yst, at hann skuldi doyggja. Seinni havi eg sagt mær sjálvum, at kanska var tað ikki meiningin, at hansara lív skuldi verða longri. Tað er ein uggi at siga tað, ein lítil hjálp, men í grundini meini eg [...] kunnu hesi børnini hjálpast, skulu tey vaksnu tosa við børnini um deyðan og um tað at syrgja, sum ein natúrligan part av lívinum. Hetta var høvuðsevnið á skeiðnum, sum pedagogar og hjálparfólk á dagstovnum [...] henni og familjuni. Tíð og umsorgan Starvsfólk í barnagørðum sleppa ikki undan at uppliva børn, sum á ein ella annan hátt syrgja. Antin tí eitt foreldur doyr ella av at foreldrini fara frá hvørjum. Børn kunnu
kunnu føroyingar ikki »longur« venda sær til donsku stjórnina, um vit fara út av búskaparliga. Men eg havi hug at spyrja, um Edmund Joensen og leiðaraskrivarin á Dimmalætting hava gloymt, hvussu tað gekst [...] almannaverkið, sum ikki longu var koyrt undir blokkin, kom inn undir hann. Hetta fyri at fyribyrgja, at ein føroyskur húsagangur ikki skuldi kunna økja refusiónsupphæddina munandi. So fitt var danska stjórnin [...] eitt gott dømi um, hvør í veruleikanum hevur endaligu ábyrgdina - tað hava vit sjálvi. Og vit kunnu eins væl formalisera hesa ábyrgd. Og tað gera vit sjálvsagt best við at lyfta høvdið upp frá koddanum og
Enninum. Ein hugaligur røktingarmaður kemur sunnanífrá, ivaleyst hevur hann mong áhugamál í haganum í hesum døgum, nú bert er umleið ein mánaður, inntil skurðfjøllini verða gingin. Tað lættir um, um ein hevur [...] leiðir, men tó eitt bragd, tá ein er farin um tey áttati. Eisini hugleiddu Dávur, sonur Emmu, og Poul Martin á Trønni hendan dagin. Hornblástrarfelagið í bygdini ríkaði løtuna, eins og undanfarnu ár. Felagssangurin [...] er gøtan veruleiki frá skúlabrunninum við bygdarstikið. Meðan gingið varð niðan vælveltu gerðini, eins hóvliga og farið varð á fjall, vóru mong mál viðgjørd, t. d. um seyð, heiðafugl, støðuna hjá ternuni
samfelag, sum í máli, søgu og mentan er ein eind heilt av sær sjálvum, tí at tað liggur fyri seg, langt burturi frá øðrum. Ein bygd í stødd, men samstundis ein fullur heimur við allari skipan og útgerð [...] serligar listagávur. Her hugsi eg serliga um ung listafólk, ið hava víst, at tey duga. Vit hava ein nøgd, vit hava ein breidd, og her er dygd. Men eg eri vísur í, at føroysk list og mentan hevði tikið eitt lop [...] fyri at skapa. Gunnar nevnir í hesum sambandi, hvussu øvugt alt vendir, um ein rithøvundi vil geva eina bók út í Føroyum. ? Tá ein rithøvundi skrivar eina bók, so skal handritið gerast, bókin skal prentast
stórliga fagnaður á síni fyrstu vitjan í Suðuroynni. Men Føroya Javnaðarflokkur kundi valla havt valt ein betri dag at víst oddamanninum í danska sosialdemokratiska flokkinum Suðuroynna, tí veðrið var av tí [...] norður til Sandvíkar, har Nyrup og fylgi hansara, og umboðini fyri Føroyska Javnaðarflokkin og drukku ein kaffimunn saman við bygdarfólki. Í Sandvík fall prátið sjálvsagt inn á gamla, vælkenda Javnaðarmannin [...] náttúruvakra Akraberg, har sumbingar vístu runt. Og síðani gekk leiðin til Sumbiar har vitjanin fekk ein heilt serligam dám. Í Sumba var stokkið inn á gólvið hjá vælkendu, gomlu handilskonuni, Veru Christiansen
