til og úr Hoyvík hetta kvøldið. Tað er bert at boða handlinum í miðbýnum frá hesum frammanundan. Í Klaksvík verður fundurin eisini 17. mars kl. 20 á Sjómansheiminum. Her fer Johanna á Tjaldrafløtti, leiðari
Hvat er á vási? spyrji eg og fari eftir kaffikannuni. Eg visti frá fyrr av, at hann plagdi at sissast nokk so skjótt. - Hvørjir eru nú lúshundar? - Tað eru hasir lærararnir, sum vit hava. Eitt er at teir [...] teir koyra lýs í heysin á okkara neyðar børnum. Men tað, sum verri er, er tað, at teir duga ikki at benda. Útvarpsmenninir hava eisini gingið í skúla, og teir snakka dag um dag um fleiri lús. Og hvar hava [...] biki og hampi, men útvarpsmenninir tetta við kambum. Og skúlin hevur skyldina. Hatta er ein lúsaskúli, vit hava. Tað er eisini forbannað lúsut, at útvarpsstjórin ikki grípur inn og gevur sínum arbeiðsfólki
»Argjafrensar« eftir Sólrun Michelsen er sett saman av smásøgum og hendingum úr uppvøkstrinum hjá systkjunum Onnu og Jákupi. Tíðarskeiðið er 50ini, og bygdin er Argir. Hetta var eitt mundi, tá ið barnagarðar [...] kreppan ikki nógv vart við seg í frásagnunum hjá Onnu. Hon er tað, sum sigur frá og er alter ego hjá høvundanum. Tann næstan javngamli beiggin, Jákup, er henni kortini so at siga altíð undir lið. Vaksnamannaheimurin [...] seinastu orðini: »samanumtikið er alt kanska ikki so galið«. Anna er komin til sættis við tað, hon kortini ikki sleppur undan. Bøkurnar báðar eru rættiliga ymiskar, og høvundurin er greidliga mentur frá fyrru
slag av ævigari orku og tað er ikki nøkur illusjón. Talan er um eitt slag av veruligari orku, sum hann fekk gjøgnum eitt sera harðbæli lív." UNCUT: Nakað annað við John er, at fólk framvegis tekkjast honum [...] ferð hann sendi út nýggja plátu og annars segði sína hugsan um heimin og menniskjuna ? er framvegis góð søluvøru her stívliga seytjan ár eftir meiningsleysa drápið móti honum, sum sinnisjúki Mark Chapman [...] boðskapin út til fólkið. Yoko: "Ja, men John . . . John er á ein hátt tann, ið gjørdi tað. Tað, eg segði í teimum døgum taldi ikki við (flennur), so tað er gott, vit gjørdu tað saman. Men tað John segði, hevði
allersidste stik« situr Kjeld í koyristóli og er endaður á røktarheimi, eftir at Yvonna er deyð. Lítli Børge er eisini við í líki Jes Holsøes, men hann er fráskyldur konu síni. ? Soleiðis sum tað eftir [...] filmsleikritið saman við Eriki Balling og er primos motor í ætlanini. Hann er sera fegin um og undrast á, at tað skuldu ganga 18 ár til næsti filmurin í røðini kom. ? Tað er ótrúligt, at eingin annar hevur tikið [...] skemt og kommedia vantar í donskum filmum: ? Eg haldi, at grundarlag er fyri skemti, men danir gera ikki so nógv, sum er stuttligt. Tað er eisini tað truplasta at gera. Eisini tí at so nógvir sjálvhátíðarligir
ing av sethúsavirðunum í kreppuárunum mistu hús síni og komu at sita eftir við skuld, uttan at ogn er aftanfyri, spyr Jenis av Rana fíggjarmálaráðharran. Og fríggjadagin samtykti løgtingið, at Anfinn Kallsberg [...] Jenis av Rana, at øllum kunnugt eru nógvir føroyingar komnir illa fyri orsakað av fíggjarkreppuni her á landi. Ikki minst teir fyrrverandi húsaeigararnir, sum við stórari sethúsaskuld saman við arbeiðsloysi [...] í egnum húsum. ? Hetta hevur sera óhepnar avleiðingar fyri familjulívið, har fysiski karmurin ikki er í lagi, og mong kunnu sigast at vera heimleys, tá eingin veruligur leigupolitikkur finst í Føroyum
Góðu tit øll, sum eru komin saman her í dag. Tað er okkum ein stór gleði at síggja so mong at biðja okkum vælkomin, og fyri hesa stórfingnu móttøku. Tað er mangan so, at gleði og sorg ganga hond í hond [...] hugsa um tey sum hava mist. Men eg haldi ikki at deyðin, sum er ein nattúrligur partur av lívinum, skal sleppa at køva gleðina, sum tað av sonnum er fyri okkum, at sleppa at fiska við hesum stásiliga skipi [...] treysti í gongd Tað er nógv broytt síðan 1975. Tað hava verði vána tíðir og góðar tíðir fleiri ferð síðan tá. Og nú spáa menn kanska góðar tíðir. Men vit vilja allíkavæl siga tað sama, at tað er við bangnum hjarta
kann brúkast til gummistivlar, sum lukta av sildaveiði, so er vert at leggja til merkis, at buksupressarin stendur har hann skal. Men á kamarinum er onki barskáp. ? Nei, vit ætla okkum ikki at søkja um sk [...] við pizzadoynum í niðastu hædd, so er tað hinvegin slutt við seyðarhøvdum og ræstum fiski á menukortinum í matstovuni uppi yvir. Hóast rótføroysk matmentan ikki longur er partur av Sjómansheiminum, so heldur [...] tað er nóg fínt til hvønn oljusjeik tað skal vera, so skal sjómaðurin ? sum heimið upprunaliga varð ætlað til ? framvegis vera vælkomin. Og hann fær framvegis avsláttur í prísi. Ein prísur, sum er øktur
summarið nærkast, er tað eisini tíðin, tá seismikkskipini plaga at koma aftur á Føroyaleiðina at gera kanningar. Eitt av feløgunum, sum hevur gjørt nógvar kanningar á føroyska landgrunninum, er Geco Pracla, [...] Talan er um at gea kanninga fyri bæði Amerada Hess og Norsk Hydro. Her verður helst talan um at halda fram við sokallaðu ?tvey báta operatónini?, har tú letur skipini sigla aftaná hvørt annað, soleiðis [...] at loysa gátuna við tí tjúkka basaltinum. Hóast nógv orka er løgd í at finna nýggja mátar at sleppa niður gjøgum tjúkku basaltfláirnar, so er hetta enn ikki eydnast til fulnar. Leif Larsen sigur, at hóast
kreppan í Asia eru orsøkin til, at oljuprísurin er vorðin ein hin lægsti í meira enn 10 ár. Prísurin, sum eitt skifti var oman fyri 20 dollarar fyri tunnuna, er nú komin niður á góðar 12 dollarar. Tá Sosialurin [...] hvat leiting við Føroyar viðvíkur. Tað er greitt, at øll óvissan um markið, eisini kann hava óhepnar avleiðingar hvat áhuganum fyri leiting í føroyskum øki viðvíkur. Her røkist enn einki fyri nakrari loysn [...] Oljuprísúrin er nú so lágur, at tað í oljuheiminum verður tosað um at siga fólki upp og at bíða við stórum íløgum í nýggjum og dýrum økjum. Tann mildi veturin í Norðuramerika, nýggju avtalurnar millum