Góðu tit øll, sum eru komin saman her í dag. Tað er okkum ein stór gleði at síggja so mong at biðja okkum vælkomin, og fyri hesa stórfingnu móttøku.
Tað er mangan so, at gleði og sorg ganga hond í hond.
Vit vilja við ærufrygt minnast teir báðar menninar, sum vóru við Palla hjá Mariannu, og vit hugsa um tey sum hava mist.
Men eg haldi ikki at deyðin, sum er ein nattúrligur partur av lívinum, skal sleppa at køva gleðina, sum tað av sonnum er fyri okkum, at sleppa at fiska við hesum stásiliga skipi, sum vit hava fingið litið upp í hendi.
Eg kann ikki lata verða við at minnast aftur á tá gamli Christian í Grótinum kom í 1975. Tá segði pápi millum annað, at tað sær dapurt út og menn spáa vána tíðir, men við áliti á Harran fara vit við treysti í gongd
Tað er nógv broytt síðan 1975. Tað hava verði vána tíðir og góðar tíðir fleiri ferð síðan tá. Og nú spáa menn kanska góðar tíðir.
Men vit vilja allíkavæl siga tað sama, at tað er við bangnum hjarta at vit fara í gongd við hetta stóra og dýra skip.
Men tað er í álitið á tann, sum alt hevur skapt og sum øllum valdar, at vit fara til verka.
Eg vil enn einaferð takka fyri hesa stórfingnu móttøku og talarum fyri øll góð ynskir.
Eg vil nú bjóða øllum at vera vælkomin umborð at síggja skipið. Gerið so væl.