sum ikki hevur mín áhuga. List er ein máti at fáa skil á kaos, og tí leggi eg eisini nógva orku í, at mínar yrkingar eru smá verk, sum kunnu standa fyri seg sjálvan, sigur Pia Tafdrup, sum í sínum ritverki [...] Pia Tafdrup, sum tá helt ondini. Tí tá søgan var byrjað, kundi onki í allari verðini órógva tey longur. Pia Tafdrup í Norðurlandahúsinum Í morgin klokkan 13 verður høvi at hoyra Pia Tafdrup lesa upp úr og [...] Hon sýnist annars at hvíla í sær sjálvum á ein serstakan hátt, sum hon situr har rólig og vinsæl og greiðir frá sínum lívi og bókum, nú hon er á vitjan í Føroyum. Kortini lýsir rithøvundurin, Pia Tafdrup
inn á plátuni »Jazzur í Føroyum 2«. Kanska eitt sindur ironiskt kom Ívar ikki upp í spælimansbólkin, »Spælimenninir í Hoydølum« fyrr enn í 1978, eitt ár eftir, at hann var liðugur í Hoydølum. Men júst s [...] spælimanstúri í USA, bæði í 1978 og 1979. Tað var fyrst og fremst til Boston, haðani Sharon Weiss stavar. Har hitti eg eina gentu í 79, sum seinni skuldi gerast kona mín. Eg fór til Boston at vitja í 1980, og [...] fyrstu plátu út í Funkies. Tað var í 1981, og í tíðini frá 1981 til 1983 góvu vit tvær plátur út tilsamans, sigur Terji Rasmussen. Teir spældu fast í fleiri Harrans ár ymsastaðni runt í landinum, men Terji
og fingu møguleika at manøvrera við honum. Pápi sigldi eisini nógv sum motorpassari við slupp. Hann var í nógv ár við eini slupp, Dagny, sum var av Eiði. Pápi ætlaði sær eina ferð av fyri at fara við einum [...] keypa fisk. Tá ið Verdandi fórst í 1944 var eg á Siglufjørðinum. Í samband við frásøgnina um Verdandi kann tað vera hóskandi at endurgeva ta frásøgn um hesa hending, sum finst í ikki alment útgivnu Høgabólsøguna [...] bæði vetur og summar. Í 1941 fóru Lizzie og Galathea á land Úti á Skerum í eini ræðuligari ódn, sum var hendan veturin. William Martin, sum reiðarafelagið á Høgabóli reiddi út í mong ár, fór á land úti
ið báðar ganga á stovni í Havn. Bjarta og maður hennara eru so ónøgd við støðuna á stovninum, har døturnar ganga, at tey nú hava tikið avgerð um, at pápi genturnar fer niður í tíð á arbeiðsplássinum, soleiðis [...] nógvum børnum í senn, staðfestir hon. Standa hjálparleys Hon er varug við, at tað ikki hjálpir námsfrøðingunum, og trongu støðuni tey standa í, at tey sum familja hava valt, at maðurin fer niður í tíð. - T [...] at okkurt fer at broytast innan økið skjótt. Nú fer maður mín niður í tíð, og so mugu vit býta um um nøkur ár, um støðan á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu ikki broytist. Okkum dámar bæði væl okkara
Rasmus í Rennuni í Dali, elsti beiggi langabba, Óla Jákup, hevði tað arbeiði burturav at sita hjá neytum. Hann var vist ikki heilt fullførur. Hann endaði sínar dagar sum neytadrongur í Dímun í 1880-unum [...] partur Mamma sat á garðinum Seinasti partur endaði við, at Óla Jákup, stjúkpápi mín, í 1941 doyði av eini spreingivanlukku í Dali. So nú sat mamma aftur einkja. Tá var hon 41 ár. Børnini vóru framvegis ung [...] Zakarias Bech í Havn. Sjálvur borin til garðin Men eg var so borin til garðin. Hetta merkti, at mítt lívsvirki gjørdist í Dímun. Men eg var so á háskúla veturin 1944/45. Símun av Skarði var deyður í 1942, og
