Teir fýra mus(ik)terarnir

Har gott fólk er, kemur gott fólk til. Og tað kann av sonnum sigast um tónleik og Nólsoy. Tríggir av frægastu tónleikarunum í Føroyum eru seinastu árini fluttir til oynna, og hartil ein av flatlondum fyri nógvum árum síðani. Men hví endaðu hesir fýra tónleikasnillingarnir í Nólsoy

Tað eru uttan iva mong, sum undrast á, at teir fýra tónleikararnir Anfinn Nielsen, Charles Gade, Ívar Bærendtsen og Terji Rasmussen allir eru endaðir í Nólsoy. So Sosialurin setti teimum stevnu, til tess at finna út av orsøkunum.

 

Á ókunnuleið

Anfinn Nielsen er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Lítið meiri enn sloppin úr skúlanum fór til til skips.

- Eg var ein saltfiskatúr undir New Foundlandi og fýra ísfiskatúrar undir Føroyum, áðrenn eg legði meg heima at konfirmerast, sigur Anfinn Nielsen.

Tað var ein hending meira enn nakað annað, sum setti gongd á tónleikalívið hjá unga klaksvíkinginum. Tað var hendingin í 1972, tá Sundaberg sakk.

- Eg var við Brandi Sigmundarsyni tá, og Sundaberg hevði beint framman undan siglt framvið.Eg gjørdist ógvuliga kløkkur tá eg hoyrdi, at Sundaberg var sokkin, tí elsti bróður mín var við. Tíbetur fingu vit skjótt at vita, at øll manningin var bjargað, sigur Anfinn Nielsen.

Longu dagin eftir hesa hendingina setti hann seg niður at skriva sín fyrsta sang, »Sundaberg«, umborð á Brandi Sigmundarsyni. Øll tey fyrstu árini yrkti hann mangan sangin og gjørdi mangt lagið umborð á skipi.

Hann helt fram við at sigla, og tað ger hann tann dagin í dag. Í 1987 møtti hann konuni Evy, og tá Anfinn sama árið flutti til Bornholm flutti Evy aftan á árið eftir.

Tey giftust í 1990, og brúdleypið gjørdist serligt við tað, at tey eftir vígsluna vórðu »kidnappað« og síðani sigld runt á vágni í seingini, sum Bollajóannes hevði fingið gjørt í sambandi við bragdið hjá Ova Joensen av rógva úr Nólsoy niður á Langelinje.

Tey bæði høvdu gjørt av, at tey skuldu flyta heim til Føroya aftur, tá børnini skuldu í skúla.

- Vit høvdu hoyrt um tann góða skúlan í Nólsoy, og tí gjørdu vit av at flyta higar, fyri at børnini skuldu fáa eina góða byrjan upp á skúlatíðina, sigur Anfinn Nielsen.

So uttan at tey yvirhøvur høvdu verið í Nólsoy framman undan, kom Anfinn í 2002 heim at hyggja at einum húsum, sum stóðu til sølu. Húsini vóru í veruleikanum ikki ætlað einari familju, men tá ætlanin var, bert at búgva í Nólsoy »fyribils«, so vórðu húsini keypt. Men hetta fyribils er nú blivið permanent, og húsini eru nú bygd út, so ivaleysa rúmligt er til Anfinn úr Klaksvík og Evy úr Fuglafirði og tey bæði børnini, sum umvegis Bornholm gjørdust nólsoyingar.

Anfinn var tá sjálvandi eitt kent tónleikanavn undir heitinum Anfinn & Co, og Co vóru eingir verri enn Hjarnar. Saman við teimum gav Anfinn út bondini »Hví« og »Tí«. Seinni hevur hann eisini givið út »Betri seint enn álvara«, tó við øðrum »Co«.

Anfinn er fallin væl inn í tónleikalívið og bygdarlívið, og hóast tað ikki stendur í nakrari almennari skrá, so skal eingin gerast kløkkur, um Eyðun og Terji knappliga gerast Anfinn’sa Co leygarkvøldið.

