Fyri jól kom út fløgan Lennon Legend - The Very Best Of John Lennon.
John Lennon ? fyri mong eitt halgimenni, og fyri rockheimin hin treytaleysi poeturin, hvørs orð vóru so sterk í 70'unum, at amerikanska fregnartænastan rysti í brókunum, hvørja ferð hann sendi út nýggja plátu og annars segði sína hugsan um heimin og menniskjuna ? er framvegis góð søluvøru her stívliga seytjan ár eftir meiningsleysa drápið móti honum, sum sinnisjúki Mark Chapman var upphavið til 8. Desember 1980.
Nógv hevur verið skrivað og sagt um Lennon, bæði áðrenn og eftir deyða hansara. Høvdingin í The Beatles, størsta rockbólki nakrantíð, hevur altíð verið góð-biti at viðgjørt hjá journalistum. Ikki minst tí hann altíð megnaði at hevnja seg upp um klisjé-setningar og líkasæluna.
Og so var tað hansara hjúnarband við japansku listarkvinnuna Yoko Ono, sum næstan fekk ein absurdan týdning fyri rocksøguna. Serliga tí Yoko kom inn í hitan um somu tíð sum The Beatles spakuliga reyk út í kuldan í huganum hjá John Lennon frá 1967 og frameftir.
Av tí sama gjørdist Yoko Ono eitt slag av nútíðarheks. Hon fekk snøgt sagt skyldina fyri, at The Beatles fór í hundarnar.
Í huganum hjá fólki var tað sum um høvuðspersónurin John Lennon ongan persónligan vilja hevði sjálvur. Ja, hon var atvoldin til at John gav The Beatles minni og minni ans.
Fyri jól gav hon í enska mánaðarblaðnum UNCUT sína versjón av einum spennandi lívi saman við Lennon. Samstundis sigur hon frá um einstøku sangirnar á Lennon Legend ? hvussu hon minnist og tulkar teir.
Um orsøkina til, at sangirnir hjá John Lennon framvegis tykjast viðkomandi sigur hon:
Yoko: "Eg hugsi, John var næstan oyðileggjandi erligur. Sangirnir geva framvegis fólki nakað, sangirnir hava eitt slag av ævigari orku og tað er ikki nøkur illusjón. Talan er um eitt slag av veruligari orku, sum hann fekk gjøgnum eitt sera harðbæli lív."
UNCUT: Nakað annað við John er, at fólk framvegis tekkjast honum sum eitt slag av persónligheit, eini hetju.
Yoko: "Tí hann var eitt menniskja, og hann royndi ikki at fjala út yvir tað. Og hann kundi vera sera barnsligur samstundis sum hann, á ein løgnan hátt, á fleiri sangum var rættiliga avant garde."
UNCUT: Sangirnir á hesi fløguni eru sum eitt slag av dagbók, tí hann var ein sera autobiografiskur (skrivaði um seg sjálvan, blðm.) yrkjari. Á tann
hátt ert tú innfeldur partur av hansara lívi.
Yoko: "Vit vóru varug við og sera bevíst um tann veruleika, at vit vóru eitt par - eini hjún. Okkara tilknýti var sera tætt og vit kommunikeraðu sera væl. Okkara boðskapur var, "Hey, soleiðis síggja vit framtíðina fyri okkum, at menn og kvinnur arbeiða saman, og tey eru ájøvn hvørt annað."
UNCUT: Nógv av tí tit gjørdu var framman fyri tíðina.
Yoko: "Fyri eina kvinnu er tað náttúrligt at vera soleiðis. Vilt tú yvirliva sum kvinna, so mást tú hava eina slíka bevístheit, tú mást krevja tín rætt. Men fyri ein mann, sum hetta tíðarskeiðið í søguni hevði alt, hesin maðurin hevði makt sum kundi venda heimin á høvdið, hann hevði í veruleikanum alt, hann kundi ynskja sær - í eini slíkari støðu var tað óneyðugt hjá honum at lurta eftir og royna at fáa aðrar menn at síggja, hvat teir gjørdu móti kvinnum. Og eg trúgvi, tað var harðari hjá John at vera ein sovorðin maður. Men hann tók tað stóra lopið og bleiv tað, so eg veruliga respekteri hann fyri tað."
