Felags stevnu fyri móðurmálið

Tað er við ørkymlandi stúran, at vit lesa niðurstøðuna hjá einum av okkara fremstu málfrøðingum í blaðnum í gjár: ”Tað hevur havt fylgjur fyri almenna orðaskiftið, at fólk ikki tora nóg væl at samskifta á móðurmálinum, tí tey ikki halda seg duga nóg væl føroyskt”, sigur hann.

 

Eivind Weyhe var endurgivin úr bókini hjá André Niclasen, sum verður løgd fram í Miðlahúsinum í dag. Hann segði, at tað er eitt afturvendandi trauma hjá nógvum føroyingum, at teir halda seg ikki duga nóg væl føroyskt – og at onkur hevur pátikið sær definitiónsrættin uppá, hvat føroyskt er.

 

Vit eru ikki øll samd um, hvønn málpolitikk, vit skulu reka. Og tað skulu vit heldur ikki vera. Men tað er sera umráðandi, at vit skilja og virða sjónarmiðini hjá hvør øðrum, um vit eru málreinsarar – puristar, ella vit vilja hava fremmand orð í føroyska málinum.

 

Tað er ógvuliga harmiligt, at politikkur er komin í málkjakið. Tað er staðfest so ofta, at víðgongdur tjóðskapur – nationalisma – hevur ført nógvar ólukkur við sær. Tó at føroyingar ikki hava verið í vápnaðum mál- ella tjóðskaparstríði, so eru óneyðuga nógvar kreftir spiltar burtur til onga nyttu í hesum stríði. Og tey, sum ikki hava tikið undir við ”tí rætta málpolitikkinum”, hava verið skírd sambandsfólk og tað, sum verri er. Heldur enn at taka felagstøk, so hevur tjóðin staðið spjadd.

 

Bókin hjá André Niclasen, ”Føroya mál á manna munni”, er higartil størsta verk, sum gongur beint ímóti linjuni hjá puristunum. Tí er bókin er eitt sera gott íkast til orðaskiftið – og vónandi kann hon verða við til at byggja brýr millum sjónarmiðini.

 

Vit skulu sjálvandi fegnast um, at tað hepnaðist V. U. Hammershaimb og øðrum at endurskapa skrivtmálið – og søgan hevur prógvað, at tað bar til at endurskapa eitt mál, sum var farið av gravarbakkanum. Men vit kunnu eisini geva Heðini Brú rætt, tá hann í brævi til Christian Matras í 1950 ávarar ímóti at taka málstríðið uppaftur: ”Hví koma við einum páfunnum føroyskum? Vit hava esperanto...”, sigur Heðin Brú.

 

Vit skulu varða um málið. Men vit skulu ansa eftir, so málið ikki verður ov konserativt og stirvið. Málið er altíð ment, og tað skal framhaldandi mennast. Globaliseringin ávirkar eisini málið, henni kunnu vit ikki renna undan. Tí er umráðandi, at vit finna eina felags málstevnu, Føroyum, føroyingum og málinum at frama.