Abraham: Hesa ferð vóru vit hepnir

NSÍ venjarin, Abraham Løkin, var ógvuliga fegin, tá ið Eiler Rasmussen hevði bríkslað fyri síðstu ferð á Argjum, og tað var greitt, at NSÍ við 3-2 sigri hevði tryggjað sær øll stigini. Sgurin ber við sær, at NSÍ - áðrenn hinir dystirnir í 6. umfari verða spældir sunnudagin - er á fimta plássi við átta stigum.

 

-Tá ið vit ikki skora sigursmálið fyrrenn í evstu løtu, so kunnu vit ikki siga annað, enn at tað at enda koppaði okkum til fyrimunar, og at vit harvið vóru hepnir. Hetta var ikki ein av okkara bestu dystum. Tað órógvaði okkum, at vit gjørdu so nógv mistøk. Sjálvandi er tað hugaligt at vinna fulla úrtøku, tá ið tað ikki hevur gingið heilt sum ætlað, men um vit taka samanum, so haldi eg ikki, at tað er við síðuna av, tá ið eg sigi, at vit eiga eitt betri lið enn liðið hjá AB er, heldur NSÍ venjarin.

 

Í fleiri førum fyrr í ár hava vit verið óhepnir, tá ið vit fram ímóti dystarenda hava mist stig. Sum árið líður, so plagar tað at javna seg við meiri og minni hepni, og hesa ferð var tað okkum til fyrimunar. Eg má rósa spælarunum fyri, at teir vístu góðan hugburð, tá ið teir tvær ferðir stríddu seg upp á javnt og í síðstu løtu høvdu yvirskot at vinna øll stigini, sigur Abraham Løkin.

 

AB-NSÍ 2-3 (1-1)

Dómari: Eiler Rasmussen

1-0: Sorin Anghel 16.

1-1: Árni Frederilksberg 37.

2-1: Rógvi Poulsen 70.

2-2: Klæmint A. Olsen 73.

2-3: Klæmint A. Olsen 90.+4.

AB: Heðin Stenberg - Teitur Olsen (Jónas Stenberg, 65.), Gert Drangastein (Rógvi Poulsen, 58.), Rói Danielsen, Beinir Ellefsen - Martin Midjord, Sorin Anghel, Hørður Mohr, Dan Petersen - Jobin Drangastein (Mikkjal T. Hentze, 44.) - Bjartur Kjærbo

Gult kort: Sorin Anghel, Mikkjal Hentze, Martin Midjord

NSÍ: Kristian Joensen - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Sjúrður Jacobsen - Karl Løkin, Magnus Olsen (Andrass Frederiksberg, 72.) - Andy Olsen, Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg - Klæmint A. Olsen

Gult kort: Andy Olsen, Andrass Frederiksberg

 

----

 

AB eigur framvegis fyrsta stigið til góða í bestu deildini á hesum sinni. Í evstu løtu skoraði NSÍ sigursmálið, og teir í NSÍ leguni eru sjálvandi í góðum hýri, nú teir rigga til at fara inn aftur á Skálafjørðin.

Í AB leguni er vónbrotið stórt. Tvær ferðir var AB á odda, og tað var ikki fyrrenn í evstu løtu, at argjamenn mistu fyrsta stigið í ár, sum var á stokkinum, inntil tað bara restaðu nøkur sekund í kvøld!

Hinir dystirnir í 6. umfari vera sunnudagin: ´HB-Víkingur, ÍF-KÍ, 07 Vestur-B36 og EB/Streymur-TB.

 

------

 

LIÐUGT!

2-3: klæmint A. Olsen

Í síðstu løtu eydnaðist tað Klæmint A. Olsen við handara stólpa við høvdinum at umseta hornasparksinnlegg til mál!

 

90) 2-2

4 minuttir lagdir aftrat!

 

80) 2-2

Leikgongdin er tann sama. NSÍ trýstir, og AB verjir og er onkra ferðina í mótálopi. Dómarin hevur síðstu løtuna havt gula kortið fleiri ferðir á lofti. Martin Midjord og Sorin Anghel hjá heimaliðnum hava sæð gult og innskifti Andras Frederiksberg hjá NSÍ, sum er komin á vøllin i staðin fyri Magnus Olsen, hevur eisini sæð gult.

 

75) 2-2: Klæmint A. Olsen br

So er aftur javnt á Argjum. Klæmint A. Olsen hevur umsett brotsspark til mál. Eiler Rasmussen peikaði á ellivu metra blettin, eftir at Árni Frederiksberg í nærdysti við ein av mótstøðumonnunum fór um koll í brotsteiginum. Heimamenninir vóru ikki blíðir, men tað órógvaði ikki NSÍ liðformannin, sum sendi Heðin Stenberg í annað borðið og bóltin í hitt borðið.

