minuttir fyri endan av dystinum ímóti B71 sunnudagin, hækkaði talið av útlendskum leikarum í føroysku 1.deild í ár til 26. Samstundis gjørdist tann 17-ára gamli onglendingurin tann yngsti útlendingurin í føroyskum [...] føroyskum fótbólti í ár. Tað er eisini sannlíkt, at Josh Paris man vera tann yngsti spælarin í 1.deild nakrantíð, ið ikki er føroyingur, síðan kappingin byrjaði í 1942, men í løtuni tora vit ikki at pástanda [...] bara flestir í tali, men eisini mest spjaddir ? teir umboða eina helvt av teimum tíggju liðunum í 1.deild. Nakrir útlendingar eru longu farnir úr sínum feløgum. Ungverski álmaðurin Janos Timar megnaði ikki
1. deild menn: Sumba-ÍF 2-2 Tað stóð nógv upp á spæl, men spælið gjørdist á ongan hátt ófantaligt og merkt av nógvum og tættum nærdystum. Tað kundi kanska roknast við hesum, men ferðin var ongantíð í topp
Johannesen er triðji føroyingurin í superliguni. Superligan er frá fyrst í níti árunum. Frammanundan var 1. deild besta deildin í Danmark, og har hevur ein annar tvørámaður roynt seg i nýggjari tíð. Tað var Henrik [...] Triðji føroyski fótbóltsspælarin blandaði seg sunnudagin upp í superliguna. 1.389 áskoðarar treiskaðust í øllum regninum á Viborg stadion, har Óli Johannesen var á beinkinum við síðuna av Peter Rudbæk [...] fremst í superliguni. Tað gongur eisini væl hjá Brøndby, sum í væl spældum dysti á heimavølli vann 1-0 móti Silkeborg. Esbjerg skuldi í gjárkvøldið spæla móti Vejle.
2. deild menn: Royn-HB 1-1 (1-0) Spælararnir tørnaðu til í nærdystunum, og dómarin, sum loyvdi hørðum spæli, dømdi ikki fyri øllum fríspørkunum, sum hann av røttum kundi. Fyrsta hálva tíman høvdu vertirnir [...] eftir fyrsta hálva tíman, endaði við hesi støðuni. Hjá HB vóru tríggir av teimum, sum hava smakkað 1. deildarfótbólt í ár, við. Eyðun Højgaard og Pætur Dahl spældu frammi á vøllinum, meðan Jákup Eli Olsen
2. deild menn: LÍF-TB 7-3 (3-1) TB smokkaði leygardagin burtur ímillum í stíðnum fyri at vinna næstfremsta plássið í 2. deild og harvið møguleikan at spæla um eitt pláss í bestu deildini. TB hevur kappast [...] við mótstøðumonnum, kom út ímóti, valdi Tomek at trilla tvørturum til landsmannin Mirek, og so var 2-1. Tríggir minuttir manglaðu av fyrra umfarinum, tá Tomek við nærra stólpan fekk loyvi at stúta horna
1. deild menn: B36-VB 6-1 (3-0) Um áskoðararnir hjá B36, tá teir fóru í Gundadal í góðveðrinum leygardagin, høvdu roknað við, at teirra lið fór at fáa tað strevið móti VB, sum næstsíðsta vikuskifti meiri [...] Hansen stakk í brotsteigin til púra leysan Sivic, og hann trillaði uppá tvørs til Jákup á Borg, sum úr 1,5 metrum trillaði í tóma málið. VB fekk sítt mál eitt korter undan leikloki. Eftir innlegg frá Palla
1. deild menn: GÍ-HB 1-2 (1-2) Í HB miðja teir framvegis eftir FM heitinum, men í fyrstu atløgu ræður tað um at vinna rættin til luttøku í Europa Cup. Vónin fyri hesum styrknaði sunnudagin, tá teir tóku
tikið floytuna: ? Eg vænti, at hann verður ein góður dómari. Enn hevur hann ikki so nógvar royndir í 1. deild, men tær koma og fara at gera Jens Petur til ein góðan dómara. [...] spældi eg við VB, men síðani sumbingar komu uppí, havi eg spælt við teimum. Í 1977 vóru vit í 3. deild, og eg havi dømt í bestu deildini síðani tá. Eg haldi, at tað er ein stórur fyrimunur at spæla og [...] hvørt vikuskifti, og tey seinnu árini hava vit dømt tvey vikuskifti og havt frí eitt. Vit hava ongar 1. deildar dystir havt í Suðuroy, og tað vil siga, at vit hava verið tvey vikuskifti norðanfyri, og so
1. deild: NSÍ-B68 5-0 (3-0) NSÍ var í hopla, tá toftamenn vitjaðu á vøllinum í Runavík sunnudagin. Grannauppgerðin, sum plagar at verða tøtt og spennandi, líktist hesaferð meira einvegis ferðslu, har teir [...] fekk bara hondina á, og við aftaru stong kundi verjuspælarin Dánjal Hansen sendi bóltin í málið til 1-0. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti NSÍ til 2-0, tá Helgi L. Petersen (sum var viðaftur eftir leikbann
1. deild menn: KÍ-B71 3-1 (3-1) Tá B36 og VB spældu í Gundadali var Tony Paris ein av fleiri venjarum í 1. deild, sum njósnaðist, og tá fyrra umfarið var hálvrunnið í Klaksvík sunnudagin, kundi máltalvan [...] Stephen Boyle. Síðsta tíman fór ferðin eitt sindur niður. Kanska klaksvíkingar slerdu seg til tols við 3-1 sigurin og hugsaðu meiri um Europa Cup dystin hósdagin og stórdystin á útivølli móti HB komandi sunnudag