?Hvat við børnunum?? er heitið á endaligu uppgávuni, tær báðar Alisa Hammer og Salua Manai skrivaðu á námfrøðingaútbúgvingini síðsta ár. Ein bæði viðkomandi og viðkvæmur spurningur, tí hóast allar kanningar benda á, at rættiliga nógv børn í Føroyum líða undir at liva saman við einum sálarsjúkum foreldri, fáa námsfrøðingar onga frálæru í, hvussu tey skulu halda eyga við teimum og enn minni í, hvussu tey kunnu hjálpa teimum. Tískil settu Alisa og Salua sær fyri, sjálvar at byrja at granska í hesum evninum - í fyrsta umfari fyri at skapa opinleika um hendan torføra spurning, men ikki minst fyri at skunda undir at nakað ítøkiligt verður gjørt fyri hesi børnini
Loyndarmálið
- Lat tað verða sagt beinanvegin, at vit trúgva ikki, at vantandi hjálpin til hesi børnini botnar í ringum vilja. Trupulleikin er, at bæði børnini sjálvi, foreldrini og galdandi hugburðurin í samfelagnum hvør á sín hátt eru við til at fjala út yvir loyndarmálið hjá hesum børnunum. Sum úrslit av uppalingini og í solidariteti við foreldrini duga børn hjá sálarsjúkum ofta ómetaliga væl at krógva, at støðan í heiminum er, sum hon er. Foreldrini sjálvi eru, sum vera man, ofta ræðslusligin fyri, at børnini verða tikin frá teimum, um loyndarmálið verður avdúkað og biðja tí ikki um hjálp, hóast tey kanska hava hug og orku til tað. Grannar og avvarandi vilja kanska heldur ikki verða orsøkin til, at børnini verða tikin úr heiminum og vita yvirhøvur sjáldan, hvussu tey møguliga kunnu hjálpa. Harafturat kemur skommin, sum bæði tey sálarsjúku og teirra avvarandi kenna alt ov væl í einum samfelag, har tað at vera sálarsjúkur oftast merkir tað sama sum at vera ?svakur?.
Í hesum viðfangi er eisini vert at nevna, at tað jú ikki er so øgiliga langt síðani, at sálarliga sjúk í Føroyum vórðu send av landinum at fáa viðgerð. Tí er tað eisini lutfallsliga stutt síðani, at sálarsjúka gjørdist ein trupulleiki, føroyska samfelagið nátúrliga eigur at taka sær av, vísa Alisa og Salua á.
Vaksin børn
Í einum lítlum samfelag, sum tí føroyska, vita fólk ofta av tí, tá eitt foreldur er sálarsjúkt. Kortini er tað ikki so lætt at vita, í hvønn mun hetta hevur ávirkað barnið, tí børn hjá sálarsjúkum eru ofta millum dugnaligastu næmingarnar í skúlanum og eru altíð til reiðar at hjálpa hinum næmingunum.
Hetta er í grundini ikki so løgið, tá tú hugsar um, at tey ofta hava verið noydd at taka ábyrgdina bæði fyri tí sjúka foreldrinum, yngri systkjum og húsarhaldinum sum heild. Tey eru sokallaði ?vaksin børn?, sum ongantíð hava fingið loyvi at vera børn og altíð hava sett sín egna tørv til viks, sigur Alisa og leggur afturat, at eitt eyðkenni fyri teirra atburð ofta er, at tey ikki hava somu áhugamál, sum børn á sama aldri, júst tí tey eru vorðin vaksin ov tíðliga.
Sum lið í hesum arbeiðinum hava Alisa og Salua prátað við fleiri fólk, sum vuksu upp í einum heimi, har annað foreldrið var sálarsjúkt. Felags fyri tey øll tykist at vera, at tey aftur og aftur seta sær sjálvum spurningin: Hví blandaði ongin seg uppí? - Tey vistu jú hvat gekk fyri seg. Fleiri nevna, at høvdu tey bara havt eitt menniskja at tosa við, hevði støðan verið ein heilt onnur, tí tað svárasta var, at kenna seg púra einsamallan í allari verðini við trupulleikanum.
- Tað er tískil ongin ivi um, at eitt stórt stig á vegnum er, at vit sum fakfólk vísa hesum børnunum, at vit síggja tey og ikki eru bangin fyri at taka næsta stigið. Hvat tað skal vera, veldst um støðuna, men tað nyttar í øllum førum lítið, um til dømis bara tann eini pedagogurin roynir sum frægast, meðan lærarar og onnur, sum eru um barnið, ikki vita, hvat gongur fyri seg. Tí er tað so neyðugt, at eitt nú lærarar og pedagogar ásánna, at tey mugu arbeiða saman fyri at geva tí einstaka barninum júst tann stuðul, tað hevur tørv á, sigur Salua.
Nær hendir tað aftur?
Onkusvegna er neyðugt, at fakfólk blanda seg uppí, men tað skal altíð vera við tí fyri eyga, at familjan kann verða verandi saman í umstøðum, har øll trívast. Í summum førum kann vera neyðugt, at børn og foreldur er frá hvørjum øðrum í eina tíð, men tað skal ongantíð haldast upp sum ein endalig loysn at taka barnið úr heiminum.
Í hesum viðfangi eftirlýsa Alisa og Salua betri samstarv millum psykiatriska stovnin, heimið og gerandisumhvørvið hjá barninum.