 

70) 2-1: Rógvi Poulsen

Innskifti Rógvi Poulsen hevði bara verið á vøllinum lítla løtu, tá ið hann legði AB framum. Dan Petersen slapp leysur í høgru, legði innfyri og við handara stólpa var Rógvi Poulsen á rætta staðnum í røttu løtuni.

Síðstu fimm minuttirnar hevur AB havt tríggjar stórar møguleikar, so tað er púra vent í holini sammett við, hvussu tað annars hevur verið síðsta hálva tíman.

 

65) 1-1

Leikgongdin er tann sama. AB hevur framt tvær skiftingar aftrat. Rógvi Poulsen, sum ikki hevur verið við í landskappingini í ár orsaka av skaða, er komin inn fyri Gert Drangastein, sum fór skaddur av vøllinum. Og so er Jónas Stenberg komin inn á høgra vongverji, har hann hevur avloyst Teit Olsen.

 

55) 1-1

Tað stendur framvegis á jøvnum á Argjum, men heimaliðið er nú undir støðugum trýsti. NSÍ hevur fyrstu løtuna eftir steðgin havt nógv álop, og spentar støður hava verið í AB brotsteiginum eftir fleiri hornaspørk. AB hevur næstan ikki verið frammanfyri miðstrikuna síðstu minuttirnar.

 

46) 1-1

Eiler Rasmussen hevur bríkslað fyri fyrstu ferð í 2. hálvleiki. Nú hevur NSÍ lotið ímóti. Lotið ávirkaði ikki spælið stórvegis í 1. hálvleiki. Ongar aðrar skiftingar eru gjørdar enn tann, sum AB framdi stutt fyri steðgin.

 

HÁLVLEIKUR

1-1

So er hálvleikt á Argjum, og støðan er 1-1. Eisini hesa síðstu løtuna hevur NSÍ havt bóltin væl meiri enn AB, men talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar. AB hevur verið skaðaplágað alt vár, og tann gongdin tykist at halda fram. Ein minutt undan steðginum fór Jobin Drangastein skaddur av vøllinum, og í hansara stað kom Mikkjal Hentze.

NSÍ málverjin Kristian Joensen tykist ikki frítt darvaður av skaða í lærkrikanum.

 

35) 1-1

Gestirnir hava bóltin mesta partin av tíðini, og AB spælararnir arbeiða nógv fyri at verja fyri. Í einstøkum førum eydnast tað teimum at fara í snarálop, men Jens Joensen og Pól Jóhannus Justinussen hava gott tað á í NSÍ miðverjuni.

 

30) 1-1: Árni Frederiksberg

Tað hevur síðstu løtuna líka sum ligið í luftini, at tað fór at eydnast NSÍ at svara aftur, og nú er 1-1. Málskjútti var miðvallarin Árni Frederiksberg, sum setti bóltin í málið, eftir at AB verjan ikki hevði megnað at rudda burtur.

Stutt frammanundan útjavnandi málinum sendi Árni Frederiksberg fríspark úr 17 metrum og mitt fyri omanfyri tvørtræið.

 

25) 1-0

Tað gongur javnt á, og síðstu løtuna hava báðir partar havt góðan málmøguleika. Martin Midjord hjá AB var um reppið at fáa mál, eftir at Sorin Anghel hevði spælt hann leysan, og so sendi Jann Martin Mortensen hjá NSÍ bóltin í stólpan, eftir at Árni Frederiksberg hevði spælt hann leysan.

 

15) 1-0: Sorin Anghel

So hava argjamenn lagt seg á odda. Málskjútti var Sorin Anghel, sum var staddur í málteiginum, tá ið hann setti bóltin í málið. Bjartur Kjærbo átti innleggið. AB hevði fríspark dygst uttanvert brotsteigarmarkið og mitt fyri. Bólturin varð lyftu inn í brotsteigin, har Bjartur Kjærbo kom í góða støðu. Royndin hjá honum kiksaði, men Bjartur fekk aftur tamarhald á bóltinum. NSÍ málverjin, Kristian Joensen, fylgdi aftan á AB framherjanum, sum sneiddi runt seg sjálvan og legði bóltin inn í málteigin, har Sorin Anghel var fyrstur á.

 

10) 0-0

Tað hevur verið friðarligt fyrstu minuttirnar. Veðrið skiftir millum grovar ælingar við fitt av vindi, sum AB hevur ímóti í 1. hálvleiki, og so stilli og turt veður.

 

AB-NSÍ kl. 18.00

Dómari: Eiler Rasmussen

AB: Heðin Stenberg - Teitur Olsen, Gert Drangastein, Rói Danielsen, Beinir Ellefsen - Martin Midjord, Sorin Anghel, Hørður Mohr, Dan Petersen - Jobin Drangastein - Bjartur Kjærbo

NSÍ: Kristian Joensen - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Sjúrður Jacobsen - Karl Løkin, Magnus Olsen - Andy Olsen, Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg - Klæmint A. Olsen