Tað stóð ongastaðni skrivað, at IngeborgVinther skuldi blíva fakfelagsleiðari. Hóast hon hevði fingið fakfelagspolitikk í blóðið við móðurmjólkini, hevði hon ongantíð ætlað sær uppí fakfelagsarbeiðið. Men tey, sum hava fylgt viðp hesi seinastu 20 árini, tey vita, at tað skuldi ganga øðrvísi.
Ingeborg Vinther bleiv ikki bara fakfelagsleiðari. Hon bleiv eisini ein tann litríkasti og týdningarmesti fakfelagsleiðarin í Føroya søgu. Og hon er tann, sum hevur verið longst formaður í Føroya Arbeiðarafelag. Vit hava tosað við hana um leyst og fast hesi árini 23 árini, hon hevur verið virkin í fakfelagspolitikki.
Ingeborg Vinther kom í nevndina í Føroya Arbeiðarafelag í 1977. Men longu á aðalfundinum í 1980 bleiv hon vald til formann, tá ið Johannes Olsen úr Sandavági ikki stillaði uppaftur.
Og tað arbeiðið hevur hon megnað so væl, at síðani hevur ongantíð verið ivi um, hvønn limirnir í Føroya Arbeiðarafelag vilja hava til formann, tí hvørja ferð, hon hevur staðið fyri valið, hevur hon fingið so dygga álitisváttan frá fundarfólkinum, at hon hevur ongantíð so frægt sum havt eitt mótvalevni.
Sostatt eru tað nú 23 ár síðani, at Ingeborg Vinther kom í nevndina og Føroya Arbeiðarafelag og hon hevur skjótt verið formaður í 21 ár.
Tá ið hon kom í nevndina í Føroya Arbeiðarafelag var hon púra fesk í fakfelagspolitikki, hon hevði verið nevndarlimur í Arbeiðskvinnufelagnum Fjallbrúður í heimbygdini Vági í umleið eitt ár. Men tey fyrstu árini, hon var nevndarlimur og formaður í Føroya Arbeiðarafelag, var hon eisini formaður í Fjallbrúður í eini fimm ár.
?Tað var púra av tilvild, at eg bleiv virkin í fakfelagspolitikki, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at hon plagar at vera á fundi í Fjallbrúður, har hon varð limur. Og henni so líkt, so gloymdi hon ikki at siga sína meining um tey mál, sum vóru fyri á hesum fundum. Og tey, sum kenna til felagsarbeiði í Føroyum, tey vita, at tey, sum siga sína meining, tey enda skjótt í nevnd.
Og tað gjørdi Ingeborg Vinther eisini. Tað var kortini treyðugt, at hon játtaði at lata seg velja í nevnd, men eftir fleiri áheitanir, játtaði hon at stilla upp á nevndarvali - og hon varð vald.
So varð lívsleiðin hjá Ingeborg Vinther løgd, tí vegurin úr Fjallbrúður inn í Føroya Arbeiðarafelag tók, sum sagt, bara eitt ár.
Annars var tað ikki so undarligt, at júst Ingeborg Vinther endaði uppií fakfelagspolitikki.
?Eg eri uppvaksin í heimum heimi, har tað bleiv tosað nógv um fakfelagspolitikk. Bæði pápi mín og systkin hansara vóru virkin fakfelagsfólk í nógv ár. Pápi mín var m.a. stjórnarlimur í Føroya Arbeiðarafelag í eini 10 ár. Og fastur mín var við til at stovna Arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður í síni tíð.
Hetta var í barnaárunum hjá føroysku fakfelagsrørsluni, og tá vóru ovurhonds stór mál at taka støðu til. ágangurin á feløgini var øgiligur og stríðið var mangan hart. Tí var tað eyðsæð, at tá ið so nógv av mínum nærmastu vóru virkin fakfelagsfólk, var hetta nakað, sum fylti nógv í okkara heimi.
? So eg havi fingið fakfelagspolitikk, og sosialistiskan politikk inn við móðurmjólkini. Og heiman ífrá varð eg lærd, at tað var ein skylda at taka lut í fakfelagspolitikki.Tí kendi eg tað eisini sum eina skyldu at vera við á fundum. Men at eg beinleiðis skuldi enda í nevnd, tað var heilt avgjørt ikki nakað, sum eg hevði hugsað so nógv um frammanundan, sigur hon.