um várið. Vit mugu skilja, at Mjørkadalur var ein í altjóða týdningi sera virðismikil støð. Hon hevur enn týdning, men sjálvsagt ikki í sama mun, og eg havi borið tað fram fyrr, at vóru ikki berlinmúrarnir [...] danska sjóverjan skuldi spara ein tyrluskipara, teir søgdu seg mangla skiparar og teir, sum vóru til taks, máttu brúkast í Grønlandi. »Trúgvi tí, ið trúgva vil«, men tað ljóðar. Havi altíð hildið tað vera hættisligt [...] Her er full semja. At taka fulla avleiðingina tekur sína tíð fyri ein part av fólkinum, men nú er rákið av álvara farið at venda og aftur vendist ikki, tað má hesin parturin av fólkinum royna at skilja
lisin. Eg havi verið limur í hesum felag síðan 1965, og verið til teir allar flestu aðalfundirnar. Sostatt havi eg kunna fylgt við einum triðingi av felagsins lívi. Lat tað fara hesa ferð, bara ein spurningur [...] 41 limunum. Ein sera løgin kensla. Ein møði. Spurningar, sum hava hamast upp á meg aftur ferð eftir ferð. Hví vildu teir ikki vera sjálvstøðugur. Teir vildi heldur gjalda pening, tá var ein hálv millión [...] t felag fyrr enn 1. januar 1981 (Hetta er ikki ein prentvilla) áður vóru vit »118 kreds i Danmark Lærerforening«. Roynt var at broyta hetta, men bara ein syrgiliga lítil minnilutur vildu sjálvbjargni.
Løgtingið, samtykkir lógir. Ein lóg er ein almenn forskrift, sum hevur gildið fyri øll tey, sum lógin umfatar. Soleiðis er t.d. lógin um bileftirlit galdandi fyri øll tey, sum eiga ein skrásettan bil. Taka vit [...] Fara vit nú aftur til lógina um bileftirlit, so er tað ein uppgáva hjá almennu fyrisitingini at síggja til, at lógin verður fylgd. Í Føroyum er ein almennur stovnur - Bileftirlitið - hvørs uppgáva er, at [...] fyrisitingarlógini, og at ALS sostatt er ein partur av almennu fyrisitingini í Føroyum. Somuleiðis hevur Landsstýrið givið mær allan rættin, í sambandið við at eg havi kært eina avgerð hjá ALS, um at nokta
so haldi eg ikki, at blokstuðulin tyngir okkaramillum. Peningur er bert ein partur av samstarvinum, og í veruleikanum ein fyritreyt fyri, at Danmar og Føroyar kunnu mennast á jøvnum føti. Hevur f [...] føroyingar siga okkum um tørvin til ta tíð. Tað vil tí vera ein vanlig samráðingarstøða, sum vit kenna og hava brúkt higartil. Er góða juniavtalan ein roynd at fáa Føroyar taka ábyrgd fyri sínum fíggjarpolitikki [...] siga vanliga um húsabygging og hjúnarbandið, at um hjúnarbandið heldur til ein húsabygging, so heldur tað tilalt. Kann hugsast at ein slík kreppa millum Danmark og Føroyar ger, at bæði londini kom styrkt undan
eitt slag av back-up tyrlu fyri donsku sjóverjutyrluna. Nú tá tann danska fer av landinum um ein mánað, broytist henda myndin. Magni Arge gevur sostatt politisku myndugleikunum bóltin. Tinganes má áseta tørv [...] Við avgerðini hjá donsku marinuni hava føroyskir myndugleikar fingið ein trupulleika at dragast við. Danska stjóverjutyrlan, sum higartil hevur verið umborð á verjuskipunum, ið hava vart føroyskt sjóøki [...] tøk í eitt hálvt ár. Tað sama kann eisini gera seg galdandi, um vanlukkur á sjónum henda. Fæst ikki ein nýggj tyrla til vega, so lækkar støðið og trygdin munandi. Atlantic Airways hevur eisini verið nevnt