B36 styrkti um sína støðu

Fótbóltur: Kvinnurnar hjá B36 eru bert eitt stig aftanfyri HB og hava spælt ein dyst færri enn oddaliðið, sum hevur mist nógvar lyklaspælarar

HB er framvegis á odda í 1. deild hjá kvinnum, men í løtuni bendir nógv á, at HB-kvinnurnar fara at missa oddasessin til B36 ein av døgunum.

Støðan í løtuni er tann, at HB er ovast við 20 stigum fyri átta dystir, meðan B36 hevur nítjan stig, men fyri bert sjey dystir.

Sunnudagin var HB inni í Runavík og spældi móti NSÍ, sum fram til tá bert hevði fingið trý stig burtur úr sjey dystum. Vit hava fleiri ferðir nevnt, at NSÍ-liðið hevur evni og tilfar til meira, og tað var ikki óuppiborið, at tær megnaðu at fáa eitt stig burtur úr dystinum móti HB.

Sigast skal, at tað var nógvur vindur í Runavík, og at tað ávirkaði spælið í stóran mun. Hvørki av liðunum orkaði serliga væl at spæla ímóti vindinum, og tí áttu liðini eisini hvør sín hálvleik.

Í fyrra hálvleiki var tað NSÍ, sum leyp á, meðan HB ikki hevði ein tann einasta málmøguleika, og í seinna hálvleiki var tað so HB, sum hevði alt trýstið. Kortini hevði NSÍ sín størsta møguleika í seinna hálvleiki. HB hevði eisini onkrar møguleikar í seinna hálvleiki, men alt í alt var javnleikur rætta úrslitið.


Branddystur

í Gundadali

Tvey av teimum bestu liðunum í kvinnudeildini, B36 og KÍ, hittust í Gundadali, og tey, sum vóru og hugdu, fingu ein branddyst burturúr.

B36 vann dystin 4-3, eftir at KÍ hevði strítt seg frá 1-3 upp á 3-3, og sigursmálið hjá heimaliðnum kom í evstu løtu. Hjá KÍ gjørdi Rannvá Andreasen vart við seg við at gera øll trý málini hjá klaksvíkskvinnunum!

Fyrri hálvleikur var rættiliga javnur, men B36 vann hann 3-1, ikki minst orsakað av tveimum reinum málmansfadesum.

Anja Rein legði B36 á odda 1-0, og Sólva Joensen økti til 2-0, áðrenn Rannvá svaraði aftur fyrstu ferð. Men Sólva fekk eitt mál afturat áðrenn hálvleik.

Í seinna hálvleiki var KÍ við yvirlutan. Kravið til KÍ var ein sigur, um tær skulu fylgja við HB og B36, og tað eydnaðist eisini at koma upp á 3-3, men so datt alt á gólvið aftur, tá Anja Weihe í seinastu sekundunum fekk sigursmálið fyri B36.


EB vann á Skála

Triði dysturin hetta vikuskiftið var á Skála, har EB var á vitjan. Eins og hinumegin Skálafjørðin var veðrið á Skála ringt henda dagin, og tað bleiv ongantíð nakar líkinda fótbóltsdystur burturúr. Um nakar vinnari skuldi finnast, skuldi tað vera EB, sum eisini vann dystin 2-1.

Lydia Vesturtún setti hol á longu í sætta minutti, og tjúgu minuttir seinni økti Óluva Ellingsgaard til 2-0. Ann Olsen minkaði sjey minuttir fyri hálvleik, men fleiri mál komu ikki í dystinum.

Niðurflytingin hjá skálakvinnum tykist nú vís, meðan EB kom upp á liðina av LÍF, sum ikki spældi hetta vikuskiftið.