Fýra full skip í 9 dagar

Partrolararnir Bakur og Stelkur eru longu á triðja túrinum, síðan teir fóru útaftur triðja jóladag. Teir landaðu fyrra túrin nýggjársaftan – og seinna túrin leygardagin. Báðar túrarnar høvdu skipini full kør – ella eini 160-170 tons hvønn túrin

Fiskivinna

Í farnu viku hoyrdu vit um sera góða túrin og góðu søluna, sum leirvíkstrolararnir, Polarhav og Stjørnan, gjørdu nú um ársskiftið, tá teir landaðu og seldu umleið 210 tons av upsa og eitt sløð av øðrum fiski í Hanstholm fyri 2,4 miljónir krónur.
Í nøgd, veiðivirði og soleiðis eisini í manningarparti var hetta ein óførur túrur.

Bakur og Stelkur
Men eins og Polarhav og Stjørnan gjørdu ein sera góðan túr, smæðast trolararnir hjá P/F Beta, Bakur og Stelkur, sum Føroya Fiskavirking nú eigur, so sanniliga heldur ikki burtur.
Teir fóru eisini útaftur 3. jóladag og vóru longu inni aftur nýggjársaftan við fullum kørum.
Manningin kundi halda nýggjárið heima, og síðan fóru teir útaftur týsdagin, 2. nýggjársdag.
Longu um middagsleitið leygardagin komu bæði skipini innaftur – og aftur hesaferð við fullum kørum.
Bakur og Stelkur hava umleið 160-170 tons í kørunum, tá ið tey eru full, og soleiðis hava skipini hesar báðar fyrstu túrarnar síðan jól fiskað umleið 330 tons.
Sosialurin var ein túr á bryggjuni í Saltangará leygardagin, tá ið Bakur og Stelkur landaðu.
Beint aftanfyri Beta-skipini lógu Polarhav og Stjørnan, sum júst eru komin aftur úr Danmark.
Leirvíkstrolararnir fingu ikki nóg mikið av kørum í Hanstholm og noyddust tí til lands eftir fleiri kørum, áðrenn tey kunnu fara á annan túrin í hesum árinum.
Út á leygarkvøldið vóru øll fýra skipini longu farin nýggjan túr.

Óførur fiskiskapur
Sosialurin veit ikki ítøkiliga, hvussu nógv Bakur og Stelkur hava selt fyri hesar báðar túrarnar, men vit hava skilt, at miðalprísurin hevur verið góður – eftir føroyskum mátistokki, helst út við 6 krónur fyri kilo.
Polarhav og Stjørnan leggja tær allar flestu lastirnar upp í Føroyum, men hesaferð gjørdu teir so eina roynd at selja veiðina á "svanga" útlendska marknaðinum. Hetta eydnaðist sera væl. Skipini fingu einar 10-11 krónur í miðal fyri kilo, og tá er hetta nettoprísur.
Tá ið saman um kemur, er munurin á tíðini, hesi bæði pørini hava brúkt um veiði og sigling - og tí, sum fekst burtur úr - neyvan tann stóri.
Ein munur er, at veiðan, sum Beta-skipini fingu hesar báðar túrarnar, kom til virkingar í Føroyum. Hinvegin hava Polarhav og Stjørnan einki at skammast, tí skipini hava lagt manga gylta veiðina upp til virkingar í Føroyum.