Hvat er tað besta við at vera skúlalærari?
Tað, at fáast við børn og ung fólk er altíð nýtt og spennandi. Eisini er tað so, at tá tú velur lærarayrkið, er tað tí tær dámar at læra frá tær. Læraralønin er ikki nakað at reypa av, men summarferian er deiliga long.
Er tað »passaligt« at hava eitt stjórastarv, tá man er kommunalpolitikari?
Eg hugsi, at flest øll størv eru »passalig« tá tú ert kommunalpolitikari. Haldi tað er umráðandi, at eitt býráð er so breitt umboða av politikarum sum gjørligt. Best er um javnvág er í aldri, kyni, privat- og alment settum osfr.
Er tað tungt at sita uttan ávirkan annað valskeiðið á rað?
Ja, tað er ræðuligt. Serliga hugtungt er at síggja, hvussu illa kommunan verður stýrd fíggjarlig. Tað gongur »stille og roligt« skeiva vegin, og tað pínur.
Konan hevur havt Yndi Fitness, venur tú nógv har?
Konan hevði Yndi Fitness, og eg vandi ongantíð, og tað geri eg heldur ikki nú. Men rættari hevði verið at gingið har 2 til 3 ferðir um vikuna, tí tað er gott fyri heilsuna – eingin ivi um tað.
Er tú hundamaður ella kettumaður?
Eg eri hvørki, men vit hava ein lítlan og heldur feitan mops heima, ið er verðins fittasti hundur. Mopsar eru so tilpas dovnir, at tær nýtis ikki at ganga so langar túrar við teimum. Annars eru hundalortar á gongubreytini nakað av tí ringasta eg veit.
Hvør er størsti eginleikin hjá konufólki?
Uff, torførður spurningur, men hjá mínari konu er tað óiva at halda meg út. Generelt vildi eg meint, at konufólk hava meira hjarta við, tá tey hugsa og gera eitthvørt.
Hevur tú ongantíð havt ambitiónir um at dríva »Kathrinu Christiansen« víðari?
Tíðin sum krambakallur hjá Katrinu Christiansen var ein deilig tíð. Tað at standa aftanfyri diskin og práta við fólk at øllum »slag«, var gevandi, og tú lærdi mangt, og harumframt var tað sera stuttligt mangan. Men harífrá og so til at dríva eina gamla krambú er stórur munur. Haldor, farbróður, arbeiddi um 60 tímar um vikuna í handlinum, og orðið feria var líka ókent, sum onkur smábygd í Siberia.
Tú er ein av teimum, sum etur morgunmat á Hvonn hvønn leygarmorgun, hvussu leingi og hví ger tú tað?
Arbeiðið forðar fyri, at eg eri har vanligar arbeiðsdagar, men ein leygarmorgun uttan Sjómansheimið - nú Hvonn – tá manglar okkurt.
Konan er rossakvinna, hví er tú ikki rossamaður?
Hugsi tað hevur nakað við barna- og ungdómsárini. Elsa Maria hevur altíð havt áhuga í rossum og djórum sum heild, tað havi eg ongantí havi. Havi ofta sagt við konuna, at hon heldur skuldi verið gift við einum bónda.
Hvønn ítrótt dámar tær best at síggja í sjónvarpinum og hví?
Enskan fótbólt, tí teir hungra eftir at fáa mál. Teir liggja heldur ikki á vøllinum og grenja, sum fótbóltsspælararnir við Miðalhavið.
Hvør er besta ferð tú hevur gjørt og hví?
Antin var tað ferðin til Gardarvatnið, ið flokkurin fór aftan á lokið Realprógv. Ella var tað brúðleypstúrurin til Skotland nógv ár aftaná. Tann fyrri túrurin var spennandi, har alt var nýtt, og tú vart fullur av energi. Tað var »fest og balada« hvørt kvøld. Tann seinni túrurin var meira róligur og sera, sera romantiskur.
Hvat er títt nýggjársynski?
At familjan hevur tað gott, og at dótturin kemur aftur úr Argentina í øllum góðum. Hon er AFS studentur í sunnasta býi í heiminum.