Nógv nýtt fólk á ÍF liðnum

Fótbóltur: Í avgerandi løtuni høvdu bæði liðini stóran møguleika at skora sigursmálið

1. deild menn:

Sumba-ÍF 2-2


Tað stóð nógv upp á spæl, men spælið gjørdist á ongan hátt ófantaligt og merkt av nógvum og tættum nærdystum. Tað kundi kanska roknast við hesum, men ferðin var ongantíð í topp. Síðuvindurin var nógvur, og tað mundi saman við nervunum gera sítt til, at spælið ongantíð gjørdist serliga sannførandi.

Fuglfirðingar høvdu broytt liðið heilt nógv. Eyðálvur Petersen varð skaddur undir upphitingini, og tað hevði við sær, at Bogi Nón kom inn á vongverjan í høgru, og á vongverjanum í vinstru var Sigfríður Abrahamsen við fyri fyrstu ferð.

Royndastu menninir hjá ÍF eru Rógvi Róin og Símun Eliasen, og tað vóru teir báðir, sum skoraðu málini, og serliga Símun Eliasen skaraði framúr.

ÍF setti hol á, tá tíggju minuttir vóru farnir. Eftir hornaspark kom bólturin út frá, og tað var sera líkt málinum, sum Djóni N. Joensen skoraði fyri B36 leygardagin, tá Rógvi Róin smekkaði til.

Sumbingar javnaðu beint fyri steðgin. Ein av heilt ungu spælarunum hjá teimum, Hallur Dam Joensen, sum var vongverji í høgru, sendi fríspark frá síðulinjuni í høgru og 25 metrar frá baklinjuni móti málinum. Bólturin tók eitt sindur í ein mótstøðumann og fór í netið.

Á tímanum kom heimaliðið á odda. Langur bóltur varð sparkaður fram á ÍF hálvuna, bæði Nicola og Nebosja komu leysir, kanska gjørdi Rúni Joensen í málinum í so skjótt av, tá hann leyp út, og Nebosja skoraði.

Hesa løtuna var Sumba omaná, og teir høvdu onkrar møguleikar at avgera. Tann størsta fekk Birgir Jørgensen, men hann misnýtti.

Tá tað restaðu tjúgu minuttir javnaði Símun Eliasen. Í fyrru atløguni bjargaði Mortan úr Hørg til nýtt horna, tá Símun stútaði hornasparksinnlegg móti málinum. Sumbingar tóktust kortini ikki taka sær av, at Símun, sum altíð er sterkur við høvdinum, stóð uttan at verða ansaður, og so stútaði hann nýggja innleggið í kassan.

Síðstu løtuna var ÍF omaná, og tá høvdu teir onkrar møguleikar, t.d. sendi Ken Bærendsen í stólpan aftanfyri Fróða Mortensen. Tá Birgir Sondum, sum dømdi væl, bríkslaði fyri síðstu ferð, tóktist tað sum um gestirnir vóru betri nøgdir við úrslitið, og við støðutalvuni í huga var tað ikki so undarligt.


Sumba: Fróði Mortensen ? Hallur Dam Joensen, Bergur Vinther, Páll Magnar Kjærbæk, Spasojí Biberdzic, Mortan úr Hørg ? René Thomsen, Nicola Biberdzic, Peter Jørgensen ? Birgir Jørgensen, Nebosja Velkjovic

ÍF: Rúni Joensen ? Bogi Nón, Viggo Johannesen, Áslakur R. Petersen, Tomek, Sigfríður Abrahamsen ? Roy Róin, Rógvi Róin, Símun Eliasen ? Ken Bærendsen, Robert Cieslewicz