Ein mánaður til danska sjóverjutyrlan fer av landinum

Avgerðin hjá donsku sjóverjuni, at taka teirra tyrlu úr flúgvin í føroyskum øki frá hálvum oktober mánað og fram til 1. apríl, stendur við

Við avgerðini hjá donsku marinuni hava føroyskir myndugleikar fingið ein trupulleika at dragast við. Danska stjóverjutyrlan, sum higartil hevur verið umborð á verjuskipunum, ið hava vart føroyskt sjóøki, hava eisini havt nógvar aðrar uppgávur, eitt nú bjargingaruppgávur og sjúkraflutning.


Pilot trot

Stápstjóri Eli Lyngvej Larsen á Marinustøðini sigur fyri Sosialinum, at orsøkin er einføld. Ongir útbúgvnir tyrluskiparar eru. Og tí verður prioriterað øðrvísi nú.

Trotið á hesum tyrluskiparum, ið allir hava eina serliga hernaðarliga flogskiparaútbúgving, er sera stórt. Privata flúgvingin gevur nógv meira fíggjarliga, og tí velja flestu skiparar at fara úr sjóverjuni og í privatu tænastuvinnuna at flúgva.

Óvist hevur verið, hvør hevur bóltin. Er tað fiskivinnuumsitingin í Tinganesi? Vaktar & Bjargingartænastan Vinnumálastýrið? Ella kanska Almanna og Heilsudeildin?


Rakar sjúrkaflutningin

Tað er undir øllum umstøðum greitt, at sjúkraflutningur kann verða raktur, nú danska sjóverjutyrlan ikki verður tøk í eitt hálvt ár. Tað sama kann eisini gera seg galdandi, um vanlukkur á sjónum henda. Fæst ikki ein nýggj tyrla til vega, so lækkar støðið og trygdin munandi.

Atlantic Airways hevur eisini verið nevnt í sambandi við nýggju støðuna. Magni Arge, stjóri á Atlantic Airways, sigur fyri Sosialinum, at føroyska flogfelagið vil ikki afturvísa nøkrum, um myndugleikarnir venda sær til teirra.

? Vit hava eina tænastu, og ein kunnleika á økinum. Og vit eru eisini sinnaðir at átaka okkum tænastur av slíkum slag. Eg vil tó leggja dent á, at vit eru ikki áhugaðir at taka nakran sum gísla í hesum máli.

Sum er hevur Atlantic eina tyrlu í innanoyggjaflúgving.

Fyri hesa tænastu rindar landsstýrið árliga 5 milliónir krónur fyri 400 flogtímar.

Magni Arge sigur, at tað sjálvsagt ber til at økja um tímatalið við hesi tyrlu, um landssmyndugleikarnir ynskja tað. Vansar fylgja tó eisini við. Skal tyrlan eitt nú brúkast til bráfeingis sjúkraflutning, so kann roknast við, at hetta gongur út yvir innanoyggja ferðasambandið.

Hartil er tyrlan hjá Atlantic Airways ikki so væl egnað til bjargingararbeiðið, um umstøðurnar eru hættisligar. Henda tyrlan er rætt og slætt ikki líka kring, sum danska sjóverjutyrlan.

Stjórin á Atlantic Airways sigur víðari, at føroyska tyrlan higartil eisini hevur virkað sum eitt slag av back-up tyrlu fyri donsku sjóverjutyrluna. Nú tá tann danska fer av landinum um ein mánað, broytist henda myndin.

Magni Arge gevur sostatt politisku myndugleikunum bóltin. Tinganes má áseta tørv og ætlanir fyri eitt nú sjúkraflutning, bjargingarútbúnað o.s.fr.