Gjørdi sum løgreglan

Tann 63 ára gamli amerikanarin Timothy Krajcir viðgekk herfyri, at hann beindi fyri níggju fólkum í statinum Missouri í sjeyti- og áttatiárunum. Løgreglan sigur, at hann framdi tað fyrsta morðið í 1977 ella fyri 30 árum síðani, men tann stóri spurningurin hjá løgregluni er, hvussu maðurin kláraði at fjala seg so leingi. Nú vísir tað seg, at Timothy Krajcir las sálarfrøði sum ungur, og at hann brúkti nógva tíð til at kunna seg um, hvussu løgreglan arbeiðir, tá hon skal avdúka drápsmenn. Við hesum kunnleika eydnaðist tað honum at fjala seg fyri løgregluni í 30 ár, sigur CNN.