STRÍÐSFÓLK
Saman gjørdu John og Yoko veruliga vart við seg seinnu helvt av 60'unum og fyrst í 70'unum. Tey skipaðu fyri teimum tiltiknu ?bed in?, har tey fyri eygunum á alheimsmiðlunum lógu heilar dagar í hotelsengrum og eggjaðu fólki at gera tað sama. Tí so bleiv friður í heiminum. Eisini settu tey
spurnartekin við vesturlendska moralin og lótu seg avmynda nakin á umslagnum til plátuna.
UNCUT: Stríðist tú framvegis móti systeminum, ella tekur tú lív títt eitt sindur lættari í hesum døgum?
Yoko: "John og eg vóru altíð stríðsfólk, og eg haldi ikki, tað broytist, men kanska stríðshátturin broytist. Eg haldi, vit onkusvegna kanska vóru ov beint-fram-áleypandi. Eg royni ikki at siga, at eg eri blivin meira lúnsk ella nakað sovorðið, men, well, tey søgdu, vit vóru ov ótolin, og hátturin
at røkka tínum málum er rætt og slætt at gera vart við tína hugsan, og ikki trýsta og skumpa so nógv.
UNCUT:Stjórnin (amerikanska,blðm.) sá tykkara friðarkampanju sum eina hóttan. Fólk skýrdu tykkum at vera paranoid og svøk, tá tit søgdu at lurtað var eftir tykkara telefon og tit blivu skuggað, men hetta hendi jú í veruleikanum.
Yoko: "Eg veit. Men hesa tíðina var hetta landið (USA,blðm) í køldum kríggi við eitt annað land, og eg haldi tey skiltu tað sum eina beinleiðis ábreiðslu móti teimum, sum er skilligt. Eg meini, vit gjørdu jú vart við hetta. Vit gjørdu helst so nógv vart við hetta, at tað hevur verið
ærumeiðandi."
UNCUT: Hví heldur tú tey vóru so bangin fyri tykkum?
Yoko: "Tí orðini og tónleikurin hjá John hevur sera, sera sterka ávirkan, og tað visti stjórnin alt um. Og eg haldi, at nógv av tí, John segði um samfelagið, haríroknað hansara sjónarmið um leiklutin hjá manninum í familjuhøpi, at ala upp børn, veruliga festi seg í fólksins hugi, og tú sært úrslitið av tí nú. Eg haldi fleiri menn eru áhugaðir at luttaka í uppalingini av børnunum í dag. Í teimum døgum var tað bert eitt lítið tal av intellektuellurm, sum prátaðu um frið.
UNCUT: So tú og John góvu boðskapin út til fólkið.
Yoko: "Ja, men John . . . John er á ein hátt tann, ið gjørdi tað. Tað, eg segði í teimum døgum taldi ikki við (flennur), so tað er gott, vit gjørdu tað saman. Men tað John segði, hevði stóran týdning."
MOTHER
Eitt av mest sjálv-avdúkandi løgunum hjá John Lennon er lagið Mother, sum kom út beint eftir at The Beatles var upployst. Hetta var í 1970 og plátan kallaðist John Lennon/Plastic Ono Band. Sangurin er eitt róp til deyðu móðir John, har John við grátirødd syngur, "Mother, you had me/I never had you". John Lennon hevur í samrøðum sagt, at hann misti móður sína tvær ferðir, fyrst tá hon lat mostur John taka sær av honum í barndóminum. Seinnu fer, tá móðirin varð yvirkoyrd og doyði, tá John var tannáringur.
Sangurin vísir ávirkanina, sum sokallaða "Primal Scream" viðgerðin (terapi)
saman við viðgerðarmanninum Artur Janov, hevði á John Lennon.
UNCUT: Hvussu væl tók John ímóti tankanum um Primal Scream viðgerðina?
Yoko: "Sera væl, hann var skjótur."
UNCUT: Hann hevði nógva pínu, hann skuldi av við.
Yoko: "Sjálvsagt, sjálvsagt. Hann var ein sera píndur persónur. Hann hevði tað soleiðis, tí hann hevði ein ræðuligan barndóm. Summi fólk høvdu allarhelst torførari barndóm, men tað sum telur er, hvussu hansara barndómur
píndi hann . . . mamman og pápin, sum fara frá hvørjum øðrum, og ikki hava stundir at hugsa um hann. John fekk nógvar bøkur sendandi, og ein teirra var henda Primal Scream bókin, og hann segði, "Á ja, hatta er líkt tí, tú gert á einum palli". Og so las hann víðari og segði. "Hetta er ótrúligt."
