Fekk nýggja nøs í føðingardagsgávu

Í Beirut í Libanon hava næstan allar gøtur sína egnu vakurleikastovu, og her hevur NRK verið á vitjan.

 

Í Beirut í Libanon hava næstan allar gøtur sína egnu vakurleikastovu. Her koma kvinnur fyri at seta eygnabrýr, eygnahár, gera neglir og hár – ja, tær koma upp til fleiri ferðir um vikuna. Men, 19 ára gamla, Mia Baz, sum NRK hitti á einari vakurleikastovu í Beirut, hevur gjørt enn meira við sína útsjónd.

 

Í speglinum á skrivstovuni hjá læknanum sær hon nakað, henni ikki líkar. Hon sær, at varrarnar eru ikki eins, og tað plágar hana. Skurðlæknin, Roland Tohme, er samdur. Yvirvørrin er størri enn undirvørrin. Hann mælir tí til, at hin 19 ára gamla fær eina innspræning fyri at javna varrarnar, og hetta semjast tey um.

 

- Meira samsvar, sigur læknin. Mia Baz krympar andlitið av pínu, meðan Roland Tohme sprænir proteinið kollagen inn í undirvørrina. Eftir nøkrum minuttum er alt liðugt, og hin unga er væl nøgd. - Perfekt, sigur hon, tá hon eftir viðgerðina hyggur í speglið.

 

Hetta er aðru ferð, hon rættar varrarnar, og nøsin varð skurðviðgjørd, meðan hon enn bara var 16 ára gomul.

 

Vakurleikaímyndirnar eru ymiskar kring heimin, og tað tykist, sum idealini gerast meira og meira serstøk. Orsøkirnar eru ivaleyst fleiri, og stóri og veksandi vakurleikaídnaðurin ger helst sítt til, at hetta er so. Libanon hevur leingi verið kent fyri sín stóra vakurleikaídnað, og landið er kent fyri at vera eitt vakurleikamekka í Miðeystri.

 

Her eru bankar, sum bjóða egin lán fyri vakurleikaskurðviðgerðir og onnur vakurleikaátøk.

 

- Plastisk skurðfrøði er ógvuliga vanlig í Libanon, sigur skurðlæknin, sum NRK hevur skift orð við í Beirut. Roland Tohme vísir á, at tað er eingin munur á ríkum og fátøkum. Øll fáa sær skurðviðgerðir. Tað er kanska hetta, sum serliga skilir Libanon frá øðrum londum, har slíkar skurðviðgerðir í fyrsta lagi eru fyri tey ríku.

 

- Her vilja eisini tey, sum tjena lítið, hava eitt sindur eyka í varrarnar. Hugburðurin her er, at ”you wake up with make up..”, sigur kosmetiski skurðlæknin við NRK.

 

Tá Mia Baz læt seg skurðviðgera í nøsini sum 16 ára gomul, var hetta fyri pening, hon fekk sum forskot frá foreldrum sínum í føðingardagsgávu. Nógvir av hennara vinum hava eisini fingið næsaskurðviðgerð sum gávu fyri skúlaveitsluna, tá ungdómsskúlin nærkaðist endanum.

 

- Ein slík skurðviðgerð verður vanliga framd í byrjanini av árinum, soleiðis at verkurin hevur lagt seg aftur fyri endaveitsluna, sigur Mia Baz og vísir á, at tað er undantakið, at tú sært eina gentu, sum ikki hevur fingið eina næsaskurðviðgerð.

 

Tær eru eisini nógvar, sum vilja hava størri bróst og rumpu, og tá NRK spyr ungu gentuna, um hon kennur onkra gentu, sum slett ikki hevur latið seg skurðviðgera, hugsar hon seg um eina løtu:

 

- Jú, eg haldi, eg kenni eina, kanska tvær. Men, tað er undantakið. Tær eru nógvar, sum hava fingið fleiri skurðviðgerðir, tí ”trendið” broytist, og gentur vilja gjarna hava smærri og smærri næsar, sigur Mia Baz við NRK, sum hevur vitjað vakurleikastovur í Beirut.