fleiri sølufólk og fyritøkur enn nakrantíð fyrr. Umleið 150, sum allir meira og minni kappast um somu kundar og bjóða somu vørur fram. Úrslitið er bert hægri rávøruprísur her heima og lægri søluprísur [...] hugsjónum og vána handilsskapi. Tað er spell, tí vit hava kortini so góðar møguleikar at venda gongdini. Vit hava tørv á einari mentanarkollvelting og at fáa unga fólkið í Føroyum at vakna og taka við ábyrgd [...] á øllum marknaðum. Føroyar og góðska vóru samantvinnað heiti. Gongdin seinastu árini hevur degraderað Føroyar til ein óseriøsan útflytara av rávørum, ið keyparar mjólka og fara við, sum teimum lystir
skjótt til at granska eitt evni gjølla, og video og ljóð førir eisini nærri veruleikanum enn bert tekstur ger. Tað er trupult at hoyra fuglasang í prentaða tekstinum, og tað er lættari at skilja prinsippini [...] betri. Tað er fyrst og fremst eitt undirhaldandi verk. Við tíðarlinjum og førdum túrum ber til at koma vítt um. Tað eru í alt 15 túrar við útvaldum evnum sum til dømis danskir filmar og sjónleikarar ella [...] nú at steðga túrinum uttan at skula byrja umaftur, tá vit vilja víðari. Og spurnarkappingin hevur fingið ein lítlabeiggja til ung og børn. Alt hongur samanum tikið væl saman, men er kortini ikki altíð líka
Eitt vakurt summarkvøld í Klaksvík er lív á og framvið Víkini ein dreymaverð fyri ung og eldri. Her við sjóvarmálan bygdu klaksvíkingar svimjihyl fyri øld síðan. Og framvið Hellisenda innast á Víkini hava [...] Sjógvurin knýtti búplássini saman. T.d. vóru Mikladalur og Gjógv grannabygdir . Men nú oyggjar og búpláss eru bundin saman við vegum og tunlum er alt broytt og í Klaksvík er hetta meira sjónligt enn nakrantíð [...] uttan at neyðugt hevur verið fyrst at nýtt milliónir til grótkast og brimverju. Tann prúða Kunoyggin stendur sum verja høg og breið - og bjóðar havalduni av. Øðrvísi er á Borðoyavík, ella á Víkini , sum
rúmi. Ein tónleikaframleiðari hoyrdi hann, og bað hann um at koma og gera eina royndarinnspæling. Søren tók vinmannin og orkesturfelaganum Esben við sær, og saman stovnaðu teir bólkin. Tá teir spældu í [...] veitslu, hittu teir David, ið beinanvegin tók ein gittara í hond og sang og spældi við teimum. Hann bleiv triðji limurin í bólkinum. Dylan og Beatles David sigur, at hansara tónlistarliga bakgrund er ein [...] elskar popp í breiðum týdningi og nevnir serliga Celine Dion og Elton John sum íblásturskeldur. David harafturímóti hevur lurta nógv eftir bretskum fólkarokki sum Bob Dylan og The Beatles. Tað var pápi hansara
veg niðan um Kleynsvarða, Gamla Enda og Norðara Skarð. Víðari ígjøgnum Mjørkadal og Mannafellsdal, um Skeiðsá, og oman ígjøgnum Hundsarabotn. Har stóðu fólk, fólk og uppaftur fleiri fólk. Framvið Statoil [...] øksl móti øksl, lið um lið, kvinnur og menn, ung og gomul. Øll, sum henda dag orkaðu at standa á beinunum. Hvør hevði ein metur, so har vóru 1000 upp á ein kilometur, og 20.000 fólk upp á 20 kilometrar. [...] Havn. Og har stóðu so fólk allan vegin niðan eftir Niels Finsens Gøtu, lið um lið, umleið ein metur í part. Har stillaðu øll upp á rað Og tað fortsetti niðan um Sjónleikarhúsið, framvið Plantasjuni og niðan