Bara vaksið og vaksið
Ingeborg Vinther sigur, at hesi 20 árini, hon hevur verið formaður í Føroya Arbeiðarafelag, er fakfelagsarbeiðið broytt so nógv, at tað er ikki at kenna aftur.
? Tá ið eg bleiv formaður, varð skrivstovan opin tveir dagar um vikuna. Og vit vóru bara tvey fólk á skrivstovuni, eg sjálv og ein kassameistari. Tá vóru nevndarfundir eisini bara einar tvær ferðir um árið
? Nú er skrivstovan opin hvønn dag, og vit eru fýra fulltíðarstørv í felagnum. Og nevndarfundir eru hvønn mánaða, onkuntíð uppaftur oftari.
Ingeborg sigur, at eitt, sum er nógv vaksið hesi seinastu árini, er samstarvið við fakfeløg og felagsskapir uttanlands. Men eisini hevur samstarvið ímillum fakfeløgini í Føroyum ment seg nógv hesi seinastu árini. Í dag eru uppgávurnar hjá Føroya Arbeiðarafelag eisini nógv vaksnar.
? Fyrr var tað at kalla bara krónur og oyru, tað snúði seg um. Í dag snýr tað seg sjálvandi eisini um krónur og oyru. Men tað, sum eitur arbeiðsumhvørvi og trygd og trivnaður á arbeiðsplássum, hevur eisini alstóran týdning. Eisini tað setir stór krøv til Føroya Arbeiðarafelag, eitt nú til at útvega limunum sosialar skipanir, sum Føroya Arbeiðsfelag eisini hevur arbeitt nógv við.
Mannfólk og konufólk somu løn
Ingeborg Vinther sigur tá ið hon kom í nevndina í Føroya Arbeiðarafelag, var tann stóra, fakfelagsliga avbjóðingin, at útvega konufólki somu tímaløn sum mannfólk fyri sama arbeiði.
? Tá var støðan tann, at tað var stórur munur á tímalønini hjá mannfólki og konufólki. Mannfólk fingu millum tvær og tríggjar krónur meiri um tíman, enn konufólk fingu fyri sama arbeiði.
? Hinvegin fingu konufólk fulla løn tá ið tey vóru 16 ár, men mannfólk fingu ikki fulla løn, fyrrenn tey vóru fylt 17 ár.
? At fáa hetta í rættlag, so at konufólk og mannfólk fingu somu løn fyri sama arbeiði, var tað málið, sum varð raðfest nummar eitt fyrstu ferð, eg var við í sáttmálasamráðingum í 1977.
Hon sigur, at tað var longu ímeðan hon arbeiddi á flakavirki í Vági, at hon javnan ilskaðist inn á, at maðurin, sum arbeiddi undir liðini á henni, skuldi fáa nógv meiri í løn, enn hon sjálv fekk.
? Tá ið eg so kom í nevndina í Føroya Arbeiðarafelag, setti eg mær fyri, at hetta var tað fyrsta, sum eg skuldi arbeiða fyri at fáa í rættlag.
? Men tá ið so Føroya Arbeiðarafelag og hini feløgini, løgdu síni sáttmálakrøv fram hetta árið, var sama løn til konufólk, sum til mannfólk, longu eitt av krøvunum.
? Hetta vórðu harðar samráðingar, tí summir arbeiðsgevarar vildu ikki hoyra talan um, at gjalda konufólki somu løn sum mannfólki.
? Tað kom ikki so óvart á okkum, at arbeiðsgevararnir vóru ímóti at hækka lønina hjá konufólki.
? Meiri óvæntað var tað, at eisini í fakfelagsrørsluni var hørð mótstøða ímóti hesum. Ikki minst vóru nógv mannfólk ímóti, at konufólk skuldu fáa líka høga løn, sum teir. Teir hildu, eins og arbeiðsgevararnar, at tað var órímiligt, at konufólk skuldi fáa líka nógva løn sum mannfólk, tí tey arbeiddu ikki tað sama, orkaðu ikk so væl at lyfta o.s.fr.
Arbeiðsgevararnir hildu sjálvsagt eisini, at teir høvdu ikki ráð til at hækka lønina so nógv.
Hon sigur, at endin var eisini, at samráðingarnar slitnaði.
Jógvan Sundstein var semingsmaður tá, og so mátti hann uppí. Tað endaði við, at hann legði eitt uppskot fyri partarnar, sum segði, at lønin skuldi útjavnast so líðandi, so at øll fingu somu løn í 1981.
