Vilnius var nógv meira strevið

Fótbóltur: Sjálvt um Pól Thorsteinsson helt seg brúka meiri orku á miðvøllinum, enn hann plagar í verjuni, so kendist mikudagurin sum einki afturímóti stríðnum í Litava

Allan Simonsen helt við ítróttarsosialin undan dystinum móti Estlandi leygardagin, at Pól Thorsteinsson er ein av lyklaspælarunum, og at ein av styrkjunum hjá honum er, at hann kann brúkast á so at siga øllum plássum.

Leygardagin varð hann skiftur út fyri fyrstu ferð í teimum seytjan landsdystunum, sum hann hevur verið við í. Mikudagin var Pól aftur millum ellivu teir fyrst valdu, og hesa ferð var hann aftur á einum nýggjum plássi. Leikbannini hjá Sámali Joensen og John Petersen høvdu við sær, at tað var neyðugt við tveimum nýggjum monnum á miðvøllinum, og venjarin valdi mest uppløgdu loysnina, sum var at flyta Allan Mørkøre og Pól Thorsteinsson úr verjuni og fram á sentrala miðvøllin.

? Mín uppgáva skuldi vera tann, sum Sámal Joensen plagar at hava. Tað vil siga, at eg skuldi fyrst og fremst taka mær av at bakka upp og tetta, tá teir aftaru menninir fóru fram.

Pól Thorsteinsson var við í nógvum framrættaðum, og eina ferð seint í 1. hálvleiki var um reppið, at hann við góðari sending, fekk stungið Todi Jónsson leysan, men tíverri fekk aftasti maðurin akkurát tonna á.

Og so fekst tú eitt gult kort?

? Ja, eg misti ein bólt, og so tók eg mannin. Men tíbetur kostar kortið ikki leikbann í Kekkia.

Pól Thorsteinsson rann ógvuliga nógvar og langar teinar. Viðhvørt var hann frammi og onkuntíð var hann aftastur í verjuni. Tá vit spyrja hann, um hetta var meiri strevið, enn tað plagar at vera í verjuni, svarar hann soleiðis:

? Jú, eg kendi tað, sum um eg brúkti meiri orku, men eg kendi alla tíðina, at eg hevði nóg nógva orku. Undan hesum dystinum helt eg, at tann dysturin, sum vit hava brúkt mest orku í, var á útivølli móti Litava, og tað haldi eg framvegis. Tað var ógvuliga strevið at spæla í Vilnius.