Minningarorð um Magna Hentze

Føddur 19.07.71 og Deyður 01.01.07

Tung, myrk og ófrættakend skýggj komu rekandi inn eftir Trongisvágsfirði nýggjársdag við boðum um, at Magni Hentze var funnin druknaður í Havn. Sorgin um tín deyða hevur fastatøkur í hjørtum okra, tí okur  halda ikki, at tú visti, hvønn týdning tú hevur havt fyri TB og viðleikarar tínar. Tú var fyri okum, sum veruliga kendu teg, ein sonn fyrimynd. Sum ein sterkur, atletiskur og intelligentur málmaður við nærum óveruligum  reaktiónsevnum vísti tú vegin, hvussu ein ítróttarmaður og rættur TB-leikari eigur at bera seg at. Tú legði tínar kostvanar um og røkti sum heild kropp tín  væl. Tú tók hvørja venjing sum ein dyst, ið skuldi vinnast. Ongantíð vart tú  tann, sum gjørdi nógv burtur úr tær sjálvum. Heldur latst tú aðrar sleppa framat og fáa rós, tá góð úrslit vóru fingin til høldar, men okur vistu altíð, at tín partur ongantíð lá eftir.
 
Tað er ikki bara tín leiklutur á vøllinum, sum hevur tokka okra millum. Í umklæðingarrúminum skapti tín eyðmjúka og róliga medferð altíð ein hugnaligan dám. Tú vart altið ein, sum lurtaði, og sum allir kundu venda sær til. Allir kendu okur Magna sum ein mann, ið ein  kundi tosa við um alt.
 
Nú er kanska ikki at dylja, at tú var eitt menniskja, ið ikki altíð kendi teg væl í teimum kørmum, sum samfelagið ásetir. Teir dagar, tá tú var burturstaddur, vóru merktir av ótta, tí okur vistu, at tú hevði álvarsligar trupulleikar at berjast við. Sjálvt um málmenn  síðan eru komnir og farnir, er ongin í heiminum, sum kann taka títt  pláss, Magni! Tú varð altíð saknaður av øllum. Skápið, við 1-talinum  klistraðum á, stóð ofta longi tómt. Men eftir eina tíð komst tú altíð aftur og gjørdi tað stuttligari hjá okum at koma til venjingar, og  niðurlagið var tað sama okra millum hvørja ferð: "Tað er gott at hava Magna aftur." Nú er so greitt, at skápið við 1-talinum ongantíð fer at fyllast við tínum klæðum aftur, tó minnini um teg fara ongantíð at tømast, og við  sorgblídni kunnu okur minnast ein málmann og eitt menniskja, sum, tá á stóð, altíð var ein tryggur skansi.
 
Okur vóna bara, at hesi fátøku orð kunnu verða ein uggi hjá tínum nærmastu, og vónandi fara tey at hóma ein skáa úr teimum myrku skýggjunum, sum hava lagt sítt tunga tak yvir okum øll. 
 
 
 
Goymdur, men ongantíð gloymdur
 
                                           TB-ararnir