í fjør vóru 16.787 havnafólk, men nú er talið komið uppá 17.830 fólk. Fólkatalið í høvuðsstaðnum hevur annars verið í støðugum vøkstri síðan miðskeiðis í 90-unum. Við árslok í 1996 var talið 15.560 fólk [...] Gøtu, Nes, Runavíkar, Sjóar og Skála kommunu, búgva nú 8.689 fólk. Vøksturin seinastu fimm árini hevur verið 794 fólk. Einki annað økið í Føroyum kann reypa sær av nøkrum serliga stórum vøkstri í fólkatalinum [...] fólk seinastu fimm árini. Í Vágunum búgva 2.658 fólk, meðan 1.453 fólk búleikast á Sandoynni, og har hevur fólkatalið mestsum staðið í stað seinastu árini.
Bókin er partvís eitt greinasavn, har høvundurin endurprentar ymsar viðmerkingar, hann hevur havt í bløðunum, Sosialinum og Dimmalætting. Men hví heitið »Aldanna børn«? ? Eg havi livað í tveimum øldum [...] eisini, sigur høvundurin. Ólavur í Beiti er føddur í 1952. Umframt at hava skrivað fleiri bøkur, hevur hann eisini starvast sum blaðmaður í mong ár. Av verkum hansara kunnu nevnast søgusøvnini »Einaferð« [...] eisini er komin út á donskum. Bókin, Aldanna Børn, er prentað á Dimmalætting, og Helge Justinussen hevur heft. Mentanargrunnur Landsins og Fjølrit hava stuðlað útgávuni Bókin er góðar 150 blaðsíður og kostar
tá bretar meira enn nakrantíð tørvaðu fisk frá føroyingum, nevniliga undir seinna heimskríggi. Nú hevur ein ? um ikki júst eins álvarslig støða ? tikið seg upp, har risastóru bretski heimamarknaðurin rætt [...] veit og viðurkenni, at fiskur er av alstórum týdningi fyri føroyska búskapin. Men føroyskur fiskur hevur eisini ómetaliga stóran týdning fyri okkara búskap og fyri okkara framleiðsluídnað sigur Elliot Morley [...] innflutningi av fiski, og her er føroyskur fiskurin av alstórum týdningi, eins og okkara marknaðurin hevur stóran týdning fyri føroyingar. Elliot Morley sigur víðari, at hann og løgmaður viðgjørdu eisini altjóða
partarnar, hevur lítlan og ongan, fíggjarligan týdning, men hetta vil Fíggjarmálastýrið ikki góðtaka. Hjá maskinmeistarunum er trupulleikin ein annar. Hjá teimum er ein orsøk til ósemjuna, at Teistin hevur di [...] Skipara- og Navigatørfelagið vil hava hann flokkaðan hægri enn Dúgvan, hóast Teistin er minni og tað hevur eisini ein fíggjarligan týdning.
vísir kravinum um javnbjóðis rættindini frá sær, og grundgevingin fyri tí er tann sama, sum áður hevur verið at hoyrt frá donsku stjórnini. - So leingi føroyingar eru við í ríkisfelagsskapinum, hava teir [...] somu rættindini sum danir og grønlendingar, men um Føroyar velja at fara úr ríkisfelagsskapinum, so hevur tað valið eisini nakrar avleiðingar við sær, sigur Frank Jensen. - Vit eru sinnað at lata fáa greiði [...] skulu teir hava møguleika at búgva í Danmark við somu rættindum sum danir, sigur hann. Landsstýrið hevur ikki givið upp at fáa semju um ríkiborgararættindini, og landsstýrið heldur, at talan er um politiskan
Fútarætturin hevur seinnapartin avgjørt at vísa frá sær áheitanini hjá Fíggjarmálastýrinum um at seta feløgum okkara bann móti at nokta limum okkar at sigla við Teistanum. Samstundis hevur fútarætturin [...] í veruleikanum er ein roynd at føra inn á føroyska arbeiðsmarknaðin eina rættarskipan, sum hvørki hevur undirtøku hjá fakfeløgunum ella politiska meirilutanum á tingi. Ein sigur fyri føroyska arbeiðararørsluna
ímóti at fáa 100.000 ferðafólk hvørt ár, tá nýggja Norrøna fer í sigling. Nógvir týskarar Smyril Line hevur framgongd á øllum marknaðum. Tann føroyski marknaðurin er framvegis størstur, og síðani er tað í Týsklandi [...] Jespersen. Smyril Line er komið við í faldara hjá Danmarks Turistråd, og tað heldur Áki Jespersen hevur góða ávirkan á søluna. Somuleiðis er við tilfari hjá týska DER, sum førir farleiðir í øllum Europa [...] at meta um, hvussu sølan í Føroyum verður, tí føroyingar bíleggja ofta ferðir seint, men higartil hevur framgongd verið í bólkabíleggingunum. ? Fer gongdin í bíleggingunum at halda fram, verður hetta kanska
kundu fáa tørv á hølunum í framtíðini. Spurdur um tað ikki hevur nakað við plaseringina hjá kappingarneytunum at gera, svara bankastjórin, at tað hevur tað ikki. - Vit hava valt hølini, tí vit halda tey vera [...] Tryggingarfelagið Føroyar heldur til niðri við Kongabrúnna er í sjálvum sær einki nýtt. Í mong ár hevur felagið, sum áður var eitt samband, havt part av virksemi sínum á staðnum, og líkt er til, at virksemið
nar, tí teir meta, at læknin er farin út um sínar heimildir. Siðseminevndin metir ikki, at nakar hevur loyvi at taka blóðroyndir ætlaðar til genetiskar kanningar uttan loyvi frá nevndini. Tí varð meldingin [...] fara undir eitt hvørt virksemi í húsinum skulu hava loyvi frá leiðsluni. Hann sigur, at Ulrike ikki hevur nakað loyvi frá teimum at taka blóðroyndirnar. Jóanis Erik Køtlum sigur eisini, at í løtuni verður [...] Høgni Debes Joensen, landslækni, vil tó als ikki gera nakra viðmerking til hetta málið. Heldur ikki hevur hann hug at tosa um generellu uppgávuna hjá landslæknanum, men vísir til ársfrágreiðing landslæknans
økinum. Rættarnevndin hevur viðgjørt uppskotið, og í álitinum, sum varð lagt fyri Løgtingið í gjár, sæst, at allir limirnir taka undir við uppskotinum. Danska Løgmálaráðið hevur somuleiðis hugt at uppskotinum [...] galdandi frá tí degi, lógarbrotið er framt. Hetta ber í sær, at mál ofta gerast ov gomul, tí tann, sum hevur verið fyri ágangi, ikki kemur fram við tí, sum er hent, fyrrenn tað er ov seint. Nýggja revsilógin