Triðji føroyski fótbóltsspælarin blandaði seg sunnudagin upp í superliguna. 1.389 áskoðarar treiskaðust í øllum regninum á Viborg stadion, har Óli Johannesen var á beinkinum við síðuna av Peter Rudbæk, venjaranum hjá AGF. Tá ein hálvur tími var farin, kom AGF, sum var leikliga omaná, á odda við málið, sum Mads Jørgensen stútaði, men tríggjar minuttir undan leikloki javnaði heimaliði. Málið skoraði Hans Eklund.
Níggju minuttir fyri leiklok varð Óli Johannesen settur inn á AGF liði. Hann loysti íslendingin Tomas Inga Tómasson av á verjukenda miðvallarplássinum, men eydnan var ikki við AGF, tí eina løtu eftir, at Óli var komin á vøllin, var høgri vongverjin hjá AGF skaddur, og tá høvdu teir brúkt allar tríggjar skiftisspælararnar. Skaðin hevði við sær, at Óli Johannesen noyddist út í høgra borð, og sambært tí hann sjálvur segði í útvarpinum á middegi í gjár, so var tað hansara maður, ið skoraði málið hjá Viborg, eftir at fríspark var sent innfyri.
Óli Johannesen er triðji føroyingurin í superliguni. Superligan er frá fyrst í níti árunum. Frammanundan var 1. deild besta deildin í Danmark, og har hevur ein annar tvørámaður roynt seg i nýggjari tíð. Tað var Henrik Thomsen, ein av fremstu álopsmonnnum á meistaraliðnum hjá TB í sjeyti og áttati árunum. Henrik spældi í B93, har hann kom á besta liðið í 1979.
Todi á skeivum liði
Fríggjakvøldið var aftur á myrkt blað vent í syrgiligu gongdini hjá FCK. AaB fór til hús aftur við øllum stigunum. Teir vunnu 2-0, og donsku fjølmiðlarnir eru samdir í, at hetta var heppið. Dómarin fær av grovfíluni, og hann verður nevndur sum høvuðsorsøkin til, at FCK ikki fekk mál og at AaB fekk fyrra málið.
Tíggju minuttir vóru farnir, tá Todi Jónsson breyt ígjøgnum í vinstru, sendi innfyri og bólturin varð stýrdur í málið. Men dómarin bríkslaði fyri frísparki ? av órannsakiligum orsøkum verður sagt.
Andres Oper, nýggi álopsmaðurin, sum AaB hevur keypt úr Estlandi, setti hol á, tá 23 minuttir vóru farnir. Hann gjørdist púra leysur, og donsk bløð vita at siga, at hann var einar fimm metrar rangstaddur, men dómarin tagdi.
Í minuttinum aftaná breyt Todi Jónsson aftur ígjøgnum í vinstru, men aftur hesa ferð varð fríspark dømt. Okkara heimildarmaður, sum var í Parkini, heldur fyri, at sjálvandi er altíð vandi fyri, at hann sá tilburðin við føroyskum eygum, men hann skilti ikki frísparkið og als ikki gula kortið, sum Todi fekk.
Dysturin var væl spældur á nýggju grasmáttuni, og tað verður sagt, at FCK spældi væl, og at Niclas Jensen og Todi Jónsson funnu væl hvønn annan í vinstru. Men hóast gott samanspæl, so fekk FCK einki mál, og í evstu løtu skoraði Søren Frederiksen, sum var skiftur inn.
Sjóneykan verður sett á, at FCK hevur trupulleikar at fáa mál. Tað skal eitast, at teir spæla við trimum monnum í álopinum, men í veruleikanum er David Nielsen einsamallur frammi. Todi spælir hangandi álopsmaður í vinstru, og tað ber ikki til bæði at vera við í uppspælinum og at skora mál.
Fleiri av FCK monnunum eru ikki nóg sannførandi, og tað er framvegis ein veruleiki, at Todi Jónsson verður ikki spældur soleiðis, sum hann verður spældur á landsliðnum. Tí er tað ikki langt við síðuna av at siga, at fótbóltsevnini hjá føroyska álopsmanninum koma ikki til sín rætt á hasum liðnum, og tað hevði ivaleyst komið væl við hjá honum at fingið høvi at roynt seg onkra aðra staðni.
Kapping um plássini
Ein álopsmaður verður vigaður á vektini, sum bara telur mál. Todi hevur ikki skorað síðani summarsteðgin, og tí er ikki óhugsandi, at hann verður skjótt settur út á beinkin. Thomas Thorninger hevur verið leikbannaður fyrstu umførini, men nú er hann tøkur aftur. FCK hevur eisini keypt ein áleypara, sum eitur Thomas Lauridsen. Higartil hevur hann verið útskiftari, men tá hinir ikki fáa mál er tað sannlíkt, at nýggi maðurin fer at fáa møguleikan.
Í Herfølge sat Jákup Mikkelsen fyri fyrstu ferð í næstan tvey ár og hugdi at, tá Herfølge hevði vitjan av uppflytarunum úr OB. Eykamálverjin hjá Jákupi helt málið reint, og tá Tommy Schram eftir 57 minuttir heilfluktaði í netið, kundu Jákup og teir fegnast um trý stig, og harvið tykjast teir enn eina ferð ætla sær at gera spádómarnar um niðurflyting til skammar.
AB vann 3-0 á grannunum úr Lyngby, og nú er liðið hjá Ole Mørch fremst í superliguni. Tað gongur eisini væl hjá Brøndby, sum í væl spældum dysti á heimavølli vann 1-0 móti Silkeborg. Esbjerg skuldi í gjárkvøldið spæla móti Vejle.