Tað eru nógv ár síðani, at vestmenningar fyrstu ferð fóru at tosa um at fáa eitt undirhús. Ongantíð er kortini álvari gjørdur burtur úr ætlanini. Fyrr enn nú. Seinastu tveir mánaðirnar hava fólk í Vestmanna [...] hon liggur beint við landingarplássið hjá útróðrarbátunum. Í staðin fyri, at fólk hvør í sínum lagi at ganga oman á kajina at frætta tíðindi um landingar og fiskaprís, kunnu tey nú hittast í Undirhúsinum [...] fyri, hava stigtakararnir samtykt, at ognirnar skulu seljast og peningurin latast til Eldrasambýlið á Miðalsbrekku. Sjálvsagt vóna vit, at Undirhúsið er komið fyri at vera, sigur Birgir Waag Høgnesen. Um
Ríkisfelagsskapssinnaðir politikkarar eiga at taka hendur saman: Um so er, tykist mær, at teir politikkarar í Føroyum, ið ætla broytingar innan ríkisfelagsskapin eiga at taka hendur saman og biðja um fund við [...] Hoydal og samgongan ikki vil tað, so meti eg, at vit sjálvir eru noyddir at nýta tey rættindini veljarin hevur givið okkum. Hann og samgongan skulu so ikki sleppa at traðka demokratiið undir fótum. Fólkaatkvøðan: [...] u flokkarnir eiga at taka seg úr uttanlandanevndini í hesum máli, har hon helst verður misnýtt, fyri at samgongan kann hava eitt politisk alibi mótvegis stjórnini. Tað er greitt, at núverandi meiriluti
undan dystinum móti Estlandi leygardagin, at Pól Thorsteinsson er ein av lyklaspælarunum, og at ein av styrkjunum hjá honum er, at hann kann brúkast á so at siga øllum plássum. Leygardagin varð hann skiftur [...] miðvøllin. ? Mín uppgáva skuldi vera tann, sum Sámal Joensen plagar at hava. Tað vil siga, at eg skuldi fyrst og fremst taka mær av at bakka upp og tetta, tá teir aftaru menninir fóru fram. Pól Thorsteinsson [...] enn tað plagar at vera í verjuni, svarar hann soleiðis: ? Jú, eg kendi tað, sum um eg brúkti meiri orku, men eg kendi alla tíðina, at eg hevði nóg nógva orku. Undan hesum dystinum helt eg, at tann dysturin
er hálvur føroyingur, at vísa film um Føroyar. Á skránni verða eisini tvær konsertir. Ingun Simonsen fer at syngja, eins og væl kenda kallakórið, Quaeduilt, úr Århus eisini fer at syngja. Allar dagarnar [...] Skødstrup fara at handla føroyskt hesar dagarnar. Flak, frikadellur, knettir og tílíkt, sum kallast kann føroyskt. Ein bakari fer at baka »føroyskt« rugbreyð, eins og føroyskar troyggjur og tógv verða at fáa. Føroyska [...] Handilsfelagið á staðnum plagar at hava tílík tiltøk, og ein av nevndarlimunum í keypmannafelagnum, Bjørn M. Djurhuus, sum er hálvur føroyingur, fekk hugskotið til, at tiltakið í ár skuldi hava Føroyar
skipunum, at tey skulu rudda umborð, men skipini hava eisini loyvi at hava burturkastið umborð, sigur Elmar Højgaard. Á Havnarskrivstovuni í Havn sigur vakthavandi, at skipini regluliga leggja at bryggju [...] og Bjargingartænastuni, sigur, at hesin stovnur bert hevur ábyrgdina av burturkasti o.ø., sum flýtur í sjónum, og av at havnarskrivstovurnar kring landið hava umstøður at taka ímóti vanligum burturkasti [...] bryggju, fyri at sleppa av við spillolju og burturkast. Vanligt burturkast og spillolju Hann sigur, at flest øll skipini hava burturkastið í plastposum, eins og vanlig húsarhald, og at bingjur eru tøkar til hetta
