Hans Colbjørnsen er yngstur av fýra systkjum. Allar systrarnar eru fluttar av oynni, men Hans býr enn í húsunum, sum hann hevur búð í frá barnsbeini. Hann bjóðar mær inn til drekkamunn og eitt prát.
Nógv er broytt í Hesti síðani Hans var barn. Hann fortelur, at tey plagdu at herma eftir teimum vaksnu, tá ið tey spældu. Um kvøldarnar gjørdist so myrkt, áðrenn el var komið. Men tey sóu kortini at spæla, tí at tey høvdu so von eygu.
- Í dag fara børnini ikki út um kvøldarnar, tí at tey síggja einki í myrkrinum.
Eingin veit um framtíðina at siga
Væntar tú at fleiri fólk fara at flyta til Hest, nú hesar íløgurnar eru gjørdar?
- Tað kann henda seg. Fólkatalið er bara minkað síðani eg var barn. Tá búðu um 80 fólk her. Nú eru eini 40-50 fólk búsitandi her. Eingin veit um framtíðina at siga, men eg vóni tað besta, sigur Hans.
Hans var 14 ár, tá ið hann fyrstu ferð fór til skips. Hann var burtur í 4 mánaðir, og hann hevði sjóverk allan túrin. Tá ið hann var 17 ár, fekk Hans sín fyrsta bát. Hann átti hann saman við vinmanninum Magnus, og teir sigldu saman í nógv ár. Hans hevur átt sjey bátar tilsamans.
Hann býr í húsunum, sum foreldrini áttu. Tey eru 80 ára gomul. Hann hevur umvælt tey nógv innan.
- Eg trívist væl her. Eg plagi at fara á flot, tá ið okkurt er at fáa. Tá ið eg eri heima, plagi eg at stákast á stykkinum. Annars eri eg eisini ofta á vitjan hjá systrunum, sum búgva á Skála, á Strondum og í Sørvági.
- Tað var nokkso keðiligt, tá ið handilin lat aftur fyri umleið 15 árum síðani. Nú keypir hann inn frá handilinum í Skopun. Hann bíleggur gjøgnum telefon, og so kemur vøran við Teistanum til Hest.
Hans hevur sæð nógv broytast í Hesti, og nú hevur hann eisini fingið túnið asfalterað, nýggj gøtuljós og annað.
- Hetta er deiligt. Vit høvdu als ikki havt ráð til hetta, um Hest Kommuna ikki legði saman við Tórshavnar Kommunu.
Vit fara hvør til sítt. Hans gongur móti sínum heimi har norðuri í bygdini, og eg fari oman móti gomlu kei, har ið tann skjóttgangandi báturin bíðar eftir at sigla okkum yvirum aftur til meginøkið.