Hinvegin skuldu konufólk ikki fáa fulla løn, fyrrenn tey vóru 17 ár, akkurát sum mannfólkini.
Eisini hesum vóru nógv fakfelagsfólk ímóti, tí tey hildu, at tað var nógv fyri, at ungar gentur, sum arbeiddu í summarferium fyri at forvinna sær nøkur oyru, ikki skuldi fáa fulla løn.
Ingeborg Vinther sigur, at tað skerst ikki Jógvan Sundstein gjørdi eitt megnar arbeiðið fyri at sannføra allar partar um, at tíðin var farin frá, at munur skuldi vera á lønunum hjá mannfólki og konufólki.
Endin var eisini, at tað lønin uppskotið um somu løn fyri sama arbeiðið, bleiv góðtikið av øllum pørtum og somuleiðis at konufólk ikki skuldi fáa fasta løn, fyrrenn tær vóru 17 ár.
Hon minnist, at tey fingu manga skoluna omanyvir seg, eisini frá arbeiðsmonnum, fyri, at spurningurin um somu løn fyri sama arbeiðið, varð komi við í sáttmálan.
Ta ferðina vóru tað fleiri arbeiðarafeløg samráddust saman og tað eydnaðist til fulnar at standa saman. Og semja var um, at taka av uppskotinum fyri at gagna heildini, so heldur lata tað fara, at tær 16 ára gomlu genturnar ikki longur skuldi fáa fulla løn.
? Feløgini, sum samráddust saman tá, vóru Føroya Arbeiðarafelag, bæði feløgini í Klaksvík, og í Havn, umframt Fiskepigernes Fagforening, sum ikki var blivin limur í Føroya Arbeiðarafelag tá. Og tað gav okkum eina vekt, sum vit ikki høvdu havt, um vit samráddust hvør sær.
? Uttan iva hjálpti tað okkum eisini væl, at bæði í Fiskepigernes Fagforening og í Havnar arbeiðskvinnufelag, vóru konufólk formenn, tær vóru ávikavist Ásla Jespersen og Andrea Árting.
Hon sigur, at hetta er ein av teimum stóru sigrunum hjá arbeiðarafeløgunum tað tíðina, hon hevur verið uppií.
Hótt við einum og øðrum
Ein annar stórur sigur, var tað óvanliga drúgva og harða verkfallið í 1987.
? At felagið kom heilskapað ígjøgnum tað verkfallið, sum vardi í heilar tríggjar vikur, tað sigur eitt sindur um styrkina í feklagnum og seiggi í arbeiðsfólki kring landið.
Hon sigur, at verkfallið snúði seg um, at Arbeiðsgevararnir betaltu 1 % av lønini í ein eftirlønargrunn hjá Havnar Arbeiðsmannafelag.
? Tá ið okkara tørn var fyri, kravdu arbeiðsgevararnir at fáa ávirkan á, hvussu vit brúktu hetta eina prosentið, og teir kravdu at fáa umboð í nevndina, sum skuldi umsita ein eftirlønargrunn og ávirkan á, hvussu okkara skipan skuldi vera.
? Hetta bleiv eitt prinsippmál fyri Føroya Arbeiðarafelag, tí arbeiðsgevarar skuldu ikki leggja seg út í innanhýsis viðurskifti hjá okkum og teir skuldu ikki blanda seg uppí, hvussu vit snikkaðu eina sosiala skipan sama.
? Tað endaði í verkfalli, sum vardi í samfullar tríggjar vikur. Minniligast frá tí verkfallinum, er at Oyggjarvegurin var avbyrgdur í Kollafjarðardali.
IngeborgVinther sigur, at hetta tað harðasta verkfallið hon hevur verið við í.
?Eisini heilt personliga var hetta verkfallið ómetaliga hart og tá vóru nógvar svøvnleysar nætur.
Hon sigur, at hesa tíðina hendi tað ferð eftir ferð, at dulnevnd fólk ringdu til hennara allar tíðir á døgninum, eisini um náttina og brúkti skitin orð ímóti henni.
? Eg varð eisini meiri enn einaferð beinleiðis hótt, enntá við lívinum.
Men hon sigur, at hesar hóttanirnar rinu ikki við.
