EM: Ísland hevur eina stóra favorittstøðu móti Føroyum

Í kvøld spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti fyrsta EM-undankappingardystin á hesum sinni

Í kvøld klokkan 20.30 spælir føroyska kvinnulandsliðið fyrsta EM-undankappingardystin í hesari undankappingini.

 

Føroyar møta Íslandi í dysti í bólki 4 í Hafnarfirði. Í undanfarnu EM-undankappingini taptu okkara 20-24 og 23-28 fyri Íslandi. 

 

Ísland hevur eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á íslendskan heimasigur eru 1,08.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan útisigur eru so høg sum 8,99.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##