koma at føla, at vit liva og vit koma at føla okkum sum føroyingar. Er tað veruliga so, at vit sjóbardu norðbúgvar eru nakrir vimpar, sum ikki tora at standa á egnum fótum. Er tað so, so er best at verða [...] Eg tími ikki at geva referat av sendingini, av tí at SvF hevði gjørt eitt megnararbeiði, sum ikki er gjørligt hjá mær at endurgeva. Hvat er galið? Alt er galið. Hvat skulu vit við einum ríkisfelagsskapi [...] siga. Men, nú vil eg so inniliga ynskja, at vend kemur í. Vit eru avbukað av dønum, teir hava so ruddiliga sett okkum í klemmu. Hetta verða allir føroyingar noyddir at viðganga, sambandsfólk eisini. Hvat skulu
atliti til at landið sambært reglurnar um byggjan av slíkum stovni er stórur og avgerandi partur. Til tað, at kommunan hevur lagt grundstykki av til nýggjan barnagarð, kann viðmerkjast, at samb. byggi [...] almennar tænastustovnar. Sostatt er eisini møguleiki fyri at barnagarður kann byggjast har. Fyri at ongin misskiljing skal vera, so kann stutt sigast, at býráðið ongar pengar hevur avsett til byggjan av nýggjum [...] fyri at stýrið fyri barnagarðin arbeiðir við málinum soleiðis sum vit hava mælt til. Flest øll eru helst samd um at verandi barnagarður ikki er tíðarhóskandi longur - fyrsta stigi má tí verða at fáa avvarandi
hann eisini at verða í dag. Anfinn Kallsberg sigur í viðmerking, at hann hevur onga almenna dagsskrá sæð fyri nakran fund við Landsstýrið, hóast skáin fyri forsætisráðharravitjanina sigur, at fundur skal [...] Tað er eingin grund hjá okkum at fara at hitta Poul Nyrup, tá Folkaflokslandsstýrið hevur latið løgmanni einsamøllum tað upp í hendur, heldur Heini O. Heinesen, formaður Tjóðveldisfloksins á Tingi. Hann [...] Hann heldur tað vera løgið, at Fólksflokkurin, sum sambært Heina er heitari fyri ríkisfelagsskapinum enn sjálvt Sambandsflokkurin, nú skal skáka sær undan. Heini sigur, at hann bert tosar fyri seg sjálvan
slíkt tiltak fram á hesum stað kundi verið spurt! Til tað er at siga, at Regin Vágadal er vorðin ein partur av føroyskari søgu og mentan. At ein lítil tjóð sum tann føroyska skal hava fostrað ein av heimsins [...] identitet at gera. Flestu munnu eisini kenna kensluna, tá Merkið verður vundið á stong í útlondum ella tá okkurt, sum hevur við Føroyar og føroyingar at gera, verður tikið fram. Kann vera, at onkur heldur [...] stigtakarar gjørt eitt frálíkt arbeiði. Hugaligt er tað at kunna fylgja Regini og hinum á Eurosport og skal tað vera vón okkara, at Atlantic Giant tiltakið fer at fáa stóra undirtøku Vit krossa fingrar fyri Regini
heldur, at dømið við kongafiskinum úr Irmingarhavinum eigur at ræða okkum frá øllum tosi um at noyða øll føroysk skip at selja í Føroyum. Ímynda vit okkum, at øll føroysk skip verða tvingað at selja allan [...] Millum annað hevur Reiðarin á Suðringi víst á, at prísurin er alt ov vánaligur. Misbrúkar støðuna Í løtuni er tað bara Fiskavirking á Tvøroyri, sum hevur orku at virka kongafisk í størri nøgdum. Og hetta heldur [...] vænta, at prísurin verður hareftir, sigur Jákup Sólstein. Í løtuni er prísurin, virkið á Tvøroyri letur fyri kongafisk úr Irmingarhavinum, millum 2,41 og 2,55 krónur kilo. Jákup Sólstein vísir á, at Fiskavirking