Aldanna børn

Forlagið Grønhólmur í Sørvági gav í gjár út bókina Aldanna Børn eftir Ólav í Beiti, rithøvund.

 

Bókin er partvís eitt greinasavn, har høvundurin endurprentar ymsar viðmerkingar, hann hevur havt í bløðunum, Sosialinum og Dimmalætting.

Men hví heitið »Aldanna børn«?

? Eg havi livað í tveimum øldum, og tí havi eg valt felirtalsformin, Aldanna børn, sigur Ólavur í Beiti. Hann heldur sjálvur, at tað er ringt at seta bókina í ávísan bólk.

? Talan er hvørki um skaldsøgu, stuttsøgusavn ella um yrkingasavn. Men vit kunnu siga, at hetta er seianasta bókin í eini trilog, har eg viðgeri sama evni, sigur hann.

Ólavur í Beiti gav í 1998 út bókina »Til kærleikin meg skilir«, í 1999 bókina »Sangur einliga pápans«. Hendan bókin, Aldanna børn, er endin, har høvundurin m. a. vísir, hvussu onkrir av trupulleikinum, sum viðgjørdir vóru í hinum bókunum, vórðu loystir.

? Eg havi m. a. viðgjørt trupulleikan hjá einligum pápum, hvussu skerd rættindi teir hava, og at lógarverkið, sum beinleiðis kúgar pápan, er frá 20?unum. Í hesi bókini kann eg fortelja fólki, at eg nú eri pápi á pappírinum eisini, sigur høvundurin.


Ólavur í Beiti er føddur í 1952. Umframt at hava skrivað fleiri bøkur, hevur hann eisini starvast sum blaðmaður í mong ár.

Av verkum hansara kunnu nevnast søgusøvnini »Einaferð«, »røkun Snarljós og hennara dýrabæra ogn« og »Losi tann Fyrsti« og skaldsøgurnar »Eitt slag av tíð« og »Tá ið tú kemur«, sum eisini er komin út á donskum.

Bókin, Aldanna Børn, er prentað á Dimmalætting, og Helge Justinussen hevur heft. Mentanargrunnur Landsins og Fjølrit hava stuðlað útgávuni

Bókin er góðar 150 blaðsíður og kostar 180 krónur.