Síðani avgjørdu vit bæði, at vit máttu bjóða hesum manninum til Onglands, og Arthur Janov og kona hansara komu á vitjan, og vit skiftu orð um hetta, og tað ljóðaði sum um hetta var í lagi. Síðan fóru vit til Los Angeles (LA), og tann Primal-viðgerðin vit fingu var sera góð fyri okkum bæði, men serliga fyri John."
UNCUT: Hvat snýr viðgerðin seg um?
Yoko: "Tað er bert ein spurningur um at bróta niður múrar, sum eru innan í tær sjálvum, at sleppa øllum kenslum leysum heilt inntil, tú byrjar at gráta. Og sjálvsagt; fyri menn er hetta sera toført, serliga í teimum døgum ? grátur var ikki nakað fyri menn. Og hann vildi heldur ikki gráta. Fyrr
ella seinni var hann noyddur, og hann byrjaði at gráta, sum er sera sunt, og so kendist tað gott, at hann slapp av við nakað av innistongdari øði. John hevði tað gott við hesum. Eg haldi hetta gjørdi stóran mun fyri John, hann gjørdist meira róligur eftir hetta."
UNCUT: Tá hann tók upp Mother, setti hann seg sjálvan í viðgerðarstøðuna?
Yoko: "Tað var ikki soleiðis, at hann segði, "Latið okkum gera eina terapi-løtu her, og OK, hetta er rætta løtan at byrja at skríggja."(flennir) Nei. Nei. Men hann mintist ta kensluna, og hann var nú førur fyri at leita aftur í tíðina og minnast aftur á barndómin.
UNCUT: Megnaði hann nakrantíð at fáa klárlagt sínar kenslur mótvegis foreldrunum?
Yoko: "Eg haldi, hann var sera sivilseraður mótvegis pápa sínum Fred Lennon. Hann føldi, at hann vildi vera siviliseraður, kortini hevði hann nakað av øði, sjálvsagt, men pápin stakk inn á gólvið av og á. Móðir
hansara ? hann var ongantíð veruliga óður inn á sína móður. Eg haldi, tað
var tað, ið gjørdi tað so torført hjá honum. Hann vildi vera óður inn á hana, men fyri hann var móðirin alt, og tað var sera torført hjá honum at koma yvir ta sannroynd, at hann misti hana tvær ferðir, haldi eg. Haraftrat var hansara minni um móðurina ein mynd av einum sera vøkrum og stuttleika-elskandi persóni, og tað var sera pínufult at síggja tað. Pínan var framvegis har, hon hvarv ongantíð. . . John var ikki bara keddur av, at móðir hansara ikki upplivdi sonin hjá sær blíva ein heimskendur Beatle ? hann kendi seg á fleiri hættir sekan í hesum, og tað var sera hugtyngjandi."
HEROIN
Seinni í samrøðuni við UNCUT avdúkar Yoko, at John var rættiliga sjalu. Hann gjørdi sjálvur lagið Jealous Guy, har hann viðgongur tað. Eitt nú dámdi John Lennon ikki, at Yoko las japanskan skaldskap. Hann kendi seg uttan fyri. So tað helt hon upp at við.
Sjálv sigur Yoko: "Eg gav honum ongantíð nakað høvi at vera sjalu. Kortini var hann tað."
Yoko dylir heldur ikki fyri, at hon og John seinast í 60'unum ikki bara eksperimenteraðu við narkoevnum; tey vóru beinleiðis heroin-nýtarar, Í 1969 kom lagið "Cold Turkey". Cold Turkey merkir, at tú kvettir á stokkinum ? gevst við rúsevnum ? frá degi til dags. Hetta gevur ræðuligar abstinensir.
UNCUT: Hetta (lagið Cold Turkey, blðm.) verður vanliga mett sum tað lagið,
ið mest av øllum sigur frá um at gevast við heroin. Hvussu ofta hevði John
slíkar upplivingar?
Yoko: (Hugsar seg leingi um)" Einar tvær ferðir, nakrar ferðir. Eg minnist ikki, hvussu ofta, men tað merkir ikki, tað var so ofta. Eg skal siga tær, tað var sera løgið, tí eg veit, í teimum døgum høvdu teir flestu kendu bólkarnir gott samband, og teir kundu lættliga fáa hendur á tonsi av rúsevnum, men av eini ella aðrari orsøk vóru eg og John ongantíð rættiliga inni í hitanum (flennir), og vit skiltu ikki hví. Og tað var hetta eina sambandið vit høvdu í London, sum var eitt sera gott samband fyri ein annan bólk og við endaðu altíð aftast í røðini (flennir uppaftur meira).
