Løgmaður á almennari vitjan
Tað var tann tíð, tá bretar meira enn nakrantíð tørvaðu fisk frá føroyingum, nevniliga undir seinna heimskríggi. Nú hevur ein ? um ikki júst eins álvarslig støða ? tikið seg upp, har risastóru bretski heimamarknaðurin rætt og slætt skríggjar eftir fiski. Talan er um herviligu munn- og kleyvsóttina, sum er farin at herja kring alt Stórabretland sum skógareldur. Longu nú er nærum ógjørligt at fáa kjøt í handlunum og tí veksur eftirspurningurin eftir fiski við rúkandi ferð. Men eisini minkandi kvotur og niðurfiskaðir fiskastovnar gera sítt til at økja um eftirspurningin. Og hetta fer heilt vist at fáa uppaftur størri týdning fyri útflutningin úr Føroyum.
Bretski fiskimálaráðharrin Elliot Morley umrøddi fleiri av hesum spurningum undir fundinum hann hevði við Anfinn Kallsberg, løgmann í London í vikuni.
- Vit høvdu ein sera góðan og siðiligan fund, har vit viðgjørdu fiskivinnumál, sum hava okkara felags áhuga. Bæði londini taka fiskivinnuna sera álvarsliga, og eg veit og viðurkenni, at fiskur er av alstórum týdningi fyri føroyska búskapin. Men føroyskur fiskur hevur eisini ómetaliga stóran týdning fyri okkara búskap og fyri okkara framleiðsluídnað sigur Elliot Morley, sum leggur stóran dent á at siga føroyingum, at bretar klára ikki í dag at fiska nóg nógv til at klára eftirspurningin í Bretlandi. ?Tí eru vit bundin at innflutningi av fiski, og her er føroyskur fiskurin av alstórum týdningi, eins og okkara marknaðurin hevur stóran týdning fyri føroyingar.
Elliot Morley sigur víðari, at hann og løgmaður viðgjørdu eisini altjóða umsiting og regulering av fiskastovnum, eitt øki, sum bæði londini hava felags áhuga í og ynskja framstig.