Uppskotið hjá Katrini Dahl Jacobsen fekk góða móttøku í Løgtinginum, tá tað var til 1. viðgerð í fjør, og líkt er til, at tað verður samtykt uttan trupulleikar.
Katrin Dahl Jacobsen skjýtur upp at dagføra revsilógina, so hon samsvarar við donsku lógina á økinum. Rættarnevndin hevur viðgjørt uppskotið, og í álitinum, sum varð lagt fyri Løgtingið í gjár, sæst, at allir limirnir taka undir við uppskotinum. Danska Løgmálaráðið hevur somuleiðis hugt at uppskotinum og hevði ongar viðmerkingar til tað.
Longri fyrningarfreist
Ein av broytingunum í lógini er, at fyrningarfreistin í málum um kynsliga misnýtslu verður 10 ár frá tí degi, at barnið fyllir 18 ár. Sum er, er fyrningarfreistin eisini 10 ár, men hon er galdandi frá tí degi, lógarbrotið er framt. Hetta ber í sær, at mál ofta gerast ov gomul, tí tann, sum hevur verið fyri ágangi, ikki kemur fram við tí, sum er hent, fyrrenn tað er ov seint.
Nýggja revsilógin herðir eisini reglurnar um barnapornografi munandi. Í dag er tað ikki ólógligt at liggja inni við tílíkum tilfari, men tað verður tað við nýggju lógini. Tað verður heldur ikki loyvt um internetið ella á nakran annan hátt at lata øðrum pornografiskt tilfar við børnum undir 18 ár. Revsinigin fyri slík lógarbrot verður eisini herd, so tey nú kunnu geva upp til 2 ára fongulsrevsing.
Fólkatingið broytti revsilógina í fjør, og tað eru hesar broytingarnar, sum Katrin Dahl Jacobsen vil hava inn í føroysku lóggávuna. Og líkt er altso til, at ein meiriluti í Løgtinginum tekur undir við at broyta lógina.