Norðoyggjar mist einasta kvinnuliga umboðið á tingið

Kvinnurnar í Norðoyggjum fingu ikki góða undirtøku á valinum týsdagin. Rúna Sivertsen hjá Fólkaflokkinum hevur í 6 ár sitið á tingið í sessinum hjá Anfinni Kalsberg, meðan hann ávíkast hevur sitið við fíggjarmálum og verið løgmaður, men hetta verður nú broytt

Løgtingsval
Ragnhild Ellingsgaard

Klaksvík:
Um Anfinn heldur fast við løgmannsessin, so verður tað ikki Rúna Sivertsen, sum kemur inn í staðin. Jákup Mikkelsen fór avstað við fleiri atkvøðum enn Rúna, og tí verður tað hann, sum kemur inn á plássið hjá Anfinni.
Rúna Sivertsen hevur verið politiskt virkin í fleiri ár, og í 6 ár hevur hon verið einasta kvinnuliga umboðið hjá Norðoyggjum á tingið.
Rúna fekk einans 95 persónligar atkvøður týsdagin, aftur í móti teim 115 til seinasta val.

Trupult at finna orsøkina
Sjálv heldur Rúna, at trupult er at vita, hvør orsøkin til afturgongdina kann vera. Hon vísur á, at fleiri faktorar spæla inn í einum valstríðið sum hesum, og at stemningurin móti endanum hevur nógv at siga.
- Ein av orsøkunum er sjálvandi, at eg sum kona, mamma og omma við einum manni til skips ikki havi havt eins góðar møguleikar og mannfólkini fyri at rikið eitt hart og intensivt valstríð. Men eg veit, at eg hóast alt havi gjørt eitt gott arbeiði, sigur Rúna.
Rúna Sivertsen er eisini einasta kvinnan, sum hevur havt fastan sess á tingið umboðandi fólkaflokkin. Umframt hetta er hon eisini einasta kvinnan, sum hevur havt fastan sess á tingið fyri Norðoyggjar Vit spurdu hana eisini, hví tað er so trupult hjá kvinnunum í fólkaflokkinum at sláa ígjøgnum.
- Ein av orsøkunum er sjálvandi, at vit ikki hava havt nóg sterk kvinnulig valevni, sigur Rúna.
- Men orsøkin er helst tann, at mannligi politikarin appellerar meir til fólkafloksveljaran, leggur hon afturat.

Ein harður kampur
Onkur hevur eisini havt á lofti, at kvinnuligu valevnini hjá fólkaflokkinum ikki eru slopnar nóg væl framat í endaspurtinum av valstríðnum.
Men hetta, heldur Rúna, ikki er heilt satt.
- Kvinnuligu valevnini hjá fólkaflokkinum t.d. í Havnini hava verið nógv frammi. Men tað er púra satt, at eg sjálv ikki havi verið eins nógv at sæð sum mannfólkini, sigur Rúna.
Hóast Rúna hevur umboðað fólkaflokkin á tingið í í 6 ár, so varð hon ikki biðin um at luttaka í nakrari sending, hvørki í útvarpi ella sjónvarpi. Fyri uttan teir fundirnar, har hon var sjálvskrivað sum luttakari í Norðoyggjum.
- Sum politikkari meti eg, at eg geri eina uppgávu fyri flokkin, og tí má leiðslan í flokkinum meta um, hvar eg geri flokkinum bestu tænastuna. Og tey heittu so ikki á meg um at verða við á nøkrum av hesum fundunum, greiðir Rúna frá.
Hon sigur eisini, at hon ikki er kedd av hesi avgerð, men tó metir hon, at flokkurin hevur gjørt ein feil við ikki at leggja meir dent á kvinnuliga umboðið.
- Men í einum valstríðið er altíð ein harður kampur um at sleppa framat, har tann sterkasti vinnur. Hesin kampur fer eisini fram í flokkinum, men eg havi so gjørt av ikki at verið ein partur av hesum kampi, greiðir Rúna frá.
- Men sjálv haldi eg tað verða spell, at fólkaflokkurin nú hevur mist einasta kvinnuliga vinkulin, leggur Rúna at enda afturat.