Harumframt verða ímillum 300 og 500 milliónir fólk smittað av malaria um árið, og teir flestu tilburðirnir eru í Afrika. ST sigur, at tað eru yvirhøvur børn, sum fáa malaria, og serliga ringt er i londunum [...] heldur, at alt ov nógv børn og ungfólk í USA eru ov feit, og tað hevur hann sett sær fyri at gera nakað við. Í hes-um døgum ferðast Clinton ímillum skúlar, har hann greiðir børnum og ungum frá, hvussu umráðandi [...] sigur Clinton. Men í dag er tað alt ov vanligt, at børn og ung eru ov feit, sigur hann. - Sannleikin er børn hava ongantíð etið so nógv sukur og feitan mat sum nú. Hetta mugu vit gera okkurt við, tí tey
men sum heild er manningin ung og enn ikki til fulnar samanspæld, og tá allir heldur ikki enn eru í fullum formi, gjørdist tað at enda til, at tað mesta hekk á Gerster og undangongumanninum á H71-liðnum [...] ímillum liðini, og so arbeiddu teir stútt og støðugt sigurin upp, til teir tað síðsta korterið sótu fullkomuliga á øllum. Í verjupartinum gekk væl hjá VÍF, sum hevði stórmennini Sámal Joensen og Piti Negru [...] dyst. Og at teir ætla sær at verða drúgvir hetta kappingarárið, vístu teir leygardagin í Hoyvíkshøllini. Hinvegin fekst eisini sjón fyri søgn, at hoyvíkingar munnu fara at taka stig bæði her og har ? tá
Hann er lærari og hevur universitetsútbúgving innan búskap og leiðslu. Hann arbeiðir sum rektari á einum ungdómsskúla í Kristiansund, og hevur ymisk álitisstørv í norska undirvísingar- og granskingarmálaráðnum [...] hevur drúgvar royndir innan skúlaskap, og hevur serligan áhuga og royndir í tí "inkluderandi" skúlanum. Leif er pápi at 34 ára gamlari kvinnu við menningartarni og øðrum brekum. Hann er eisini nevndarlimur [...] "Skúlin fyri øll ? hvussu fáa vit hann" Um útbúgving Grein 3 í stevnumiðunum hjá Javna sigur, at: ?Børn og ung við menningartarni hava ? sum øll onnur ? rætt til skúlagongd, sum skal vera lagað til tørvin hjá
er fimti ára gomul og fødd og uppvaksin í Ohio. Sum ung flutti hon til Svøríkis, har hon giftist svianum, Henry Andersson. Saman fingu tey døturnar, Irene, sum er 20 ára gomul og Astrid, sum er 18 ára [...] ára gomul. Foreldur Denise, sum eru 74 og 76 ára gomul, búgva enn í Ohio og eru framvegis frísk og ferðug. Denise hevur nógv áhugamál. Eitt av teimum er mál. Hon kann samskifta á 7 ymiskum tungumálum umframt [...] fyri Føroyum og føroyskum. Hon fór tí undir at læra seg føroyskt við at lurta eftir bondum við føroyskum teksti, tó mest sangi. Eisini er Denise tónleikakvinna og yrkjari. Hon spælir guitar og syngur egnar
runt í Prag og vitja fleiri søgulig støð. Á vegnum heimaftur steðgaðu tey ein dag í Noreg. Og tann 13. august var ferðalagið aftur í Havn. Troytt, men glað og vælnøgd við ein hendingaríkan og sera spennandi [...] Alt frá sálmum og gospel til rokk og popp. Meinhard sigur, at tensingkór eru allastaðni kring um í heiminum. Tað eru ungdómskór, har tey ungu taka ábyrgd sjálvi. ? Okkara motto er: Ung ábyrgd ? vaksin [...] samans. 53 sangarar í aldrinum 13 til 18 ár, fýra tónleikarar og sjey ferðaleiðarar. Men kórið er ikki bara sangarar. Tey hava eisini ein dansibólk og ein fimleikabólk, sum eisini høvdu onkra framførslu í Prag