Oddamenninir í Siðseminevndini, formaðurin Høgni Djurhuus og næstformaðurin, Richard Schwartson, hava báðir skrivað undir meldingina, sum varð send
fútanum fyri jól. Hetta váttar Dorthe Møller Andersen, politiassessor á Fútaskrivstovuni.
Nevndin metti hetta málið vera somikið álvarsamt, at hon gjørdi ikki mætari enn at melda til myndugleikarnar, tí teir meta, at læknin er farin út um sínar heimildir.
Siðseminevndin metir ikki, at nakar hevur loyvi at taka blóðroyndir ætlaðar til genetiskar kanningar uttan loyvi frá nevndini. Tí varð meldingin send fútanum.
Í góðari trúgv
Ulrike Steuerwald sigur sjálv, at í hennara eygum var hetta ein klinisk kanning, og tá talan er um kliniskar kanningar er ikki neyðugt at fáa loyvi
frá siðseminevndini. Hetta hevði hon eisini fingið at vita frá formanninum í Vísindasiðsemisnevndini, sigur hon.
Jóanis Erik Køtlum, sjúkrahúsleiðari, metir nú, at allir læknar, sum fara undir eitt hvørt virksemi í húsinum skulu hava loyvi frá leiðsluni. Hann sigur, at Ulrike ikki hevur nakað loyvi frá teimum at taka
blóðroyndirnar.
Jóanis Erik Køtlum sigur eisini, at í løtuni verður bíðað eftir, at ein mannagongd í sambandi við gransking verður fastløgd. Hesa mannagongd skal
politiski myndugleikin syrgja fyri at gera, men enn er einki hent á tí økinum.
Landslæknin onga viðmerking
Tað er landslæknin, sum skal hava eftirlit við læknum í Føroyum. Høgni Debes Joensen, landslækni, vil tó als ikki gera nakra viðmerking til hetta málið. Heldur ikki hevur hann hug at tosa um generellu uppgávuna hjá landslæknanum, men vísir til ársfrágreiðing landslæknans og til lógina á hasum økinum annars.