Tað verður ov drúgført at fara at nevna teir mongu kendu sangirnar hjá Anfinni, og tí skulu bert nevnast »Lítli fuglur«, »Mítt hjarta pumpar fyri tær« og »Í skúri«, sum er nakrir av teimum góðu gomlu.

Og so kann stutt skoytast upp í, at ein spildurnýggj fløga er á veg á marknaðin, og skjótt fer »Rótasúpan« at ganga runt alt landið.

 

Lagsmiður til »Nólsoy«

Charles Gade er føddur í Svendborg, og vaks upp í lítlu bygdini Lundeborg á Suðurfyn í Danmark. Longu sum sjey ára gamal varð hann sendur á kostskúla, tí lógin tá kravdi, at var tú sjónveikur, skuldi tú á stovn.

- Og tað var við »spanskrøri« og tað heila. Eg føldi nú ongantíð sviðan av tí, men tað hekk á vegginum, sigur Charles Gade.

Hetta var ein strævin tíð, sum eisini var heldur fongsulskend.

- Har vóru rimar fyri vindeyguni. Tær vóru har kanska meiri fyri, at vit ikki skuldu bróta rútarnar, men eitt sindur ófrættakent føldist tað nú kortini, sigur Charles Gade.

Men hesin stovnurin, sum lá í Refnes við Kalundborg, hevði, hóast sínar »fortreðiligheitir«, onkrar positivar glottar.

- Vit høvdu longri feriur enn vanligu skúlarnir. Systir mín, sum hevur vanliga sjón, gekk í fólkaskúlanum og var svartsjúk inn á meg, tá hon mátti í skúla vikur áðrenn eg, sigur Charles Gade.

Hann kom at ganga á hesum stovninum í heili átta ár.

Hesi árini dámdi honum lítið at spæla tónleik, ikki tí at tað var galið við tónleikinum, men tí umstøðurnar kravdu, at hann bert spældi tað, hann fekk fyri, og hann skuldi eisini venja hetta við síðuna av.

Men áhugin annars byrjaði heilt tíðliga.

- Foreldrini hjá mær høvdu Lundeborg Kro, og høvdu trý klaver standandi. So eg byrjaði at klimpra upp á klaver so skjótt, eg rakk upp á tangentarnar. Eg minnist, at at byrja við vóru tumlarnir undir tangentunum, tí eg rakk ikki upp um við teimum, sigur Charles Gade.

Men einaferð varð Refnes av, og Charles kom í Realskúla. Ætlanin var, at hann skuldi í Gymnasiet, men hann vildi verða radiomekanikari, og tá nýttist gymnasieútbúgving ikki. Men tað gjørdist av ongum.

Umvegis ymsar royndir endaði Charles á klaverstemmaraskúla, og útbúgvin starvaðist hann so í Keypmannahavn sum klaverstemmari. Meðan hann var á Blindastovninum í Hellerup hitti hann føroyska gentu í Nólsoy. Tey ferðaðust so nógv til Føroya, og Charles dámdi væl lítlu bygdina í Føroyum.

Vit búðu í Farum, men har blivu so nógvir innvandrarar og eitt »betongmiljø«, og tá so foreldrini hjá gentuni bóðu okkum koma heim, so gjørdu vit av at »taka lopið«. Hetta var í 1985, og her hevur hann so starvast sum klaverstemmari líka síðani.

Charles er fastur fúsur í tónleikalívinum í Nólsoy, og hóast hann er mest kendur fyri »Jorden er en skøn planet« við millum annað tittullagnum og »I Know I Have To Listen«, so átti hann at verið minst líka kendur sum lagsmiðurin til »Nólsoy«, sum Janus Nolsø syngur,

 

Fyrsti hjá Hanus

Ívar Bærendtsen varð føddur á Landssjúkrahúsinum í Havn sjálvan ólavsøkuaftan.

- Pápi skuldi vera kappróðrardómari, men tað varð einki skotið av honum ta ólavsøkuna, sigur Ívar Bærendtsen.

Fyrstu barnaárini vaks hann upp í Havn.

- Vit búðu úti á Landavegnum, sum tá í tíðini var langt uttan fyri lóg og rætt, minnist Ívar.

