Talan er um revsitiltøk, sum skuldu minka neyðhjálpina niður í helvt og halda Rafah-landamørkini millum Gaza og Egyptaland stongd.
Tað sigur ísraelski public servicemiðilin Kan.
Tiltøkini vórðu kunngjørd í gjár, eftir at Hamas í fyrstu atløgu bara hevði latið fýra av 28 dripnum gíslum frá sær. Seint í gjárkvøldi lótu teir fýra lík afturat frá sær.
Harumframt ljóðar, sambært Times of Israel, at Hamas fer at lata fýra dripnar gíslar afturat í dag.
Tí fer Ísrael at lata Rafah-marknaliðið upp í dag og loyva 600 lastbilum við nødhjálp at sleppa inn í Gaza, sum vápnahvíldaravtalan ásetur, sigur Kan.