um fakfelagspolitikk. Bæði pápi mín og systkin hansara vóru virkin fakfelagsfólk í nógv ár. Pápi mín var m.a. stjórnarlimur í Føroya Arbeiðarafelag í eini 10 ár. Og fastur mín var við til at stovna Arb [...] nevndarlimur í Arbeiðskvinnufelagnum Fjallbrúður í heimbygdini Vági í umleið eitt ár. Men tey fyrstu árini, hon var nevndarlimur og formaður í Føroya Arbeiðarafelag, var hon eisini formaður í Fjallbrúður í eini [...] síðani, at Ingeborg Vinther kom í nevndina og Føroya Arbeiðarafelag og hon hevur skjótt verið formaður í 21 ár. Tá ið hon kom í nevndina í Føroya Arbeiðarafelag var hon púra fesk í fakfelagspolitikki, hon hevði
fór aftur til Danmarkar í 1956 og varð útlærdur sum múrari í 1960. Marni festi rót í Fredericia. Hann forelskaði seg í teirri vøkru Lisemarie Leerager frá Vejle, og tey blivu gift í apríl 1963 og hava tískil [...] tískil verið gift í 45 ár. Tey búsettust í tí vakra býnum Vejle, har náttúran eisini er ein tann vakrasta í Danmark. Tey búðu fyrst í Havnegade 6 í nøkur ár, men so bygdi Marni egin hús. Hann vildi sær sjálvum [...] á einum bíbliuskúla fyri deyv í Ungarn. Í september var hann í Ukraina á einum altjóða kristiligum deyvafundi. Og í oktober skal hann til Kasakstan at vera gestalærari í tvær vikur á einum bíbliuskúla
Hittust í Tórshøll Heinina og Sigurd gloyma ongantíð fyrstu ferð tey hittust. Tað var grind í Havn, og sjálvandi var grindadansur í Sjónleikarhúsinum. Tveir tilkomnir nólsoyingar høvdu verið í grind og [...] var, at hvørt mikukvøld fóru vit í dans í Tórshøll; tá var dansur har hvørt mikukvøld, sigur Heinina Hansen. Annars spákaðu tey bara runt í býnum, onkuntíð fóru tey í biograf, onkra aðra tíð fóru tey á [...] heilsølu í fýra ár, men gavst so og fór at arbeiða hjá kommununi. - Pápi mín var arbeiðsformaður, so tað lá væl fyri. Eg var millum annað við at gera vegir og tvær brýr hvørtur um Havnará úti í Marknagili
eg sjálv var í sorg av tí, at pápi mín var deyður, og eingin var har, sum kundi siga mær, hvat eg so skuldi gera. Møguleikarnir í Føroyum vóru uppbrúktir, og í samráð við barnaverndina í Havn, valdi Anna [...] Torleif í forskúla hjá Nonnunum og síðani í 1. flokki, men tað var skjótt greitt, at hann hevði ein serligan tørv. Hann fekk fysioterapi á Sernámsdeplinum, talufrálæru og bert fýra eykatímar í skúlanum [...] barnapsykiatari, sum helt skeið í Føroyum, staðfesti í 1994, at Torleif er eitt DAMP-barn. - Ein diagnosa kann brúkast sum arbeiðsreiðskapur, men eftir øllum at døma ikki í Føroyum. Einki hendir eftir, at
Eidesgaard. Í hesum døgum vitja Jústines Eidesgaard og kona hansara Poula í Føroyum. Fyri nøkrum døgum síðani søgdu tey farvæl í Singapore, har tey hava arbeitt síðani á heysti í 1996 í donsku sjómanskirkjuni [...] virkandi og partvís menn, sum lógu í spritti, tá ið teir vóru í havn. Í dag eru siglandi fólk topp-professiónellir starvsmenn, sum eru burturi í tveir mánaðir og heima í tveir mánaðir. Hesir hava ikki nógv [...] og eg haldi at týskarar líkjast føroyingum í útsjónd. Eg kenni meg væl at ganga í Hamburg og tú sært akkurát tær somu týpurnar mæla í gøtunum í Hamburg sum í Havn, sigur Jústines Eidesgaard. Hann er ein