Sonur KÍ-venjaran yngsti útlendingurin í 1. deild

Fótbóltur: Josh Paris, sum sunnudagin spæli á besta liðnum hjá KJÍ, fyri fyrstu ferð, er yngsti útlendski spælari í 1. deild

Eftir at Josh Paris, sonurin hjá tí enska KÍ-venjaranum, Tony Paris, varð innskiftur nakrar minuttir fyri endan av dystinum ímóti B71 sunnudagin, hækkaði talið av útlendskum leikarum í føroysku 1.deild í ár til 26.

Samstundis gjørdist tann 17-ára gamli onglendingurin tann yngsti útlendingurin í føroyskum fótbólti í ár. Tað er eisini sannlíkt, at Josh Paris man vera tann yngsti spælarin í 1.deild nakrantíð, ið ikki er føroyingur, síðan kappingin byrjaði í 1942, men í løtuni tora vit ikki at pástanda tað.


Flest jugoslavar

í Føroyum

Sum vit síggja á talvunum her á síðunum, hava bert trý feløg uppbrúkt kvotuna av fýra útlendingum, og tað er bert HB, ið ikki hevur nýtt nakran útlendskan leikara.

Jugoslavir eru ikki bara flestir í tali, men eisini mest spjaddir ? teir umboða eina helvt av teimum tíggju liðunum í 1.deild.

Nakrir útlendingar eru longu farnir úr sínum feløgum. Ungverski álmaðurin Janos Timar megnaði ikki at spæla seg á B36-liðið, og fyrrverandi NSÍ-venjarin, Milan Cimburovic, kundi spæla bert ein dyst við felagnum, áðrenn hann fekk sekkin. Óvist er eisini, um onglendingurin hjá ÍF, Chris Knight, verður við aftur í ár.

Annars er at siga, at fimm útlendingar afturat í 1.deild ikki eru at síggja á vøllinum við sínum feløgum ? teir eru einans venjarar - rumenin Ion Geolgau úr HB, onglendingurin Tony Paris úr KÍ, danin Bjorn Krogh úr B68, póllendingurin Piotr Krakowski úr ÍF, og so Milan Cimburovic úr Sumba, ið ístaðin spælir við Royn í 2.deild.

Umframt hann virka fleiri aðrir útlendingar í teirri næstbestu deildini: Tomek Resel og Marek Gil (LÍF of Pólland), Moises og Robson (GÍ og Brasil), Zoran Mancic (Royn og Jugoslavia), Egill Steintórsson (TB og Ísland), og Ole Andersen (FS Vágar og Danmørk). Tann síðsti er einans venjari, meðan veteranurin av føroyskum fótbólti Egill Steintórsson venur sítt felag og kemur onkuntíð á vøllin sjálvur, Zoran Mancic er leikandi venjarin í Hvalba.

Sostatt spæla og venja ikki færri enn 37 útlendingar í Føroyum í 1. og 2.deild, tó at teir báðir Bjørn Krogh og Egill Steintórsson hava havt fastan bústað í landinum í nógv ár.