VB hevur ein trumf

Meðan økslin hjá Daivu Toumaite varð spard, fekk Maja Sølvsten møguleika at vísa, at hon kann verða góður trumfur, tá seinastu avgerandi dystirnir skulu spælast

Kvinnuhondbóltur

Eisini í fjórðu innan hýsis uppgerðini í ár eydnaðist Neistanum at basa VB. Eftir øllum sólarmerkjum at døma, so verða tað eisini hesi bæði liðini, sum hittast í aðrari FM-hálvfinaluni, men hóast enn eitt tap, so er lítið at ivast í, at VB kortini hevur gott mót til tær báðar uppgerðirnar.

Uttan Daivu
VB var nevnliga týdningarmesta spælaran fyriuttan leygardagin. Daiva Toumaite meiddi sær økslina móti endanum av steypafinaluni móti Stjørnuni, og heldur enn at pjøssa hana saman undan dystinum móti Neistanum, so varð valt at spara hana. Kanska eisini, tí venjarin vildi nýta høvið at síggja Maju Sølvsten spæla.
Maja er í løtuni í starvi á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og hondbóltsevnini hava verið eyðsýnd, síðani hon kom til landið, men útlendingareglurnar hava tó forðað fyri, at hon hevur kunnað gjørt um seg á besta VB-liðnum.

Tungar verjur
Og tó at saknurin í Daivu kanska var eitt vet ov stórur, so prógvaði Maja, at hon væl kann geva venjaranum ein positivan trupulleika, tá ein útlendingur nú skal setast á beinkin.
Hvørki hjá VB ella Neistanum gekk álopsparturin nakað serligt, og frá byrjan skolaðu mál inn í báðum endum.
Stútt og støðugt, so var tó Neistin, sum tóktist fáa fleiri av slagnum, og sum dysturin leið, so tóktist talan verða um heilt trygga leiðslu.
VB noktaði tó at geva skarvin yuvir, og sienasut løtuna kom veruligur spenningur í dystin. Við trimum málum á rað minkaði VB munin niður í eitt mál, og tó at Rakul Augustinussen sendi brotskast í netið til 29-27, so dróg eingin á Neistaliðnum andan lættari, fyrr enn floytan í høllini hevði ljóðað fyri seinastu ferð.
So tær bláu vunnu enn einaferð, men báðir partar kunnu betra fleiri lutir í sínum spæli, og so er spurningurin, hvør teirra hevur betrað seg mest, tá hálvfinalurnar skulu spælast.

Fakta um dystin
VB-Neistin 28-29 (12-15)
Málskjúttar
VB: Maja Sølvsten 10(3), Ivana Ljubicic 7(2), Rannvá Johannesen 4, Theresa Joensen 2, Svava Vestergaard 2, Bára Mortensen 1, Una Egilsdóttir 1, Laila Jespersen 1
Neistin: Katja Eigemann 7, Rakul Augustinussen 5(3), Nicoleta R. Hansen 5, Heidi Maria Akselsen 3, Elin Stakksund 3, Ása Dam á Neystabø 2, Gunnvá Brockie 2, Annika Thomsen 2
Brotskøst: VB 6, Neistin 4
Útvísingar: VB 1, Neistin 4
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen