Spurningurin er nú, um hetta verður til veruligt kríggj - ella um talan ikki longu er um kríggj millum Ísrael og tvey av grannalondunum. Orsøkirnar eru nógvar, men tað, sum tendraði í fjúsið hesaferð, var avgerðin hjá militantum Hamasfólkum at taka ein ísraelskan hermann til fanga, nakað, sum síðani varð endurtikið av militantu Hezbollafólkunum í Suðurlibanon, ið tóku tveir ísraelskar hermenn til fanga. Hetta hevur fingið øði í ísraelar, sum nú í fleiri dagar hava bumbað Gaza og Libanon.
Tað er greitt, at Ísrael kann ikki liva við, at grannar tess áhaldandi skjóta rakettir inn á ísraelskt øki og taka ísraelskar hermenn til fanga til tess at fáa palestinar, her serstakliga Hamasfólk í ísraelskum fongslum leyslatin. Trýst elvir til móttrýst, og tað vita víðgongdu Hamasfólkini og nú eisini Hezbollafólkini. Ì øllum hesum leikinum verða so sivil offur fyri áganginum og mótálopunum. Spurningurin er so bara, hvussu langt Ísrael kann loyva sær at fara, nú mong ósek og sivil bæði í Gaza og Libanon lata lív. Altjóða samfelagið hevur heitt á Ísrael um at vísa hógv, men ísraelska stjórnin tykist ikki vilja lurta.
Nú ávarar so eisini harðrendi og víðgongdi forsetin í Iran ísraelar. Um Ísrael heldur fram við sínum álopum og víðkar tey til Sýrialand eisini, so er hetta at meta sum ein krígsavbjóðing til øll muslimsku londini í Miðeystri er seinasta útsøgn hansara.
Vit eru við at nærkast eini støðu í Miðeystri, sum kann gerast vandamikil fyri heimsfriðin. Krúttunnan í Miðeystri er ein vending, sum oftani verður brúkt. Mangan hevur verið tendrað í fjúsið, men higartil hevur eydnast at forða fyri sjálvum endabrestinum. Spurningurin er, nær hon av álvara brestur.
USA, sum hevur tættast tilknýti til Ísrael, kann, um tað vil, forða fyri einum ragnarroki í Miðeystri. Tað krevur so aftur, at tess leiðsla vísir diplomatisk evni og initiativ, nakað, sum higartil hevur verið ein mangulvøra. Diplomati og vilji til samráðingar og semjur telur meira, enn mong geva sær far um. Vit hava m.a. sæð, hvussu væl eitt lítið land sum Noreg hevur dugað at roynt diplomati í verki í Miðeystri. Tað hevur USA nakað at læra av.
Hart ímóti hørðum, eygað fyri eygað hátturin førir so ikki endaliga á mál. Her má og skal annað til. Lyklaorðið er diplomati og aftur diplomati. Og her áliggur ikki minst hóvligu kreftunum í Ísrael og í grannalondunum og somuleiðis í USA ein stór uppgáva.
Sosialurin










