Skiparin kann hava eina trupla uppgávu, tá vindur er, og Norröna skal leggjast at bryggjuni í Havn. Serliga tá útsynningur er.
Sjón fekst fyri søgn hósdagin í síðstu viku, at atløguviðurskiftini kundu verið betri. Tá skiparin stýrdi Norrönu inneftir, sást á øllum brøgdum, at hann var eyka varligur. Kortini var endin, at Norröna bar við molan, tá hon skuldi leggja at.
Skiparin Ólavur Hovsgarð váttar sjálvur, at Norröna tók í, men tað var heldur ikki meira.
? Tað var útsynningur og nógvur vindur, og tá er ikki lætt at leggja at. Meðan vit sigla innímóti, fáa vit eina hvirlu, og so bar skipið við molan. Norröna fekk eina lítla buklu har afturi í stýriborðsíðuni, men annars hevði tað einki upp á seg, sigur Ólavur Hovsgarð.
Buklan er kosmetisk. Hon er ein góðan metur long og 10 sentimetrar djúp. Fólkini umborð merktu einki til lítla samanstoytin við molan.
Sambært vakthavandi á Havnaskrivstovuni hevði óhappið lítið upp á seg, og er ikki annað enn tað, sum kann henda, tá stór skip leggja at. Annars gongur væl at leggja Norrönu at, verður sagt, og skiparin hevur fingið góðar royndir.
Skiparin vísir á, at har er einki at geva av, tá hann skal leggja Norrönu at. Verður nakað gjørt galið, so tekur Norröna í. Tíbetur spældi væl av hesaferð.