Tryggingardepil
At Tryggingarfelagið Føroyar heldur til niðri við Kongabrúnna er í sjálvum sær einki nýtt.
Í mong ár hevur felagið, sum áður var eitt samband, havt part av virksemi sínum á staðnum, og líkt er til, at virksemið felagsins í framtíðini verður enn meira miðsavnað á staðnum.
Trygd kemur eisini
Einsamallir verða teir á Tryggingarfelagnum tó ikki.
Fyri stuttum frættist, at leigusáttmálin, sum Ferðaráðið hevði við Føroyabanka um leigu av gamla Sjóvinnubankanum, varð sagdur upp. Orsøkin var, at Føroya Banki hevði annað endamál at nýta bygningin til.
Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka, sigur við Sosialin, at orsøkin til, at Trygd nú flytir oman á Kongabrúnna fyrst og fremst er plásstrot.
- Verandi hølini hjá Trygd eru nú um at gerast heldru trong, og tí mettu vit, at tað varð neyðugt at flyta virksemi. Bankin átti framman undan hølini við Kongabrúnna, og vit sóu hesi hølini sum sera væl hóskandi.
- Tá bankarnir í sínari tíð vórðu lagdir saman, gjørdu vit av, ikki at selja Sjóvinnubankabygningin. Orsøkin var júst tann, at vit mettu, at vit kundu fáa tørv á hølunum í framtíðini.
Spurdur um tað ikki hevur nakað við plaseringina hjá kappingarneytunum at gera, svara bankastjórin, at tað hevur tað ikki.
- Vit hava valt hølini, tí vit halda tey vera hóskandi. Men tað ger nokk heldur ikki nakran skaða, at vit samstundis kunnu síggja, hvat gongur fyri seg hjá teimum, leggur hann smílandi afturat.
Hvussu er og ikki, so tykist tað í øllum førum, at tað framyvir skuldi verið tryggari hjá smábátaeigarunum at liggja við Kongabrúnna.