Janus í Dímun: Ættin hjá mammuni úr Skúv­oy, Lorvík og Norðragøtu

Í hesi røð er greitt væl og virðiliga frá faðirættini hjá Janusi. Men mamman Hansina hevur eisini eina áhugaverda ættarsøgu. Men fyrst greiðir Janus frá bóndaskapi í Dímun

6. partur

Mamma sat á garðinum
Seinasti partur endaði við, at Óla Jákup, stjúkpápi mín, í 1941 doyði av eini spreingivanlukku í Dali. So nú sat mamma aftur einkja. Tá var hon 41 ár. Børnini vóru framvegis ung. Eg var 17 ár, og hini systkini vóru frá 14 til 4 ár.
Mamma sat tá framvegis við garðinum. Hon sat eisini við honum fleiri ár eftir, at eg var giftur. Mamma vildi ikki lata festið frá sær fyrr enn øll børnini høvdu lært.
Báðar døturnar vóru sjúkra­systrar. og Ritleig lærdi jarnsmíð hjá Hans Arge. Tann yngsti beiggin Jóannes lærdi til snikkara hjá Zakarias Bech í Havn.

Sjálvur borin til garðin
Men eg var so borin til garðin. Hetta merkti, at mítt lívsvirki gjørdist í Dímun. Men eg var so á háskúla veturin 1944/45. Símun av Skarði var deyður í 1942, og Jóannes, sonur hansara, hevði tikið yvir. Rasmus á Háskúlanum livdi framvegis tá, men hann var ikki í skúlanum. Mourits Mohr hevði avloyst hann í rokning og øðrum lærigreinum. Pápi hevði verið tveir vetrar á háskúlanum.

Festibrævið
Festibrævið hjá pápa segði, at vit kundu hava 35 neyt og ein galtur, sum er svín av kallkyni. Mamma hevði grís fyrsta árið. Hetta var ov stríggið, serliga vit teirri serligu føði, sum svín skuldu hava.
Tá eg festi var hetta við galti slept. Um galtur ikki var, kundu vera 36 neyt. Umframt kundu vera 500 áseyðir. So nógv var kortini ikki. Men vit kundu so hava úti ímóti 300.
Í Dímun eru 13 merkur. Hóast oyggin altíð hevur verið eitt festi, so hevur hvør mørkin við hálvmørkum hvør sítt navn. Bøurin liggur í tveimum, Eystaribøur og Vestaribøur, húsini standa í millum. Ein mørk kallaðist Gøtuteigur
Hvør bøur er býttur upp í átta partar við hvør sínum navni. Sum vanligt var í Føroyum fyrr, vóru bøgarðarnir av flagi. Men seinni vórðu grótgarðar lagaðir um allan bøin.
Vit sluppu eitt sindur lætt við hoyggi í mun til aðrastaðni. Neytini gingu úti mestsum alt árið. Tá ið illveður kundi koma í oktober, stóðu neytini inni um náttina, men vit loystu tey út hvønn einasta morgun, tá ið tað var so frægt veður. Tað var gamalt í Dímun, at tað skuldu bert 12 byrður av hoyggj til hvørja kúgv, meðan tað aðra staðni kundu krevjast 60 byrðar.
Men kortini var tað nógv hoyggj sum kravdist til so nógv neyt umframt tey fýra rossini.
Tað var heldur ikki altíð, at tað bar til at hava neytini úti so stóran part av vetrinum. Tá ið tað fall á ringar vetrar við illveður og nógvum kava var ofta trongligt við hoyggi aftur móti vári.. Tá var onkuntíð roynt at skera lundasinu, deyðasina, til teirra. Tað kom fyri, at neytini doyðu í raki, men hetta var áðrenn mína tíð.
À oynni var bara vatn í einum staði. Tað var tí ofta torført at fáa nóg mikið av vatni. Tað vóru brunnar bygdir at goyma tað vatn, sum kundi fáast.
Men nú er vatnleiðing løgd oman úr erva til húsini úr Hestakeldu. Hetta arbeiðið læt abbi, tann blindi Janus, gera. Fyrr var vatnið borið niðan úr Kleivini, har hon kemur upp.
Mjólkin í Dímun var kend fyri at vera sera feit. Sagt varð, at á rómastampi var rómin næstan tumma­tjúkkur omaná. Neytaslagið mundi vera sera gott.

Neytadrongur
Vanligt varð eisini altíð at hava neytadrong at ansa eftir neytunum, tá ið tey vóru uppi á oynni. Har var vandi fyri, at tey fóru fyri bakka. Rasmus í Rennuni í Dali, elsti beiggi langabba, Óla Jákup, hevði tað arbeiði burturav at sita hjá neytum. Hann var vist ikki heilt fullførur. Hann endaði sínar dagar sum neytadrongur í Dímun í 1880-unum. Hann var kortini ikki tann seinasti at ansa neytum.
Tá neytini vóru so nógv úti, var eisini gjørt nógv við at ganga til neyta. Oyggin er 396 metrar høg, meðan vit búgva uppi á 110 metra hædd. Tí var tað nokk so bratt at ganga niðan á oynna. Uppi á oynni var eisini ein støðil, gyrðing, har neytini vórðu rikin inn at verða mjólkað.
Konufólkini ræddust eisini nokk so illa tarvin, og tí máttu tey hava mannfólk við sær eftir neytunum. Men so komu tey eftir, at hundurin Savn gjørdi somu nyttu. Hetta lík­aði ikki monnunum. Men hund­urin var sum eitt fólk. Onkur skuldu bert teska »neytini« í oyrað hjá honum, so streyk hann avstað og kom aftur við teimum.
Neytini plagdu at koma oman av oynni um Mikkjalsmessu. Har var so aftur ein støðil, ein girðing, har neytini vórðu savnað um náttina, tá ið tey kundu vera úti.

Ostur úr Dímun
So nógv neyt góvu eisini nógva mjólk, sum tað ikki kundu sleppast av við. Men mjólkin varð gjørd til ost, og tað var nógvur ostur gjørdur í Dímun. Mamma seldi nógvan ost. Tað byrjaði, tá ið mittasta konan hjá abba kom til Dímunar. Hon hevði sum áður greitt frá verið niðri sum ung genta. Hon hevði eisini arbeitt á einum meiarí niðri og kendi til osta­­gerð. Hon fekk sentrifugu og byrj­aði ostagerðina. Ostur í Dímun var kendur um landið fyri sína góðsku, sum eisini Oliver Effersøe greiddi frá í greinini vit høvdu í 5. parti..
Vit gjørdu eisini smør, men tað var mest til húsbrúk. Man sá ikki margarinpakka í Dímun í mínari tíð.