LÍF gjørdi av við TB

TB smokkaði leygardagin burtur ímillum í stíðnum fyri at vinna næstfremsta plássið í 2. deild

2. deild menn:

LÍF-TB 7-3 (3-1)


TB smokkaði leygardagin burtur ímillum í stíðnum fyri at vinna næstfremsta plássið í 2. deild og harvið møguleikan at spæla um eitt pláss í bestu deildini. TB hevur kappast við LÍF um hetta plássið, og tá teir báðir kappingarneytarnir tørnaðu saman var eingin ivi um, hvør stóð seg betri.

Heimaliðið fekk ein kvøkk, tá Einar Petersen, eftir at LÍF málverjin hevði kiksað í roynd at sparka burtur, lobbaði í tóma málið. Men í næsta minuttinum var aftur javnt. Kristian á Reynatrøð, sum mannaði LÍF álopið saman við Kristiani Eliasen (Árni Jacobsen loysti henda av, tá tað var 4-2), setti høvdið undir innlegg frá Mirek úr vinstru.

23 minuttir vóru farnir, tá dómarin og linjuverjin mettu, at rangstøðufellan hjá TB kiksaði, Tomek fór sjálvur, og tá Magni Hentze, sum greitt var besti maður hjá TB og bjargaði einar seks ferðir, tá hann var einsamallur við mótstøðumonnum, kom út ímóti, valdi Tomek at trilla tvørturum til landsmannin Mirek, og so var 2-1.

Tríggir minuttir manglaðu av fyrra umfarinum, tá Tomek við nærra stólpan fekk loyvi at stúta hornasparksinnlegg úr høgru í kassan, og í minuttinum eftir hvíldina var greitt, hvar stigini fóru at enda: Mirek gjørdi sær dælt av kiksaðum útsparki frá TB málverjanum.

TB málið til 4-2 var ikki á dómaraseðlinum, men vit taka tað vil í skrásetingini: rangstøðufellan hjá heimaliðnum kiksaði, tvørámenn fóru ígjøgnum í vinstru, og Vagnur Nolsøe hevði sísta fótin á.

Miðverjan hjá TB hevur drúvar royndir ? Jón Tórður Holm, Eyðun Kjærbo og Marlon Kjærbo ? men síðsta hálva tíman høvdu teir stórar trupulleikar av heimaliðnum. Pólverjarnir áttu 5-2 málið, tá 64 minuttir vóru farnir (Mirek stakk fram ímillum til Tomek, sum skoraði), og eftir 74 minuttir var uppskriftin tann sama, men hesa ferð var tað Kristian á Reynatrøð, sum skoraði.

Tað restaðu tíggju minuttir, tá Hallur Christiansen við høvdinum minkaði um munin. Innleggið kom úr høgru, og LÍF málverjin fór púra skeivur, tá hann ætlaði at boksa burtur.

Í næstsíðsta minuttinum staðfesti Erik Lervig rimmarsigurin. Árni Jacobsen, sum tvær ferðir frammanundan hevði tapt ein móti einum móti TB málverjanum, var enn eina ferð leysur, men hesa ferð valdi hann at trilla uppá tvørs.