ella um talan ikki longu er um kríggj millum Ísrael og tvey av grannalondunum. Orsøkirnar eru nógvar, men tað, sum tendraði í fjúsið hesaferð, var avgerðin hjá militantum Hamasfólkum at taka ein ísraelskan [...] og sivil bæði í Gaza og Libanon lata lív. Altjóða samfelagið hevur heitt á Ísrael um at vísa hógv, men ísraelska stjórnin tykist ikki vilja lurta. Nú ávarar so eisini harðrendi og víðgongdi forsetin í Iran [...] Krúttunnan í Miðeystri er ein vending, sum oftani verður brúkt. Mangan hevur verið tendrað í fjúsið, men higartil hevur eydnast at forða fyri sjálvum endabrestinum. Spurningurin er, nær hon av álvara brestur
Hans Colbjørnsen er yngstur av fýra systkjum. Allar systrarnar eru fluttar av oynni, men Hans býr enn í húsunum, sum hann hevur búð í frá barnsbeini. Hann bjóðar mær inn til drekkamunn og eitt prát. Nógv [...] herma eftir teimum vaksnu, tá ið tey spældu. Um kvøldarnar gjørdist so myrkt, áðrenn el var komið. Men tey sóu kortini at spæla, tí at tey høvdu so von eygu. - Í dag fara børnini ikki út um kvøldarnar, [...] Tá búðu um 80 fólk her. Nú eru eini 40-50 fólk búsitandi her. Eingin veit um framtíðina at siga, men eg vóni tað besta, sigur Hans. Hans var 14 ár, tá ið hann fyrstu ferð fór til skips. Hann var burtur
líkaregluni. Hetta fyri at tryggja, at FSF ikki viðger leikarar/feløg í somu støðu á ymiskan hátt. Men sambært teimum báðum feløgunum, so er eingin ivi um, at bæði Klæmint Matras og Knút V. Vesturtún hava [...] er, at Klæmint Matras í 2000 var á venjingaruppihaldi í Watford. Til hetta varð spæliloyvið flutt, men sambært FSF við átekning um, at hetta skuldi flytast aftur 14 dagar seinni. Ein flyting, sum tó ongan [...] kappingarárið varð Knút skrivaður á listan yvir spælarar hjá HB, og er hesin listin váttaður av FSF. Men listin hjá FSF og gyldug spælaraloyvi eru ikki tað sama, og sambært EB/Streymi, so er spælararin ongan
tær sjálvum. Heldur latst tú aðrar sleppa framat og fáa rós, tá góð úrslit vóru fingin til høldar, men okur vistu altíð, at tín partur ongantíð lá eftir. Tað er ikki bara tín leiklutur á vøllinum, sum hevur [...] Magni! Tú varð altíð saknaður av øllum. Skápið, við 1-talinum klistraðum á, stóð ofta longi tómt. Men eftir eina tíð komst tú altíð aftur og gjørdi tað stuttligari hjá okum at koma til venjingar, og niðurlagið [...] at hóma ein skáa úr teimum myrku skýggjunum, sum hava lagt sítt tunga tak yvir okum øll. Goymdur, men ongantíð gloymdur TB-ararnir
Abbi kom til Fuglafjarðar í 1930 at virka sum skómakari. Hann er føddur og uppvaksin í Funningi, men fór sum fjúrtan ára gamal til Havnar at læra til skómakara hjá mammubeiggjanum, Knút Petersen. Abba [...] har um vegir. Í 1930 fór abbi til Fuglafjarðar. Hví hann júst endaði har, veit eg ikki rættiliga, men mær er sagt, at onkur lat hann vita, at í Fuglafirði var eingin skómakari – og skómakari kravdist í [...] knø. Í dag høvdu vit óivað kallað tað at vera cool... Tað var stórur saknur, tá omma doyði í 1977, men lívið skuldi halda fram, og sum við handverkinum, so hevði abbi evni at skapa trivna og lív rundan
sólarmerkjum at døma, so verða tað eisini hesi bæði liðini, sum hittast í aðrari FM-hálvfinaluni, men hóast enn eitt tap, so er lítið at ivast í, at VB kortini hevur gott mót til tær báðar uppgerðirnar [...] í starvi á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og hondbóltsevnini hava verið eyðsýnd, síðani hon kom til landið, men útlendingareglurnar hava tó forðað fyri, at hon hevur kunnað gjørt um seg á besta VB-liðnum. Tungar [...] lættari, fyrr enn floytan í høllini hevði ljóðað fyri seinastu ferð. So tær bláu vunnu enn einaferð, men báðir partar kunnu betra fleiri lutir í sínum spæli, og so er spurningurin, hvør teirra hevur betrað
túrarnar, men vit hava skilt, at miðalprísurin hevur verið góður – eftir føroyskum mátistokki, helst út við 6 krónur fyri kilo. Polarhav og Stjørnan leggja tær allar flestu lastirnar upp í Føroyum, men hesaferð [...] nøgd, veiðivirði og soleiðis eisini í manningarparti var hetta ein óførur túrur. Bakur og Stelkur Men eins og Polarhav og Stjørnan gjørdu ein sera góðan túr, smæðast trolararnir hjá P/F Beta, Bakur og
er. Vit eru ikki øll samd um, hvønn málpolitikk, vit skulu reka. Og tað skulu vit heldur ikki vera. Men tað er sera umráðandi, at vit skilja og virða sjónarmiðini hjá hvør øðrum, um vit eru málreinsarar [...] – og søgan hevur prógvað, at tað bar til at endurskapa eitt mál, sum var farið av gravarbakkanum. Men vit kunnu eisini geva Heðini Brú rætt, tá hann í brævi til Christian Matras í 1950 ávarar ímóti at [...] koma við einum páfunnum føroyskum? Vit hava esperanto...”, sigur Heðin Brú. Vit skulu varða um málið. Men vit skulu ansa eftir, so málið ikki verður ov konserativt og stirvið. Málið er altíð ment, og tað skal
á oyggjaleikunum í Hetlandi. Fimleikurin var sum kunnugt ikki við á oyggjaleikunum á Rodos í ár, men hóast hetta vera mongu fimleikararnir ikki við sviðusoð. Fimleikaoyggjaleikir Tá ið tað fyri tveimum [...] skipa fyri serligum fimleikaoyggjaleikum. Upprunaliga var ætlanin, at Føroyar skuldi vera vertur, men tað gjørdist skjótt greitt, at umstøður og karmar ikki náddu at koma upp á pláss til tíðina, og tí [...] verður spennandi at vita, hvussu leikur fer. Vit vita, at kvinnurnar hjá Bermuda eru ótrúliga stinnar, men vit fara so í øllum førum at gera okkara allarbesta, sigur hon. Sunnudagin sleppa fimleikararnir at
lívscoach”, og um tú vilt taka útbúgving sum ”master í coaching”, tekur tað í minsta lagi fimm ár. Men nógv er at velja í: systemiska coaching, NLP (?hm) coaching, psykodynamiska coaching, kognitiva coaching [...] eitt og annað at vita um strongd (stress), sum ”telefonir og teldupostur skapa.” Tað kann væl vera, men strongd ger vart við seg á so mongum økjum í mannalívinum og djóralívinum. Nútíðarmenniskjað er t.d [...] individið, og hetta kann, sum frálíður, geva óheppnar kenslur av ikki at vera komin á ta ”røttu hillina”. Men JA vil vera við, at strongd er ikki smart! Og enska hugtakið simple living sigur hon vera analogt við