? Eg eri ískakøld fyri slíkum. Eg havi ongantíð funni meg í hóttanum og sovorðnum havi eg ongantíð lurta eftir, tí fólk, sum finna uppá slíkt, eru ikki við síni fullu fimm.
? Tað var undrunarvert, at tey ymsu arbeiðarafeløgini megnaðu at standa so væl saman í hesum verkfallinum. Tá vóru tað ikki øll feløgini, sum høvdu verkfalsgrunn, so hjá nógvum húskum var hetta eitt álvarsligt, fíggjarligt bakkast. Tað vóru eisini nógv feløg, sum høvdu sett pening í virkini í fyri at skapa arbeiðspláss á teimum ymsu plássunum. Men kortini løgdu tey hesi virkini lamin fyri felags sakir.
Fingu ikki frið
Hinvegin sleppur ein fakfelagsleiðari, sum hevur sitið í 20 ár, heldur ikki undan málum, sum pína.
? Eitt av teimum málum, sum harmar meg mest, tað er, at landsstýrið ikki gav okkum frið til at seta tað eftirlønarskipan í verk, sum vit nú hava arbeitt við í fleiri ár.
? Tað byrjaði longu, tá ið Samhaldsfasti kom. Vit tóku fult undir við Samhaldsfasta, tí hetta var ein skipan, sum ikki gjørdi mun á fólki. Men tíverri kom hann ongantíð at virka eftir ætlan. Tí sóu vit okkum ongan møguleika, enn at fara undir okkara egnu eftirlønarskipan.
IngeborgVinther sigur, at tey vóru komin so langt, at tey høvdu gjørt eina samhaldsfasta eftirlønarskipan. ?? Málið varð lagt fyri aðalfund, sum tók fult undir við ætlanini. Men tá ið vit nú skulu fara til verka, kemur landsstýrið sum ketta upp úr høvdatrogi og við eini heilt aðrari loysn, har øll skulu tvingast til at betala í eina eftirlønarskipan.
? Tað gjørdi, at vit máttu leggja alt okkara arbeiði á hyllina. Men skipanin hjá landsstýrinum kom bara ongantíð. Avleiðingin er, at limirnir í Føroya Arbeiðarafelag hava ikki enn fingið eina sámuliga eftirlønarskipan.
Tað er eisini ringt hjá Ingeborg Vinther at svølgja, at politikarar skulu gera av, hvussu eftirlønarskipanin hjá Føroya Arbeiðarafelag skal vera.
Mugu passa allar skógvar
Ingeborg Vinther hevur sjálv havt møguleikan at hava politiska ávirkan, tí hon sat sjálvt á tingi frá 1994 til 1998 sum umboð fyri Verkamannafylkingina.
Men hon ásannar, at tað hevði hon ringar royndir av og hon stillaði ikki uppaftur í 1998.
? Tað vísti seg skjótt, at fyri at kunna sita á tingi, er tað neyðugt at passa allar skógvar.
? Eg fór át ting við eini hugsjón, og tað var at arbeiða fyri tey ringast staddu í samfelagnum. Men tá ið eg ikki vildi víkja frá hesi hugsjónini, varð eg fryst úti. Men tað vildi eg heldur enn svíkja hugsjónirnar, fyri at sleppa upp í part onkustaðni.
Ingeborg sigur, at orsøkin til, at tey fóru í holt við Verkamannafylkingina, var júst tann, at tað var ongin arbeiðaraflokkur eftir á tingi. Og stóðu vit saman, og arbeiddu útfrá teimum hugsjónum, sum vit fóru til valið uppá, hevði tað kunna blivið ein sterkur flokkur.
Men soleiðis skuldi ikki verða og fylkingin syndraðist.
Ingeborg Vinther sigur, at hon fekk í hvussu so er tað burturúr, at nú veit hon, hvussu politiska skipanin virkar og tað var ein góð læra, sum mangan hevur verið hent síðani. So tað var tað vert í tann mátan.
Ongin vilji
Annars heldur IngeborgVinther, at tað er ein syrgilig søga, at øll arbeiðarafeløgini ikki kunnu semjast um at leggja saman í eitt felag.
? Høvdu vit tað, hevði tað styrkt feløgini heilt munandi. Tað hevur nakrar ferðir verið roynt at fáa fakfeløgini at standa saman um eitt felag, men tað er miseydnað hvørja ferð.
Tó var tað heilt vanligt fyrr, at øll arbeiðarafeløgini samráddust saman um nýggjar sáttmálar.
