Tað er eingin grund hjá okkum at fara at hitta Poul Nyrup, tá Folkaflokslandsstýrið hevur latið løgmanni einsamøllum tað upp í hendur, heldur Heini O. Heinesen, formaður Tjóðveldisfloksins á Tingi.
Hann heldur tað vera løgið, at Fólksflokkurin, sum sambært Heina er heitari fyri ríkisfelagsskapinum enn sjálvt Sambandsflokkurin, nú skal skáka sær undan.
Heini sigur, at hann bert tosar fyri seg sjálvan, men hann væntar kortini ikki, at hinir tjóðveldismenninir á Tingi vilja hitta Nyrup.
Tað hevur Tjóðveldisflokkurin snøgt sagt onga grund til, sigur hann.
Tað er landsstýrið, sum eigur hasa vitjanina, og tað kunnu teir so avgreiða sjálvir, heldur Heini.
Heini O. Heinesen heldur tað vera provokerandi av Nyrup at koma higar nú. »Umstøðurnar eru ikki til tað,« sigur Heini.
Og Fólkafloksmenn tykjast meina tað í álvara, tá teir siga, at teir ikki vilja hitta Nyrup.
Anfinn Kallsberg, landsstýrismaður var ikki í Tinganesi í gjár. Hann var á Viðareiði, og tað ætlar hann eisini at verða í dag.
Anfinn Kallsberg sigur í viðmerking, at hann hevur onga almenna dagsskrá sæð fyri nakran fund við Landsstýrið, hóast skáin fyri forsætisráðharravitjanina sigur, at fundur skal verða við Landsstýrið í dag.
»Eg eri troyttur av øllum hesum fjaldu dagsskráunum,« sigur hann og leggur afturat, at tá bankakanningin er komin, og kallað verður inn til fund við almennari dagsskrá, skal hann nokk møta.
»Eg havi spurt løgmann eftir dagsskránni fyri handan fundin, og hann svaraði, at har var eingin. So havi eg ikki meira at siga um tað,« sigur Anfinn Kallsberg.
Helena Dam á Neystabø, formaður Sjálvsstýrisfloksins var uttanlands, tá Sosialurin royndi at hitta hana í gjár, men var væntandi aftur við sama flogfari sum Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri.
Sama var við Bjarna Djurholm, sum eisini hevur verið rættiliga avgjørdur í síni støðu til málið.










