Vitan treyt fyri framburði

Tóra við Keldu
------------------

Duga vit í veruleikanum at síggja møguleikarnar og avbjóðingina í útbúgving, og týdningin vitan hevur fyri samfelag okkara? Tí eingin ivi er um, at lítla demokratiska vælferðarsamfelag okkara, sum júst av somu orsøk er sera viðkvæmt, er treytað av teimum, sum velja at virka her.

Vitan og gransking
Vitan er ein treyt fyri framburði. Sum fiskivinnutjóð eru vit bundin av, at fiskivinnan gevur eitt avkast, sum kann fíggja samfelagið - vælferð, vinnu, útbúgving, gransking og arbeiðspláss. Fiskivinnan er í dag so at siga einasta inntøkukelda hjá landskassanum. Ein nýggj vinna við fíggjarligum avkasti er tí sjálvsagt kærkomin.

Sum eitt gott grundarlag og íløgu ger samfelagið tí tað einasta rætta at bjóða børnum og ungum møguleika at vinna sær vitan, sum við tíðini kann gerast samfelags-vinningur.

Skúlin ein íløga
Tá børn gerast næmingar byrjar lestrarlívið av álvara. Hetta er ein stór avbjóðing, sum flestu børn megna væl. Fyrstu úrslitini síggjast rættiliga skjótt og viðurkenningin er dagligur gestur. Hesi livandi og skapandi børn gerast við tíðini kend við avbjóðandi gerandisdagin.

Samfelagið hevur valt at útbúgva børn og ung. Tí er hetta ein íløga, sum samfelagið ger - í og við at gjalda høli, tilfar og lønir.

Útbúgving vinningur
Eftir lokið fólkaskúlaprógv fara flest allir næmingarnir víðari á miðnám. Hetta er ein av stóru samfelagsíløgunum, sum afturat karmum og lønum veitir týðandi ískoyti til til lesandi fyri mongu útreiðslurnar.

Í fimm økjum bjóðar samfelagið ungum at lesa - Suðuroy, Suðurstreymoy, Norðurstreymoy, Eysturoy og í Norðoyggjum. Skúlar, sum eru viðurkendir, og sum í altjóða kappingum hava staðið seg væl.

Úrtøkan
Hvat vit síggja aftur í samfelagnum av øllum hesum. Jú, tey ungu eru væl fyri at fáa sær eina útbúgving og klára seg væl - eisini samanborið við onnur lond. Íløgan samfelagið ger í føroyska fólkaskúlan og hægri skúlarnar, gevur føroyska ungdóminum møguleika at skapa eitt gott lív og eina spennandi framtíð.

Havi tó hug at seta spurningin opnan: Duga vit í veruleikanum at síggja avbjóðingina í júst hesum møguleikanum, og týdningin útbúgving hevur fyri samfelag okkara? Hvussu fáa vit vitan og skúlaskap at gerast ein náttúrligur partur av samfelagnum og møguliga eina inntøkukeldu?

Samfelagið
Seinastu tíðina hevur kjak stungið seg upp um, hvussu vit fáa tey, sum hava nomið sær vitan í øðrum londum aftur til Føroyar at búseta seg. Hildið verður, at samfelagið skal bjóða útbúna fólkinum aftur til landið til eitt ”gott” starv í einum komandi granskingarumhvørvi ella í nýggjum størvum, sum ongin rættiliga veit, hvørji eru.

Eg veit ikki, um onnur undrast, men tað geri eg. Haldi, hetta er at taka seinasta brikkin fyrst. Eg skilji væl grundgevingina fyri, at landið hevur brúk fyri vitan. Tó er alt hetta treytað hugsjónum og vilja hjá teimum, sum longu búleikast her. Aftur at hesum er spurningurin, hvat føroyski búskapurin, við so at siga einari inntøkukeldu, kann bera.

Skal samfelagið lagast eftir teimum, sum lesa og møguliga koma aftur til eitt starv her? Eg havi hug at halda, at samfelagið eigur at vísa vilja at vaksa seg sterkari við teimum, sum longu búgva her, við langtíðarætlanum fyri, hvussu samfelagið skal skipast, og geva greiðar útmeldingar um, hvat er at gera. Neyðugt er at vísa í verki virðing fyri vitan, skúlaskapi og gransking, sum ein týðandi part av mentan okkara - tá kunnu vit fara út at bjóða heim.