Ingeborg Vinther sigur, at ein orsøk til, at tað er miseydnast, er, at tey stóru feløgini eru bangin fyri, at tey smáu feløgini koma at hava ov nógv at siga. Hinvegin stúra tey smærru feløgini fyri, at tey stóru feløgini fara at taka alt ræðið í einum slíkum felagsskapi.
Ingeborg Vinther heldur, at stutt sagt er tað spjaðingarandin, sum mangan kemur til sjóndar í Føroyum, sum ger seg galdandi. Hon heldur, at var vilji til staðar, hevði tað borið til at funnið eina skipan, har ið bæði tey størru og tey smærru feløgini høvdu trivust í einum stórum felagsskapi, uttan at annar parturin føldi seg køvdan av hinum.
? Men mínar royndir eru, at at viljin til samstarv er ikki til staðar.
Fakfeløgini hava tó eitt ávíst samstarv í Sjeymannabólkinum og tað er ein stór styrki í nógvum málum.
Hevur framvegis nakað at bjóða
Ingeborg Vinther sigur, at tað skerst heldur ikki burtur, at tað hevur gingið bæði upp og niður hesi 23 árini, hon hevur verið nevndarlimur og formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
? Í áttatiárunum var ov mikið at gera. Í nítiárunum máttu vit heilt niður á botn at venda. Hesi kreppuárini hava verið tey svárastu í mínari formanstíð. Bara frá 1992 til 1994 misti Føroya Arbeiðarafelag 2.200 limir, so hart rakti kreppan.
Men nú er sjógvurin slætnaður aftur, so nú eru aftur aðrar avbjóðingar.
Ingeborg Vinther sigur, at ein tann størsta avbjóðingin, sum nú liggur fyri framman, tað er at fáa eftirlønarskipanina at virka og at feløgini fáa so stóra ávirkan á hana, sum gjørligt.
? Oljuvinnan verður eisini ein stór avbjóðing, tí har mugu vit eisini verða upp á vakt, og fáa greiði á, hvussu vit skipa okkum fakfelagsliga í eini møguligari oljuvinnu.
Hóast Ingeborg Vinther nú hevur verið formaður í Føroya Arbeiðarafelag í 20 ár, heldur hon, at hon er langt ífrá útbrend enn.
? Hetta er eitt so fjølbroytt og spennandi arbeiði, at tað blívur ongantíð einstáttað og tað eru ongantíð stundir at keða seg.
? Tað er ongin dagur líka, tí t tað eru nýggjar avbjóðingar hvønn dag og tí haldi eg, at eg framvegis havi nakað at geva felagnum.
? Viðhvørt kann eg føla meg troytta, men tað javnar seg skjótt. Tí hetta er krevjandi arbeiði og tað tekur eisini nógva tíð frá privatlivinum.
Men hon brúkar eisini tíð uppá at løða battaríðini.
? Eg fari altíð tíðliga upp. Eg føli, at dagurin er heilt oyðilagdur, tá ið eg ikki eru tíðliga uppi. Og so svimji eg hvønn morgun, áðrenn arbeiðstíð. Men nú svimjihylurin er stongdur, plagi eg at fara ein gongutúr, men tað skal vera áðrenn klokkan er átta tá ið býurin kódnar í ferðslu.
? Annars gangi eg úti í bøi og haga hvørja løtu eg kann. Og urtagarðsarbeiði hevur eisini mín stóra áhuga, so alt í alt eri er rættiliga nógv uttandura í frískari luft, ja, eg eri so nógv úti, sum tilber. Og so er tað ikki at gloyma tann føroyski dansurin, sum eg gangi høgt uppí.
Tá ið vit so at enda spyrja Ingeborg Vinther, hvørji ynski hon hevur fyri landi og fólk tey komandi árini, spennir hon bogan høgt.
? Eg vildi ynskt, at tað hevði eydnast okkum at skapt eitt rættvísari samfelag, har stættarmunurin ikki verður meiri útjavnaður, so at tey veiku í samfelagnum fingu tað betri, og at hvør einasti føroyingur hevur tað rættartrygd, hann hevur krav uppá.
Og so vil hon eisini, at Føroya Arbeiðarafelag verður enn sterkari so tað verður uppaftur betri ført fyri at sláa manngarð um limir sínar og at verja borg, tá ið ágangurin er harður