Pápin meldaði siðamisbrotið

Mamman visti ikki, um hon betur skuldi trúgva dóttrini ella manninum, hon livdi saman við og fór tí ikki til politiið. Maðurin fekk 15 mánaða fongulsrevsing

Tað verður styttri og styttri millum siðamisbrotini, sum Føroya rættur viðger, og fleiri og fleiri mál verða eisini meldað.
Mikudagin var aftur eitt siðamisbrot í rættinum. Hetta málið snúði seg um ein 49 ára gamlan mann, sum hevði verið ónæriligur móti eini 15 ára gamlari gentu.
Málið varð viðgjørt á opnum rættarfundi. Tó vórðu hurðarnar latnar aftur, meðan gentan varð avhoyrd fyri at verja gentuna.
Maðurin var blivin væl við grannakonuna, og í desember í fjør flutti hann inn til hennara. Nakað eftir komu børnini aftur til mammuna at búgva.
Teir fyrstu mánaðirnar gekk væl, men í apríl byrjaði hann at gera seg inn á hana.
Hann segði í rættinum, at gentan vildi tað sjálv, men tað samsvaraði ikki við tað, sum gentan hevur sagt fyri politinum og vinkonunum, sum vitnaðu í rættinum. Hon royndi at fara undan honum, og ofta svav hon hjá onkrari vinkonu, ella hon fekk onkra vinkonu at sova hjá sær. Tað gjørdi hon tó eisini, áðrenn hann byrjaði at gera seg inn á hana.

Fór at skulka
Flokslærarin hjá gentuni fekk illgruna um, at okkurt var galið heima hjá getuni. Gentan hevði annars trivist væl, men knappliga fór hon at skulka um morgunin. Lærarin hevði tosað við gentuna, men fekk einki svar.
Tvær vinkonur greiddu frá, at gentan hevði sagt teimum, at maðurin hevði gjørt nakað ljótt móti sær. Hon orkaði ikki fyri manninum, og tað var tí hon vildi hava onkra at sova hjá sær, hevði hon sagt.
Tað var mest um morgunin, eftir at mammam var farin til arbeiðis, at hann fór til gentuna, men hann fór eisini fleiri ferðir til hennara um náttina.
Alt endaði eina náttina, tá ið hann var farin upp, mamma gentuna var vakin og fór hann aftaná, og tá fann hon hann sitandi í kamarinum hjá gentuni. Hetta var 29. mai í ár.

Mamman forelskað
Tey bæði vaksnu høvdu skeldast illa tá, men mamman gjørdi einki við tað.
? Eg veit ikki hví. Eg var so frustrerað og visti ikki, um eg skuldi trúgva henni ella honum, og eg var eisini so forelskað, segði mamman.
Gentan hevði sagt mammuni, hvat maðurin hevði gjørt.
Í nakrar dagar segði mamman einki fyri nøkrum, men tað gjørdist ov mikið, og hon betrúði seg so fyri eini skyldkonu.
Tað kom fram í rættinum, at hann hevði biðið gentuna um einki at siga fyri mammuni, tí so fór mamman at gerast kedd. Hetta skuldi vera teirra loynidómur.
Hann segði, at gentan fleiri ferðir hevði biðið seg um lummapengar, sum hann hevði givið henni. Aðrar frágreiðingar søgdu, at hon hevði fingið pengar frá honum – líkasum afturfyri.
Hann hevði givið henni eina iPhone í føðingardagsgávu. Beiggi hennara fekk eisini eina.

Vildi maanninum tað besta
Tann ákærdi maðurin hevði sagt við unnustuna, at fór hon til politiið, tók hann lívið av sær. Eisini um hann skuldi í fongsul. Hon hevði svarað, at best var, um hann fór aftur til føðiland sítt.
Mamman segði, at hon ongan illgruna hevði havt, áðrenn ta náttina, hon avdúkaði mannin.
Hann hevði lovað ikki at gera tað aftur, og so gjørdi hon ikki meira. Hon vildi bara tað besta fyri hann. Torført var hjá ákæranum at draga svarini úr kvinnuni, sum ikki fekst at svara greitt, um hon ynskti at taka upp aftur samlívið við mannin.
Tað kom fram í rættinum, at onkur hevði latið pápa gentuna vita, hvat var hent, og at hann so meldaði tilburðin til løgregluna.
Ein stórur spurningur var, um maðurin hevði gjørt seg inn á gentuna, áðrenn hon fylti fimtan ár. Rætturin kom til, at tað var hent minst eina ferð.
Rætturin kom til, at við einum lítlum undantaki vóru allar ákærurnar prógvaðar, eisini at maðurin hevði brúkt maki móti gentuni.

Uppiheldur familjuni
Maðurin er útlendingur og hevur havt uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum í átta ár. Hann kom upprunaliga til Føroya fyri at arbeiða og forsyrgja familjuni í heimlandinum. Nakrar systrar hansara eru eisini í Føroyum.
Maðurin hevur konu og trý børn í heimlandinum. Hvønn mánað sendir hann pening heim til konuna og mammuna.
Hann visti ikki, hvussu tey fara at klára seg, um hann ikki kundi vera og arbeiða longur í Føroyum. Vánaligu korini hjá familuni í heimlandinum lýsti hann við at nevna, at tvey børn hansara vóru tey, tí familjan hevði ikki ráð at gjalda fyri viðgerð.
Dómurin var eitt ár og tríggjar mánaða fongsulsrevsing. Haraftrat var maðurin vístur av landinum í 10 ár. Hann skal eisini gjalda gentuni 30.000 krónur í endurgjaldi.
Hann hevur møguleikan at kæra dómin, og til tann avgerðin er tikin, verður hann sitandi í varðhaldinum.