Loysingarsamgongan diktatorisk!

Sera hugstoytt var at síggja ein varaløgmann, bræneggjaðan í Degi og Viku 17.08.1999 siga, at samgongan (Tjóðveldis-, Fólka- og Sjálvstýrisflokkurin) ætlar at fara niður til Danmarkar at samráðast um okkara ríkisrættarligu viðurskiftir um ein góðan mánað - har teir skulu loysa Føroyar frá Danmark. Ríkisfelagsskaps hugaðir føroyingar verða hildnir uttanfyri allar samráðingar og ávirkan. Hetta tykist mær at vera sera diktatoriskur framferðarháttur, ið ikki boðar frá góðum.

Meira framkomið demokrati í Føroyum fyri 50 árum síðani enn ídag

Fyri umleið 50 árum síðani, vóru allir flokkar á Føroya Løgtingi niðri og samráddust um ríkisrættarligu viðurskiftini. Tað kann ikki sigast annað enn, at meira demokratiskt lyndi var til staðar í føroyskum politikki fyri 50 árum síðani enn galdandi er á Føroya Løgtingi ídag, har áleið helvtin at føroysku veljaranum fær munnkurv frá varaløgmanni, við at takað samráðingarrættin frá hesum.

Men stendur fólkaflokkurin við løgmanni á odda aftanfyri varaløgmansins framferð? Kann ein ?smalur? politiskur meiriluti fara fram á slíkan hátt í hesum sera álvarsama spurningi.


Ríkisfelagsskapssinnaðir politikkarar eiga at taka hendur saman:

Um so er, tykist mær, at teir politikkarar í Føroyum, ið ætla broytingar innan ríkisfelagsskapin eiga at taka hendur saman og biðja um fund við donsku stjórnina um framtíðar viðurskifti Føroya.

Tí tað er púra greitt, at Tjóðveldisflokkurin við varaløgmanni á odda als ikki hevur politiskan áhuga, ella er førur fyri at umboða ríkisfelagsskapsveljarar í Føroyum. Hesar veljarar skulu vit sjálvir umboða. Og um Høgni Hoydal og samgongan ikki vil tað, so meti eg, at vit sjálvir eru noyddir at nýta tey rættindini veljarin hevur givið okkum. Hann og samgongan skulu so ikki sleppa at traðka demokratiið undir fótum.

Fólkaatkvøðan:

Hendan kundi so havt tvey uppskot, ið veljarin kundi tikið støðu til. Eitt loysingaruppskot frá samgonguni, og eitt uppskot um viðurskiftini innan ríkisfelagsskapin.


Takað seg úr Uttanlandsnevndini?

Eisini er spurningurin, um ríkisfelagsskapssinnaðu flokkarnir eiga at taka seg úr uttanlandanevndini í hesum máli, har hon helst verður misnýtt, fyri at samgongan kann hava eitt politisk alibi mótvegis stjórnini.

Tað er greitt, at núverandi meiriluti sera lætt kann gerast til ein minniluta, tá íð kostnaðurin og mistu rættindini gerast hvørjum mansbarni í Føroyum greið.

Og ein ajourførdur Ríkisfelagsskapurin tí er tann nógv besta loysnin fyri flestu føroyingar - bæði nú og í framtíðini.

17.08.99

Marjus Dam, løgtingsmaður