyri at fáa eina stóra vinnu aftrat okkara fiskivinnu, alivinnu og tænastuvinnu, heldur enn at óttast segði nevndarformaðurin, sum at enda vísti á, at sambært partafelagslógini er høvuðsendamálið hja nevndini í AK at tryggja teimum, ið hava sett pening í felagið so gott avkast, sum møguligt. Tey fyrstu 2000, sum settu pening í gjørdu hetta kanska ikki bara av hesi orsøk, men alt bendir á, at tey, sum hava keypt partabrøv í AK fyri kurs 100 og105, hava góðar møguleikar fyri at gera eitt gott hál, tí virðið er nógv vaksið.