Í 1963/64 var hann fyri einari heldur óvanligari hending tá í tíðini.

- Foreldur míni skildust, og tað var langt frá vanligt tá á døgum. Bara um eini fimm prosent av føroyskum hjúnarskapum slitnaðu í teimum døgum, sigur Ívar Bærendtsen.

Lógin tá kravdi eina seperatiónstíð, og tískil endaði hann úti í Mykinesi við móður síni, sum var lærarinna.

Eftir hetta endaði Ívar niðri í Danmark, tí mamman orkaði illa at taka sær av fýra børnum einsamøll. Og tíðin niðri gjørdist drúgv, heili sjey ár. Hann búði hjá pápa sínum helmingin av tíðini og á barnaheimi hin helmingin.

Í 1971 kom Ívar heim til Føroya aftur at ganga í Realskúla.

- Og tað var heim at læra føroyskt umaftur. Eg skilti føroyskt, men hevði tá tosað danskt í so mong ár, at eg mátti kýta meg, sigur Ívar Bærendtsen.

Hesi fyrstu tvey árini av realskúlatíðini búði hann hjá einari fastur síni, men tá pápin í 1973 kom heim til Føroya at verða stjóri á Tekniska Skúla, flutti Ívar inn til hansara at búgva.

Tann, ið kom at hava størstu ávirkanina á tónleikaleiðina hjá Ívari Bærendtsen, var skotin Alistair Cochrain, ið var í Føroyum og undirvísti á Fróðskaparsetrinum.

- Eg hevði spælt eitt sindur av gittara, men bara til húsbrúks. Alistair Cochrain gjørdi meg áhugaðan í mandolin, og eg byrjaði í 1976 at spæla hetta ljóðføri, sigur Ívar Bærendtsen.

Longu tá hevði hann tó sum nevnt áhuga fyri tónleiki, og hevði eitt nú gjørt bæði orð og lag til »Pøsta verð«, sum var fyrsti sangur, sum Hanus G. Johansen spældi inn á plátuni »Jazzur í Føroyum 2«.

Kanska eitt sindur ironiskt kom Ívar ikki upp í spælimansbólkin, »Spælimenninir í Hoydølum« fyrr enn í 1978, eitt ár eftir, at hann var liðugur í Hoydølum. Men júst spælimansbólkurin skuldi fáa stóra ávirkan á lívið hjá Ívari.

- Vit vóru á spælimanstúri í USA, bæði í 1978 og 1979. Tað var fyrst og fremst til Boston, haðani Sharon Weiss stavar. Har hitti eg eina gentu í 79, sum seinni skuldi gerast kona mín. Eg fór til Boston at vitja í 1980, og tað gjørdist ein long vitjan, tí eg varð verandi har í tíggju ár, sigur Ívar Bærendtsen.

Meðan hann var í Boston tók hann læraraútbúgving. Seks ára Bachelor-útbúgving í tónleiki og enskum umframt tvey ára læraraútbúgving.

- Hesa tíðina spældi eg eisini tónleik, millum annað í einum rock-bólki sum trummusláari, sigur Ívar Bærendtsen.

Í 1990 fluttu familjan so til Danmarkar at búgva, og vórðu tey til 2000, tá tey aftur fluttu til USA. Síðani til Danmarkar aftur tvey ár seinni, har tey búðu í eitt ár, so aftur til USA.

- Men tá knirkaði hjúnarbandið so illa, at har gjørdist einki longur. Eg flutti til Føroya aftur í 2002, sigur Ívar Bærendtsen.

Her fann hann sær fitta unnustu úr Nólsoy, og í 2003 flutti hann út í oynna at búgva.

Hann, eins og hinir tilflytararnir, trívast ógvuliga væl í tónleikabygdini yvir øðrum, og hann spælir aftur við einum parti av gomlu spælimonnunum, sum nú kalla seg Hvonn.

- Vit eru Sharon Weiss, Kristian Blak, Angela og eg. Og fyri tað ikki skal vera lygn, so eitur hvonn angela á latíni, sigur Ívar Bærendtsen.

