hin unga er væl nøgd. - Perfekt, sigur hon, tá hon eftir viðgerðina hyggur í speglið. Hetta er aðru ferð, hon rættar varrarnar, og nøsin varð skurðviðgjørd, meðan hon enn bara var 16 ára gomul. Vakurleik [...] hjá læknanum sær hon nakað, henni ikki líkar. Hon sær, at varrarnar eru ikki eins, og tað plágar hana. Skurðlæknin, Roland Tohme, er samdur. Yvirvørrin er størri enn undirvørrin. Hann mælir tí til, at [...] hava størri bróst og rumpu, og tá NRK spyr ungu gentuna, um hon kennur onkra gentu, sum slett ikki hevur latið seg skurðviðgera, hugsar hon seg um eina løtu: - Jú, eg haldi, eg kenni eina, kanska tvær
verkfallið er og tí heldur hon, at tað er alt ov tíðliga hjá politiska myndugleikunum at leggja upp í. Men skuldu vit komið í eina støðu, at verkfallið dregur út, kann støðan broytast, og hon útihýsir ikki, at [...] leggja upp í. Men sum støðan er nú, er tíðin ikki búgvin til eina politiska uppílegging, heldur hon. Hon sigur, at verður eitt mál um at skerja verkfallið, lagt fyri Løgtingið, fer Framsókn heldur ikki [...] tíð, sum er neyðug, sigur hon. Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sigur, at sum støðan er nú, tekur Tjóðveldi ikki undir við at Løgtingið leggur seg út í verkfallið. Hon sigur, at Tjóðveldi tekur
virkjum og so lítið sum møguligt, skal óvirkað av landinum. ? Men tað hendir bara onki, staðfestir hon. Hon sigur, at fiskurin undir Føroyum er fólksins ogn, sum tað stendur í grein tvey í lógini um vinnuligan [...] eina bananrepublikk, sum ikki megnar at gagnnýta sína egnu rávøru og tí verður hon flutt av landinum til onnur at virka. Hon kann skilja, at slíkt hendur í londum, sum ikki hava umstøður og førleika til [...] uppí Ingeborg Vinther sigur, eins og Hans Joensen, formaður Havnar Arbeiðsmannafelags, segði í Sosialinum í gjár, at nú fara fakfeløgini at umrøða støðuna. Men hon ivast ikki í, at nú er neyðugt, at p
meg um at verða við á nøkrum av hesum fundunum, greiðir Rúna frá. Hon sigur eisini, at hon ikki er kedd av hesi avgerð, men tó metir hon, at flokkurin hevur gjørt ein feil við ikki at leggja meir dent á [...] fleiri atkvøðum enn Rúna, og tí verður tað hann, sum kemur inn á plássið hjá Anfinni. Rúna Sivertsen hevur verið politiskt virkin í fleiri ár, og í 6 ár hevur hon verið einasta kvinnuliga umboðið hjá Norðoyggjum [...] umboðað fólkaflokkin á tingið í í 6 ár, so varð hon ikki biðin um at luttaka í nakrari sending, hvørki í útvarpi ella sjónvarpi. Fyri uttan teir fundirnar, har hon var sjálvskrivað sum luttakari í Norðoyggjum
Tá skiparin stýrdi Norrönu inneftir, sást á øllum brøgdum, at hann var eyka varligur. Kortini var endin, at Norröna bar við molan, tá hon skuldi leggja at. Skiparin Ólavur Hovsgarð váttar sjálvur, at Norröna [...] stýriborðsíðuni, men annars hevði tað einki upp á seg, sigur Ólavur Hovsgarð. Buklan er kosmetisk. Hon er ein góðan metur long og 10 sentimetrar djúp. Fólkini umborð merktu einki til lítla samanstoytin [...] verður sagt, og skiparin hevur fingið góðar royndir. Skiparin vísir á, at har er einki at geva av, tá hann skal leggja Norrönu at. Verður nakað gjørt galið, so tekur Norröna í. Tíbetur spældi væl av hesaferð
Jákup, hevði tað arbeiði burturav at sita hjá neytum. Hann var vist ikki heilt fullførur. Hann endaði sínar dagar sum neytadrongur í Dímun í 1880-unum. Hann var kortini ikki tann seinasti at ansa neytum. Tá [...] mittasta konan hjá abba kom til Dímunar. Hon hevði sum áður greitt frá verið niðri sum ung genta. Hon hevði eisini arbeitt á einum meiarí niðri og kendi til ostagerð. Hon fekk sentrifugu og byrjaði ostagerðina [...] nú sat mamma aftur einkja. Tá var hon 41 ár. Børnini vóru framvegis ung. Eg var 17 ár, og hini systkini vóru frá 14 til 4 ár. Mamma sat tá framvegis við garðinum. Hon sat eisini við honum fleiri ár eftir
verja trælirnar. Han hevur tó tann stóra trupulleika, at hann ikki er førur fyri at tosa við klientar sínar. Hann skilir tey ikki, og tey skilja ikki hann. Tí noyðist hann at nýta snildir. Hann roynir sítt [...] ongantíð hvði verið tað. Hann er ein frælsur maður, sum brádliga er í leinkjum. Men hann boyggir seg ikki, og tí hann hevur hesa megi, henda óbendiliga vilja, verður hann, meðan hann er í fongsli, tann frælsasti [...] teir søgdu um hann, at hann var púra reiðiligur og ikki til at mutra - tískil var hann ikki ein vælumtóktur politikari, hevur Hopkins sagt. Adams var hvørki fyri ella í móti trælahaldi, og hann vildi upprunaliga
Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, ovurfegin um úrslitið. -Stjórnin er sterkari nú, enn hon var undan valinum, segði hann við tey mongu viðhaldsfólkini, sum vóru komin saman í valhølinum hjá Vinstra at halda [...] kann hava við sær, at flokkurin fer at krevja fleiri ráðharrar enn teir átta, sum hann hevur havt seinasta valskeið, men hann vildi ikki svara. Aðrir tingmenn hjá flokkinum hava tó longu gjørt vart við, at [...] valkvøldið, úirslitið er ein áheitan á flokkin um at halda fram við stuðulinum til stjórnina. Men hon legði dent á, at Danski Fólkaflokkurin vil hava størri ávirkan á politikkin í næsta valskeiði. Hinvegin
profili sínum á facebook, at hann í løtuni umhugsar, hvørt hann skal lata seg stilla upp aftur til kommunuvalið á Sandi ella ikki. Í morgun hevur Portalurin spurt Páll, um hann hevur tikið nakra endaliga [...] bókasavn, og hesar verkætlanir eru báðar framdar, nú kommunuval stundar til aftur. Hann sigur, at verður niðurstøðan hon, at hann letur seg stilla uppaftur, verða hjartamálini hjá honum trivnaðarmál í breiðari [...] Avgerðin skal so takast í seinasta lagi hin 23. oktober, sum er seinasta freist, sigur hann. Páll á Reynatúgvu sigur, at hann seinastu dagarnar hevur fingið rættiliga nógvar áheitanir um at lata seg stilla uppaftur
amerikanarin Timothy Krajcir viðgekk herfyri, at hann beindi fyri níggju fólkum í statinum Missouri í sjeyti- og áttatiárunum. Løgreglan sigur, at hann framdi tað fyrsta morðið í 1977 ella fyri 30 árum [...] vísir tað seg, at Timothy Krajcir las sálarfrøði sum ungur, og at hann brúkti nógva tíð til at kunna seg um, hvussu løgreglan arbeiðir, tá hon skal avdúka drápsmenn. Við hesum kunnleika eydnaðist tað honum