- Tíverri snýr viðgerðin av teimum sálarsjúku í Føroyum seg í alt ov stóran mun bara um sjúkuna sjálva, meðan vit hava lyndi til at gloyma, at tann sálarsjúki jú hevur eitt heim og eina familju at koma aftur til, tá hann verður útskrivaður, sigur Salua. Hon leggur aftrat, at nógv hevði verið øðrvísi, um bara tey avvarandi vórðu kunnaði um, hvat tann sjúki í grundini feilar, og hvørjar avleiðingar sjúkan kann hava við sær. Í dag síggja vit alt ov nógv dømi um, at tey avvarandi ofta ikki megna at gleðast um tær góðu periodurnar, í berari ræðslu fyri, nær og hvussu sjúkan brýtur út aftur.
Heil menniskju
Í sambandi við uppgávuna hava Alisa og Salua arbeitt við eini røð av hugskotum um, hvussu sambandið millum fakfólk og heimliga umhvørvið hjá tí sálarsjúka kann betrast. Umframt samrøður, kontaktfólk, kontaktfamiljur o.a skjóta tær upp, at umstøðurnar á eitt nú psykiatrisku deild gerast meir heimligar ella innbjóðani fyri tey avvarandi.
- Vit ímynda okkum til dømis, at eitt familjurúm ella bara ein barnakrókur hevði kunnað verið við til, at børnini ella tey avvarandi kundu fingið eitt stað, har tey eru saman sum familja. Hetta kundi verið við til, at vit sum pedagogar á deildini høvdu havt møguleika at eygleitt eitt nú samspælið teirra millum, sum man so kundi arbeitt víðari við og ment. Barnakrókurin hevði eisini havt ein annan týdningarmiklan leiklut, nevniliga at mint starvsfólkið á deildini á, at sjúklingurin ikki bara er ein sjuklingur, men at hann eisini er foreldur, og at børnini eru ein týðandi partur av honum, siga Alisa og Salua.
Ein heildarmynd av støðuni hjá tí sálarsjúka hevði eisini kunnu hjálpt fakfólkum at fingið eyga á tær resursir og ta styrki, sum uttan iva finnast í familjuni ella hjá øðrum avvarandi, men sum ikki verða brúktar, tí stovnurin ikki veit av teimum.
Avlíva myturnar
Tankin um, hvussu vit í Føroyum ítøkiliga kunnu byrja at hjálpa børnum hjá sálarsjúkum, hevur allatíðina ligið fremst í huganum hjá Alisu og Salua, meðan tær hava arbeitt við hesi uppgávuni. Fyrsta stigið á vegnum verður ein ráðstevna komandi vikuskifti, har ein røð av fakfólki úr Føroyum og Danmark fara at halda fyrilestrar um, hvat vit ítøkiliga kunnu og eiga at gera. Eisini fáa fólk høvi at tekna seg til sokallaðar samrøðubólkar, har ávísir spurningar verða viðgjørdir meir nágreiniliga í smærri bólkum.
Harumframt hevur arbeiðið við serlestrinum eisini havt við sær, at Salua og Alisa eru komnar við í eina nýggja verkætlan hjá Sinnisbata. Hendan verkætlan hevur sum endamál at seta á stovn eitt veri- og læristað hjá avvarandi hjá sálarsjúkum, sum skal virka sum millumlið millum psykiatriska stovnin og samfelagið ella heimið. Veristaðið skal hava eina røð av tilboðum, sum øll hava til endamál at upplýsa og hjálpa teimum avvarandi til at skilja støðuna, tey standa í, betri, so tey kunnu koma víðari við teirra egna lívi.
Alisa og Salua eru eisini sera spentar uppá eina ætlan, sum Sinnisbati arbeiðir við í løtuni, har roynt verður at fáa í lag eina skipan, har fakfólk fara út á fólkaskúlar at undirvísa í, hvat tað vil siga at vera sálarsjúkur.
- Nógvir av trupulleikunu, børn og avvarandi hjá sálarsjúkum dragast við, standast av einum hugburði, sum hevur røtur í vantandi vitan, misskiljingum og fordómum. Og slíkt fært tú ikki broytt eftir einum degi. Men byrja vit longu í fólkaskúlanum at avlíva allar hesar reingjaðu mytirnar um tey sálarsjúku, eru vit væl á veg móti tí hugburðsbroyting, sum krevst, um teirra børn skulu fáa ta hjálp, tey hava krav uppá, siga Alisa og Salua.
?Eg havi onki samband við psykiatrisku deild. Tey útskriva bara mammu, tá tey hava hug, uttan at spyrja meg, og so skal eg ansa eftir henni?
Genta, 17 ár
?Mamma hevur ofta sagt við meg, at tað einasta, hon hevur at liva fyri, er eg. Tá hon so ferð eftir ferð roynir at taka lívið av sær, fari eg ofta at ivast í, hvat eg havi gjørt skeivt, tá eg nú ikki longur eri verd at liva fyri?
Genta, 19 ár
Eftir at mamma var farin til Danmarkar, vildi eg altíð vita, hvar pápi var, ja eg tordi næstan ikki at fara úr Havn, uttan pápi kom við. Eg gjørdist so bangin og einsamallur, og tankarnir sveimaðu sjálvandi. Tí hevði eg nú fingið somu sjúku sum mamma?
Maður, 54 ár