UNCUT: Upplivdi tú "cold turkey" saman við John?
Yoko: "Á ja. Eg var so ovfarin. Hann hevði so ótrúliga sterkan vilja. Tú veist, tað var sera hart at gevast alt fyri eitt ? cold turkey. Tað er ein myta, at vit fóru á sjúkrahús fyri so líðandi at sleppa heroinbrúkinum. Fólk søgdu: "Á, tey eru priviligerað, allarhelst tók sjúkrahúsið sær av
teimum ella okkurt sovorðið." Vit vóru so fullkomiliga ræðslusligin, vit hildu, "Hetta er ólógligt, vit kunnu ikki uttan víðari fara á eitt
sjúkrahús, vit vera handtikin ella okkurt sovorðið." So vit ikki so frægt sum droymdu um at fara á sjúkarhús. Hjá okkum var tað cold turkey.
UNCUT: Hvat var tað við heroin, sum John dámdi so væl?
Yoko: "OK, vit vóru saman um ta kensluna, so tað er ikki bara hann: Vit hildu tað var sera effektivt á tann hátt, at tað tók fartin av okkara hugi. Eg og John vóru bæði sera virkin (á enskum "up people"), og tóku vit ein
"upper" (evni, ið fáa teg at gerast uppaftur virknari, blðm.) so gjørdust vit bara púrasta ør. So, tú veist, tað kundu vit ikki. Og vit tóku ein "downer" . . .
UNCUT: Hvussu góvust tit bæði so tá avtornaði og fyri allar tíðir við heroin?
Yoko: "Ah, orsøkin til, at vit góvust stóðst av skeivum upplýsingum, sum onkur gav okkum um, at tað fanst eitt nýtt narko-evni, sum eitur metadon,og tað gevur tær somu høgu kenslu sum heroin, men tú gerst ikki misnýtari av tí, og so "whoopee". Og veist tú, vit vóru fullkomiliga stofffrí. Flestu fólkini taka metadon, tí tey vilja sleppa undan heroini og vit tóku slettis ikki heroin um hetta mundið, so tað var tað býttasta, vit kundu gera. So vit gjørdust bundin av metadon og ein lækni segði: "Ongin vinnur á metadon." Og tað var tá, John gjørdist sera illur."
UNCUT: Tað sannførdi hann um at gjøgnumføra tað . . .
Yoko: "Sjálvsagt, sjálvsagt, tú veist, hann er ein rebellur. Eg eri rebelsk, og vágar nakar sær at siga, at "nobody can shake metadone", so var tað júst tað, vit vildu. Og tað er tað torførasta, eg nakrantíð havi gjørt. Og eg eri fullvís í, at soleiðis var tað eisini fyri John. Síðani litu vit ongantíð aftureftir. Aftan á tað, kundi onki gera okkum til misbrúkarar.?
AURA
Eisini prátar Yoko Ono um, hvussu John veruliga trúði upp á friðin og tað góða í menniskjanum, sí hansara kendasta lag nakrantíð Imagine. Um hvussu hon hitti John á eini framsýning hon hevði í London, uttan at vita, hvør hann var. "Hann hevði hesa auraina", sigur hon. Um sangin Working Class Hero, har John valdi at brúka orðið "fuckin" sigur Yoko:
"Nakað av keglan stóðst av hesum, og tey flestu fólkini hildu: "Hann brúkar bara orðið fyri at gera fólk ovfarin". Men hann segði mær, "Hatta er partur av at vera arbeiðaraklassi. Tað er ikki arbeiðaraklassi, um alt
verður sagt sera reint og rætt, so eg kundi havt koyrt F-orðið inn aðru hvøjra ferð, men eg vildi bara brúka tað hasa einu ferðina.?
Yoko Ono sigur eisini frá, hvussu tey veruliga vóru ?Starting Over?, tá henda, seinasta útgávan við John Lennon kom út í 1980 á plátuni Double Fantasy (við lagnum Starting Over á).
Og so verður til endans vent aftur til Imagine, og setningin. "Nothing to kill or die for"
Yoko: "Nothing to kill or die for merkir, at tað er onki at drepa og doyggja fyri í Utopia. So tað er í veruleikanum ein sera positivur boðskapur, men eisini ein lítil ávaring til fólk, sum dyrka hesa hetjukensluna, at tú vilt doyggja fyri okkurt ? ger ikki tað, broyt bara títt lív og elska teg sjálvan."