Smyril Line nógv fleiri bíleggingar

Smyril Line hevur selt 30% fleiri ferðaseðlar í ár sammett við somu tíð í fjør

 

Mitt í kjakinum um almenna leiklutin í Smyril Line, kann føroyska felagið fegnast um, at ferðafólktalið verður hægri í ár, enn tað var í fjør.

? Vit hava fingið 30% fleiri ferðafólk higartil í ár sammett við somu tíð í fjør, sigur Áki Jespersen, leiðari á Ferðamannadeildini.

Í fjør var ferðafólkatalið hjá Smyril Line 68.000, og tað var eitt lítið vónbrot hjá felagnum.

Smyril Line miðjar ímóti at fáa 100.000 ferðafólk hvørt ár, tá nýggja Norrøna fer í sigling.


Nógvir týskarar

Smyril Line hevur framgongd á øllum marknaðum. Tann føroyski marknaðurin er framvegis størstur, og síðani er tað í Týsklandi, at Smyril Line selir flest ferðaseðlar.

? Í fjør høvdu vit framgongd í Týsklandi, og hendan framgongdin heldur fram í ár. Týskarar hava eftir øllum at døma stóran hug at leita norðureftir, sigur Áki Jespersen.

Smyril Line er komið við í faldara hjá Danmarks Turistråd, og tað heldur Áki Jespersen hevur góða ávirkan á søluna. Somuleiðis er við tilfari hjá týska DER, sum førir farleiðir í øllum Europa fram.

? Vit fáa eisini bíleggingar longri suðuri í Europa, úr Fraklandi og Italia.


Kanska metár

Áki Jespersen dugir ikki at meta um, hvussu sølan í Føroyum verður, tí føroyingar bíleggja ofta ferðir seint, men higartil hevur framgongd verið í bólkabíleggingunum.

? Fer gongdin í bíleggingunum at halda fram, verður hetta kanska besta árið hjá okkum nakrantíð, sigur Áki Jespersen.

Ferðafólkaleiðarin fegnast um framgongdin eftir heldur soltna árið í fjør, og hann sær ljóst upp á árið í ár.