Ívar Bærendtsen spælir eisini við »Spælimonnunum úr Nólsoy«.

 

Lívið hevur fløskað seg

Føddur í Holstebro, har hann búði tvey tey fyrstu árini av lívi sínum.

- Ja, eg kann líka so væl viðganga tað, eg eri eitt Mjørkadalsprodukt, sigur Terji Rasmussen.

Hann hevur heilt frá barns beini havt áhuga fyri tónleiki, og longu sum 13 ára gamal spældi hann til dans fyrstu ferð.

- Vit høvdu ein bólk, sum kallaðist Funkies. Vit vóru allir um sama aldur, og splædu so at siga hvørt vikuskifti, eisini uttan fyri Havnina, sigur Terji Rasmussen.

Við áhuganum fyri tónleiki kom eisini áhugin fyri at gera egin løg og sangir.

- Vit vóru bara 14-15 ára gamlir, tá eg var við til at geva mína fyrstu plátu út í Funkies. Tað var í 1981, og í tíðini frá 1981 til 1983 góvu vit tvær plátur út tilsamans, sigur Terji Rasmussen.

Teir spældu fast í fleiri Harrans ár ymsastaðni runt í landinum, men Terji hevði brúk fyri at menna seg, og í 1985 kom hann upp í vældámda bólkin Frændir.

- Eg kom upp í bólkin sum sangari. Tað vóu Rani, Eyðun og Steintór, sum gjørdu løgini og orðini, men eg vildi sjálvandisleppa upp í part í so máta, sigur Terji Rasmussen.

Hann varð verandi partur av Frændum til 1989.

- Eg hevði tá byrjað eitt samstarv við Anker Eli Petersen, har hann skrivaði tekstirnar og eg gjørdi løgini. Men hinir í bólkinum vildu ikki brúka tekstirnar, og sjálvir gera nýggjar til løgini, og tað kundi eg ikki. Eg kundi ikki bara vraka orðini hjá Anker Eli Petersen fyri at teir kundu búka míni løg til okkurt politiskt manifest, sum var uppi í tíðini. Og tað eri eg glaður fyri nú, sigur Terji Rasmussen.

Men tað var kortini í hesum tíðarskeiði, at Terji Rasmussen gjørdi sítt fyrsta hitt, »Eros«.

Eftir tíðina í Frændum fór Terji til Svøríkis, fyri at royna síni mørk.

- Eg var svangur, eg var noyddur at royna meg sum trubadour, sigur Terji Rasmussen.

Heimaftur komin í 1996 stovnaði hann bólkin Moira, og tað førdi til tvær fløguútgávur aftrat.

Sum vit rundaðu aldarhornið og komu inn í 21. øld, var blivið ilt millum skipara og kokk.

- Alt var ikki so lætt. Í Nólsoy var møguleiki fyri starvi, húsaleigan var ógvuliga rímilig, og at enda kundu vit fáa børnini ansað her. So tað sá út sum eina roynd vert. Í veruleikanum var tað bara fyri at vita, hvat hendi, sigur Terji Rasmussen.

So Terji flutti til Nólsoyar, men konan flutti ongantíð við. Og nú eru tey skild.

Í eina tíð hevur Terji helst verið noyddur at »flýggja til tónleikin«, men í dag stórtrívist hann á lægstu oynni í landinum.

- Tað var kanska eitt tekin, at tað júst var Ulliba (Juul Jacobsen, pápi unnustuna hjá Terja, red), sum førdi meg um fjørðin, tá eg flutti til Nólsoyar. Hann hevur ofta brent í meg, at um hann hevði vitað, at eg fór avstað við dóttir hansara, var eg als ikki sloppin við tann túrin, sigur Terji Rasmussen.

Terji er eins aktivur á tónleikaøkinum sum altíð. Men kanska finst ein orsøk til tað.

- Eg havi veruliga funnið eydnuna hesumegin fjørðin. Lívið hevur sanniliga fløskað seg fyri meg, sigur Terji Rasmussen og fer aftur til verka at gera alt klárt til Ovastevnuna, sum byrjar í kvøld.